Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur em-hondbóltur Árni Joensen Ja, det er en fiasko! So avgjørdur var fyrrverandi danski landsliðsspælarin Joachim Boldsen, tá Danmark hevði tapt tann sera týðandi dystin í gjár­ kvøldið ímóti Póllandi. Boldsen vísti á, at tá hugsað verður um, hvørjum londum Danmark var í bólki saman við í tí innleiðandi umfarinum og teir møguleikar, sum liðið hevði, so má niðurstøðan vera, at avrikið hjá landsliðnum hevur verið »en fiasko«. Vónirnar vóru annars góðar, tá tann danski hópurin setti seg í flog­farið til Serbia. Liðið hevði júst vunnið eina venjingarkapping á heimavølli ímóti so sterkum lið­um sum Póllandi og Íslandi, og sjálvt venjarin, Ulrik Wilbek, var so opin­ skáraður at siga, at hesaferð fór liðið eftir gullinum. – Eg dugi ikki at síggja nakað land, sum vit ikki kunnu vinna á, segði tann óvanliga bjartskygdi venjarin. Men dystirnir í Serbia vístu, at sjálvt í tí innleiðandi umfarinum vóru tað lond, sum vóru før fyri at basa dønum. Vertslandið Serbia, sum Danmark altíð plagar at vinna á, setti danir upp á pláss hesa­ ferð, og í gjárkvøldið gjørdu pól­ lendingar tað sama. At danir so vunnu á slovakum hevur ongan týdning í dag, tí slovakar ruku út, og Danmark fær tí ikki tey stigini við sær í næsta umfar. Fleiri hava svikið Spurningurin er so, hví Danmark fekk eina so ringa byrjan í EM- kapp­ingini. Tey flestu eru á einum máli um, at tann danski hópurin hevur ta neyðugu breiddina til eina tílíka kapping. Nakað annað er, um teir einstøku spælararnir hava víst tað, sum teir kunnu. Her má svarið vera nei. Undan kappingini varð roknað við, at Mikkel Hansen fór veruliga at gera vart við seg hesaferð, men aftan á tríggjar teir fyrstu dystirnar má sigast, at hann hevur verið eitt vónbrot. At stórskjúttin hjá AG Køben­havn hevur skotið 11 mál í trim­um dystum sigur alt. Danmark hevur leingi havt fyri­ mun av at hava skjótar spælarar úti á vonginum, men hóast Hans Lindberg er danskur toppskjútti við 12 málum, hava hvørki hann, Lars Christiansen ella Lasse Svan spælt upp til sítt besta. Verjan hevur heldur ikki riggað nóg væl. Samanspælið millum mið­ verjarnar Kasper Nielsen og René Toft Hansen hevur ikki virkað til fulnar. Her er heilt týðiliga saknur í einum Michael V. Knudsen. Men spælararnir hava ikki alla skyldina av teirri vánaligu gongd­ ini. Venjarin, Ulrik Wilbek, má taka ein part á sín rygg. Tað er eingin ivi um, at tað var eitt mistak at lata Bo Spellerberg sita uttanfyri all­an dystin ímóti Póllandi í gjár. Hansara drúgvu royndir høvdu gagn­að liðnum, tá mest stóð á, og tá teir yngru spælararnir mistu takið. Ein lítil møguleiki Hóast danir einki stig hava við sær í millumumfarið, hava teir framvegis ein teoretiskan møguleika at koma í semifinaluna. Men so skal alt ganga teimum eftir vild, og hondbóltskøn eru á einum máli um, at møguleikin er lítil. Í millumumfarinum skal Dan­ mark spæla ímóti Makedonia í morgin, Týsklandi mánadagin og Svøríki mikudagin. Undan dyst­ unum sær støðan í hesum millum­ farsbólkinum soleiðis út: 1. Serbia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 stig 2. Týskland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 stig 3. Pólland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 stig 4. Makedonia . . . . . . . . . . . . . . . . 1 stig 4. Svøríki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 stig 6. Danmark . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 stig arni@sosialurin.fo Gulldreymurin hjá dønum hongur í einum klønum trá Hondbóltur EM-hondbóltskappingin hjá monnum hevur higartil verið eitt stórt vónbrot fyri danir. Undan kappingini mettu teir seg sum gullfavorittar, men aftan á teir fyrstu dystirnar tykist gullið langt burturi Mikkel Hansen hevur als ikki spælt upp til sítt besta í EM-kappingini, og Ulrik Wilbek fær heldur ikki tað besta umdømið frá teimum hondbóltskønu Mynd: Ekstrablaðið Árni Joensen Vónirnar vóru ikki tær bestu, tá íslendska landsliðið fór til Serbia hesaferð, tí landsins størsta hondbóltsstjørna, Ólafur Stefánsson, var ikki í hóp­inum. Tað gjørdi ikki støð­una betur, at liðfelagi hans­ara í AG København Snorri Halldórsson eisini var skaddur. Íslendingar fingu eina sera harða byrjan, tá teir í tí fyrsta dystinum rendu seg í teir sera sterku kroatarnar. Íslendingar hildu tørn leingi, men máttu at enda lúta við tveimum málum. Tann næsti dysturin í bólk­ inum var ein norðurlendsk upp­gerð millum Ísland og Noreg. Norðmenn høvdu vunn­ið tann fyrsta dystin ímóti Slovenia, og tað sá eisini leingi út til, at teir skuldu basa ís­lending­um eisini. Men við einum sera góðum endaspurti eydnaðist tað íslendingum at vinna 34-32. Dystarendin gjørd­ist sera spennandi og drama­tiskur, tí norðmenn vildu vera við, at teir áttu at fáa brotskast. Tá var støðan 33-32, og eitt brotskast kundi givið norðmonnum javnleik. Men teir donsku dómararnir dømdu ikki brotskast, og so vann Ísland. Tað danska dómara­ parið var ikki væl umtókt í Noregi hesa løtuna, og norski frásøgumaðurin bað hin versta fara við teimum. Tað norska liðið er eisini eitt sindur skert til EM-kappingina. Stórskjúttin Kristian Kjelling er ikki við, tann royndi mál­ verjin Steinar Ege er givin á lands­liðnum, og í dystinum ímóti Danmark var tann sterki verju­spælarin Johnny Jansen leik­bannaður. Ísland og Noreg spæla sínar seinastu dystir í tí innleiðandi umfarinum í kvøld. Íslendingar spæla ímóti Slovenia, og norð­ menn møta kroatum. Báðir dystirnir hava týdning. Tað so sigursvanda Svøríki hevur tryggað sær víðari lut­ tøku í millumumfarinum. Teir hava vunnið á Kekkia, spælt javnt ímóti Makedonia, men noyddust í gjár at lúta rætt­ iliga greitt fyri Týsklandi. Av tí at Kekkia er rokið úr kapp­ ingini, fáa sviar bara stigið frá javnleikinum við makedonar við sær til millumumfarið, og har verður ein av teirra av­ger­ andi dystum ímóti grannunum hinu­megin Oyrasund og Kattegat. arni@sosialurin.fo Ísland, Noreg og Svøríki hanga í Hondbóltur Í EM-kappingini hava íslendingar enn eina ferð víst, at í ítrótti kann sjálvt ein so fáment tjóð kappast við tær størstu Fransmenn eru altíð millum favorittarnar í manshondbólti, og soleiðis er eisini hesaferð. Tað kendist tí eitt sindur óveruligt, tá teir taptu tann fyrsta dystin, sum var ímóti grann­unum úr Spania, men í næsta dystinum, sum var ímóti Russlandi, vísti tað franska liðið, at teir eru eisini við hesa­ ferð. Men Spania skal ikki undir­ metast. Liðið hevur víst seg at vera ein sera sterk eind, og málverjarnir hava staðið sera væl. Onnur lond, ið verða mett sum møguligir EM-favorittar, eru Kroatia og vertslandið Serbia. Tað seinna hevur fyri­ munin av heimavøllinum við túsundtals púra villum áskoð­ arum. Nicola Karabatic Aftur Frakland?