Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Fótbóltsdómararnir fyrireika seg Annað enn tað dagliga Fótbóltssamband Føroya hevur sein­astu árini arbeitt nógv við at senda dómarar av landinum, og eitt nú við góðum samstarvi við onnur fót­bóltssambond, hevur hetta eydn­ast væl. – Síðstu árini hava vit gjørt tað soleiðis, at vit royna at geva før­ oysku dómarunum upplivingar annað enn tað dagliga. Tað, at vit senda dómarar til La Manga, er eisini ein liður í tí, staðfestir Lassin Isaksen, sum sjálvur eisini skal við til La Manga sum altjóða dómara­ eygleiðari, har hann saman við øðrum eygleiðarum skal leggja eina linju og eina ætlan fyri altjóða eyg­ leiðingar í komandi kapp­ingarári. Føroysku fótbóltsdómararnir sleppa annars víða um og er Fót­ bólts­samband Føroya nógv burtur­ úr fyri at menna teir. Í fjør vóru Ransin N. Djurhuus, Thorvald J. Petersen og Johnleif Gerðisá við í ein­ari verkætlan hjá evropeisku fót­ bóltssamgonguni, UEFA, ið kallast Core. Hetta er ein verkætlan fyri framtraðkandi dómarar í aldrinum 25 til 32 ár, ið skulu fyrireika seg til at døma altjóða dystir. Eisini í ár fara føroyskir dómarar at luttaka í Core-verkætlanini. Tað verða teir tríggir Dagfinn Forná, Kristian Sofus Petersen og Andrew Christiansen. Petur dømir stórdyst Altjóða dómari føroyinga, Petur Reinert, gongur skjótt fram og fekk í fjør sín fyrsta EM-undan­ kapp­ingardyst fyri A-landslið, tá ið hann leiddi dystin ímillum Moldova og San Marino. Nú kann Petur Reinert fegnast um at fáa enn ein stóran dyst í við­ førið. Í kappingini í La Manga skal hann nevniliga døma dystin ímill­ um FCK og Shakhtar Donetsk. Hesin dysturin verður 4. februar, og dagin eftir skal Dagfinn Forná leiða dystin ímillum NK Olimpija Ljubljana og Dalian Aerbin. Hjálpar­ dómarar í báðum dystunum verða Jens Albert Simonsen og Thorvald J. Petersen, meðan føroyski dóm­ arin, ið ikki leiðir dystin, verður 4. dómari. Ikki fyri einki Hóast talan er um eina kapping, ið feløgini nýta til venjingardystir, so stendur ikki heilt einki upp á spæl. Fyriskipararnir leggja nevniliga hálva aðru millión krónur á borðið at spæla um. Føroyska ferðalagið fer úr Før­oy­ um 2. februar og kemur heimaftur 7. februar. albinus@sosialurin.fo Síðstu árini hava vit gjørt tað soleiðis, at vit royna at geva før­oysku dómarunum upplivingar annað enn tað dagliga. Tað, at vit senda dómarar til La Manga, er eisini ein liður í tí Lassin Isaksen Dagfinn Forná leiða dystin ímillum NK Olimpija Ljubljana og Dalian Aerbin Savnsmynd Í kappingini í La Manga skal Petur Reinert døma dystin ímill­ um FCK og Shakhtar Donetsk Mynd: Álvur Haraldsen