Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Í vikuskiftinum verður sjøtil settur á nýtt tíðarskeið hjá fótbólts­lands­ liðnum. Lars Olsen fer fyri fyrstu ferð at hitta spælarar, sum hava møguleika at vera við til at manna landsliðið, tá ið HM undan­kapp­ ingardystir vera á skránni seint í summar og í heyst. Venjarin hevur boðað 34 spæl­ arum til venjingar í viku­skift­ inum. Tað verður vant tvær ferðir í morgin, og sunnudagin klokkan 14 verð­ur innanhýsis dystur á ovara vølli í Gundadali. Ofta hevur tað víst seg, at nøkur avboð eru, tá ið so nógvir spælarar verða stevndir til venjingar. Hesa ferð eru tað bara tveir, sum hava boðað frá, at teir ikki hava møgu­leika at møta. Annar er Pól Jóhannus Justinussen, sum í hesum døgum royndarvenur í Svøríki, og hin er Atli Danielsen, sum er staddur uttanlands. Allir hinir 32 hittast í Gundadali klokkan 10 í morgin, tá ið fyrra venjingin er á skránni. Seinna venjingin verður klokkan 14. – Talan verður um lættar tekn­ iskar venjingar. Endamálið er, at Lars Olsen skal fáa høvi at síggja, hvussu tekniska støðið er. Tað er tíðliga á árinum, og tí verður ikki so nógv gjørt burtur úr fysiska partinum. Flestu spælararnir eru júst farnir undir venjingarnar í feløg­unum, og í onkrum felag eru teir ikki orduliga byrjaðir enn, sigur Jóannes Jakobsen, ið fyri stuttum varð settur sum hjálparvenjari hjá Lars Olsen. Hóast 32 spælarar eru boðsendir, so hava onkrir, ið rættuliga hava verið í landsliðshitanum, ikki fingið boð hesa ferð. Sambært Jóannesi Jakobsen vil hetta ikki siga, at nakar er útihýstir frá møguleikanum at koma á landsliðið: – Tað snýr seg um at geva nøkr­ um heilt ungum spælarum møgu­ leika at vísa, um tað skal roknast við teimum, og tað snýr seg eisini um at geva onkrum spælarum, sum hava góðan fótbóltsaldur, og sum í fjør stóðu seg væl í landskappingini, men ongantíð vóru í landsliðshópinum, møguleika at vísa sínar dygdir, sigur hjálparvenjarin, sum hevur út­peikað teir, ið hittast í Gundadali í morgin: – Um vit eitt nú taka plássið mill­um stólparnar, so hava tríggir ungir málverjar fingið boð saman við René Tórgarð. Talan er um Hans Jørgensen, sum í ár skal verja B68 málið, Kristian Joensen, sum skal verja NSÍ málið, og Teit Gestson, sum er málverji hjá HB. Í fjør var Meinhard Joensen, málverji hjá B36, í landsliðshitanum. At hann ikki hevur fingið boð hesa ferð, vil ikki siga, at hann er útihýstur. Eg veit, hvat hann stendur fyri, og hesa ferð fáa ungir málverjar møguleika at vísa, um tað kann roknast við teim­ um, sigur Jóannes Jakobsen. Sum eitt annað dømi um spæl­ ara, ið ikki er stevndur at møta í Gundadali í morgin, og sum stóð seg væl í landskappingini í fjør, nevnir Jóannes Jakobsen Gert Hansen, sum var sannur brandur á høgra vongverja hjá EB/Streymi: – Tað er greitt, at eisini hann er í myndini. Christian Lamhauge Holst og Jóan Símun Edmundsson eru fast­ ir menn á liðnum, og teir venja í ávikavíst Silkeborg og Newcastle. Eitt nú Viljormur Davidsen er ein av ungu spælarunum, sum tað verður roknað við, og sum ikki er boð­sendur: – Felags fyri allar, sum hava aldur at spæla á U21 landsliðnum, er, at venjarin framman undan at a-liðið skal spæla fyrsta dystin, hevur møguleika at síggja ungu menninar í fleiri undankappingardystum, sig­ ur Jóannes Jakobsen. Niður í Miðalhavið Tað er avgjørt, at landsliðið um mánaðarskiftið februar-mars fer á venjingarlegu í La Manga í Spania. Tá verða umleið tjúgu spælarar boð­sendir, og tá verður fyrsta grov­ skiljingin soleiðis at skilja, at fleiri av teimum, sum eru boðsendir í hes­um vikuskiftinum at vísa, hvør dugur er í teimum, ikki fara at fáa boð. Ætlanin er, at føroyingarnir skulu spæla tveir venjingardystir, meðan teir eru suðuri í hitanum. Mót­støðuliðini verða lið úr næst­ bestu sponsku deildini. Skrásetingin ikki dagførd Í fráboðanini til spælararnar, um at teir skulu møta í Gundadali í viku­skiftinum, hevur Fótbólts­sam­ bandið hildið seg til feløgini, sum spælararnir eru skrásettir at hoyra til. Á yvirlitinum sæst, at tað í fleiri feløgum bíðar skrásetingararbeiði: Páll A. Klettskarð er skrásettur í Víkingi, hóast hann er fluttur til KÍ. Einar T. Hansen og Jústinus R. Hansen eru skrásettir í NSÍ, hóast teir eru fluttir til B68, Hans Jørgensen og Kristian Joensen eru skrásettir í 07 Vestur, hóast teir nú spæla við ávikavíst B68 og NSÍ, og Christian R. Mouritsen er skrá­ settur í Vali í Íslandi, hóast hann er fluttur til HB at spæla. Teir 32, sum hittast í Gundadali fyrrapartin í morgin, eru: Hans Jørgensen og Kristian Joensen, 07 Vestur, Høgni Eysturoy, Róaldur Jakobsen, Símun Joensen og Súni Olsen, B36, Jann Ingi Petersen, B68, Arnbjørn Hansen, Pætur Dam Jacobsen og René Tórgarð, EB/Streymur, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Hallur Hansson, Rógvi Holm, Símun Samuelsen og Teitur Gestson, HB, Bogi Løkin, Dánjal á Lakjuni og Karl Løkin, ÍF, Hjalgrím Elttør og Kristoffur Jakobsen, KÍ, Einar Hansen, Jens Joensen, Jústinus R. Hansen og Klæmint A. Olsen, NSÍ, Bárður Dimon, TB, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen, Páll A. Klettskarð og Sølvi Vatnhamar, Víkingur, og Christian R. Mouritsen og Jónas Þór Næs, Valur Ísland. Merkisvert er tað, at øll tíggju feløgini, sum í 2012 fara at kappast í fremstu deildini, verða umboðað í Gundadali í vikuskiftinum. So er at vóna at líkindini vera á einari leið hjá Lars Olsen og teim­ um. Tað hevur verið kølið og kavi. Alternativið kenna vit alt ov væl til – lýggjari, nógvur vindur og regn. Forsagnin hevur boðað frá hampu­ ligum líkindum! Fráfallið er millum lítið og einki A-landsliðið Fótbóltur Áhugin millum spælararnar er ógvuliga stórur í vikuskiftinum at taka lut í fyrstu venjingunum, sum Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur stevnt saman til Lars Olsen, lansdliðsvenjari, fer fyri fyrstu ferð at hitta spælarar, sum hava møguleika at vera við til at manna landsliðið Mynd: Álvur Haraldsen