Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Tað staðfesti fyrrverandi Man­ chester United og Real Madrid stjørnan í vikuni. 36-ára gamli mið­vallarin vann í fjør MLS, sum er besta deildin í Amerika. Fyrr­ verandi enski liðskiparin hevur í eina tíð verið sáttmálaleysur og hevur nýtt drúgva umhugsingartíð til at taka eina avgerð. – Hetta er ein týdningarmikil av­gerð. Eg havi tilboð frá øðrum feløgum, men eg brenni framvegis fyri at spæla í Amerika og vinna heit­ið við LA Galaxy, sigur David Beckham sambært BBC. David Beckham vónar, at hann sleppur at luttaka í OL í London í summar. Stórabretland hevur meld­ að lið til fótboltskappingina. trondur@sosialurin.fo Mikukvøldið leiktu Real Madrid og Real Madrid fyrru hálv­finaluna í sponsku steypa­ kappingini, Copa del Rey. FC Barcelona vann dystin 2-1, men eftir dystin hevur prátið mest gingið um portugisiska verju­ leikaran, Pepe, sum fleiri ferðir hevur gjørt seg galdandi við ráðum og óhepnum spæli. Umdømið hjá Pepe er eftir øllum at døma ikki blivið betri eftir dystin mikukvøldið, har sjónvarpsupptøkur vístu, at hann gjørdi sjónleik, traðkaði á fótin hjá Sergio Busquets og traðk­aði á hondina hjá Messi (myndin). – Pepe, hvat ert tú fyri ein idiot? spurdi Wayne Rooney á Twitter stutt eftir dystin – Aftur hesaferð vísti Pepe dømi um sinnissjúku. Dómarin sá tað ikki, men sjónvarps­upp­ tøkurnar vístu eina skomm, skrivar spanska blaðið Marca. Spanska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at teir ikki gera nakað við málið. Pepe, sum hevur fingið fimm reyð kort fyri Real Madrid, fekk her­fyri 10 dystir leikbann fyri at hava traðkað á og sparkað ein Getafe-leikara. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Í gjár fór føroyska ferðalagið til Danmarkar, har teir teir yvir­náttaðu í eina nátt og í dag flugu víðari til Beograd í Serbia. Í morgin kl.13 spæla teir finaluna í Challenge Cup- kapp­ingini ímóti Moldova. Allir eru klárir Í vikuni bardist málverjin Bartal T. Kamban, sum eisini er mál­maður hjá A-landsliðnum, við ein skaða. Leingi sá út til, at hann ikki náddist at gerast klárur til finaluna, og hevði lands­liðs­venjararnir sent boð eftir Mikkjali Hansen sum avloysara. Stutt undan frá­ferð­ ini gjørdist tó greitt, at Bartal T. Kamban er klárur hóast alt. Serfrøðingar kannaðu hann og staðfestu, at hann er fit for fight og er harvið við í ferða­ lagnum. Venjarar hjá liðnum eru Dia Midjord og Kári Nielsen. Teir 14, ið manna liðið í finaluni, eru: Bartal T. Kamban, Neistin Hanus Andrias Kristiansen, H71 Rógvi Sørensen, H71 Dánjal Tórgarð, H71 Rúni V. Højgaard, H71 Sigmundur Dahl, H71 Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg Andrias Nielsen, KÍF Niklas Reginsson, KÍF Ási Dam, KÍF Hans Eli Sigurðbjørnson, KÍF Tony Weyhe, KÍF Joen Pauli Høgnesen, VÍF Bjarti Hansen, VÍF Pepe er sinnissjúkur Nú verður finalan Hondbóltur Leygardagin kl.13 stendur slagið í Beograd. Føroyska U23-landsliðið spælir finalu í Challenge Trophy ímóti Moldova Beckham heldur fram í LA Galaxy Fótbóltur David beckham verður eisini at síggja í LA Galaxy troyggjuni komandi tvey árini David Beckham, ið vónar at umboða Stórabretland í fótbólti til OL í London í summar, heldur fram í La Galaxy