fríggjadagur 20. januar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Fótbóltsdómararnir fyrireika seg
Føroyskir
dómarar
til Spania
Fótbóltur Um góðar tvær vikur fara fýra føroyskir
dómarar og hjálpardómarar til Spania, har teir sum liður í
fyrireikingum til komandi kappingarár skulu leiða dystir
á einari venjingarlegu í La Manga. Petur Reinert skal
leiða stórdystin ímillum FCK og Shakhtar Donetsk
Pætur Albinus
Tað, at kappingarárið í fótbólti er
av, merkir ikki, at dómarar hava
feriu. Tvørturímóti. Teir venja hart
fyri at halda heilsustøðuni við líka,
og tá ið nærkast kappingarárinum
leiða teir nakrar venjingardystir
fyri at koma í dystarvenjing aftur.
Einamest er talan um venjingar
dystir millum feløgini her heima á
klettunum, men góða samstarvið
hjá Fótbóltssambandi Føroya við
onnur fótbóltssambond kastar eis
ini nakrar venjingardystir uttan
lands av sær.
La Manga
Við eysturstrondina sunnaliga í
Spania liggur La Manga. Eitt kent
feriustað, sum í grundini ikki er ein
býur, men eitt 22 km langt øki við
býin Murcia. Á staðnum finnast
fleiri skúlar innan siglingarítrótt,
men tað, ið sermerkir staðið, er
fótbóltur. Ikki tí at La Manga hevur
nakað væla fótbóltsfelag, men hin
vegin tí at staðið hevur sera gott
umdømi
millum
fótbóltsfeløg
kring heimin og megnar á hvørjum
ári at draga fleiri stórfeløg at sær.
Hesaferð eru lið sum FCK, Shaktar
Donetsk,
Molde,
Rosenborg,
Aberdeen, Spartak Moskva og
IFK Gøteborg við, og millum teir,
ið sum dómarar skulu halda skil
á dystunum í kappingini, eru fýra
føroyingar.
Føroyskir dómarar
Føroyska fótbóltskappingin nærk
ast í stórum og eru fyrstu venjingar
dystirnir longu farnir í gongd. Hetta
merkir samstundis, at dómararnir
eru komnir langt í fyrireikingunum
til kappingarárið, ið stendur fyri
durum, og er tað eisini í tí sam
bandi, at Petur Reinert og Dagfinn
Forná sum dómarar og Jens Albert
Simonsen og Thorvald J. Petersen
sum hjálpardómarar skulu til La
Manga at leiða nakrar dystir í Copa
del Sol, sum kappingin eitur.
Talan er um eina árliga aftur
vendandi kapping, sum hevur 12
luttakandi feløg. Umframt nøkur
donsk og norsk feløg, so eru stór
feløg sum Spartak Moskva og
Shaktar Donetsk við, og hesaferð
er eisini talan um eitt nýtt stórt
felag, ið verður við. Nevniliga
russiska ríkmannafelagið FC Anzhi
Makhachkala, sum eitt nú hevur
kend nøvn sum Roberto Carlos,
Samuel Eto'o og Yuri Zhirkov í
hópinum. Nevnast kann, at Samuel
Eto'o er nógv best lønti leikarin í
heiminum í løtuni.
Fyrireiking
Sum liður í fyrireiking til komandi
kappingarár skulu teir fýra lut
taka sum dómarar í hesi stóru
kappingini. Á ferðini sleppa teir at
døma dystir, ið eru væl omanfyri
støðið, sum teir til dagligt døma í
Føroyum. Og sambært føroyska
dómaraleiðaranum, so hava slíkar
uppgávur nógv at siga fyri teir.
– Hetta hevur nógv at siga. Fyri
tað fyrsta, so er tað teimum ein stór
avbjóðing at døma hesi liðini. Tað, at
teir sleppa at døma slík lið og dystir
við høgari leikferð, hevur nógv at
siga og gevur teimum góðar royndir,
sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari,
og leggur afturat, at hetta sálarliga
eisini hevur ein stóran týdning.
– Tað, at teir fáa góð upplivilsi,
kastar eina góða eggjan av sær, og
ert tú eggjaður til at døma, so er alt
nógv lættari, vísir Lassin á.
– Tað, at teir fáa góð upplivilsi,
kastar eina góða eggjan av sær,
og ert tú eggjaður til at døma, so
er alt nógv lættari, vísir Lassin á
Savnsmynd
Tað, at teir sleppa at
døma slík lið og dystir við
høgari leikferð, hevur nógv
at siga og gevur teimum
góðar royndir
Lassin Isaksen