Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 13. januar 2012 2 VIKUSKIFTI Eg rann undan ágangi. Tann ágangurin, sum var á meg, snúi seg hvørki um mín boðskap ella um politikk, men um meg persónliga. Tað var óreint og skitið, og hevði einki við kritikk at gera. Løgtingskvinnan Jóna Mortensen í Sosialinum mikudagin Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Danski rockbólkurin Fate hevur gjørt comeback við nýggjari fløgu, sum kom út stutt fyri jól. Tað, sum fyri føroyingar er áhugavert við bólkinum, er, at sang­ arin í bólkinum nú er føroyskur. Dagfinn Joensen, sum eisini hevur sungið í bólkum sum Fluffy Toys og Eager To Please, gjørdist partur av Fate fyri umleið tveimum árum síðani, og Dagfinn syngur á nýggju útgávuni hjá bólk­inum. Útgávan Ghosts From The Past hevur fingið fleiri góð ummæli á inter­ netsíðum og aðrastaðni, og í vikuni hevur danska blaðið BT ummælt nýggju fløguna. Besta í fleiri ár Steffen Jungersen er ein av tungu dreingjunum, tá ið tað kemur til um­ mæli av tónleiki í Danmark. Honum dámar væl harðan rock, og líka so væl, sum hann kann rósa ávísan útgávum til skýggja, kann hann sanniliga eisini verða eirindaleysur í sínum kritikki. Jungersen gevur Fate eitt gott ummæli. Hann heldur, at nýggja fløgan er frálík, vælspæld og inniheldur góðar sangir. Hann fer so langt sum at siga, at útgávan hjá Fate er tann besta, sum hann hevur hoyrt í fleiri ár innan hesa sjangru. BT gevur Ghosts From The Past fimm av seks møguligum stjørnum. Vegurin og ferðin Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Anna Faroe og Mads Fjelstervang / Rebekka Rafael klumman Eyðun Klakstein Eirindaleysur ummælari á danska blaðnum BT gevur Dagfinn Joensen og hinum í FATE tummulfingurin upp fyri teirra nýggju fløgu Dagfinn og teir róstir til skýggja Tá ið skotski fótbóltsvenjarin Jock Stein í sjeytiárunum hevði vunnið enn eitt meistaraheiti við Celtic, segði ein journalistur við hann: »Hetta var eitt fantastiskt kappingarár«. Jock Stein hugdi upp á hann og svaraði: »Ja, men hvat skal eg gera næsta ár?« Vit hava øll upplivað at nátt einum máli – størri ella minni. At hava stríðst fyri nøkrum og vunnið fram. Tað er ein góð kensla umsíðir at standa á málinum. At viðurkenna sítt egna avrik. At fegnast og njóta tað eina løtu. Men hvat so? Var tað stríðið vert? Og hvar fara vit so? Lukkan er langt frá altíð málið í sær sjálvum. Lukkan snýr seg í størri mun um vegin ímóti málinum. Um at njóta og uppliva ferðina. Og ferðin snýr seg um at liva og uppliva, læra og leita, menna og mennast. Vit skulu varnast tað og tey, vit hava við at gera. Merkja og fata smáar sigrar, góðar løtur og beisk tap. Koma víðari, fóta okkum og halda áfram á ferðini. Tað er lívið og ferðin, tað snýr seg um. Ikki endiliga málið. Heilt keðiligt kann tað blíva, tá ið vit seta okkum mál ella fara á eina ferð, sum umstøðurnar onkursvegna krevja av okkum. Tá ið vit halda okkum skulu liva upp til nakað, sum onnur forvænta. Skulu gera nakað, sum gevur okkum prestisju, pengar ella viðurkenning – men ikki er akkurát tað, vit sjálvi vilja. Skuldu vit sagt tað við stórum orðum, so snýr tað seg um at liva og doyggja fyri tí, mann veruliga vil sjálvur og brennir fyri. Tá kanst tú verða lukkuligur. Eitt septemberkvøld í 1985 spældi Skotlandi avgerandi undankappingardyst í fótbólti ímóti Wales. 62 ára gamli Jock Stein var venjari, og Skotland skuldi hava javnleik fyri at sleppa við til HM endaspælið í Mexico árið eftir. Wales hevði lagt seg á odda, men tá ið 10 minuttir vóru eftir at spæla fekk Skotland brotsspark. Nú skuldi Davie Cooper bjarga skotska liðnum og tjóðini. Jock Stein sat á beinkinum og fylgdi gongdini – eitt sindur bleikur og stúrin. Men Cooper gjørdi tað, hann skuldi. Hann skoraði og sendi Skotlandi til HM endaspælið. Fagnaðurin millum teir 12.000 skotarnar á Ninian Park í Wales var øgiligur, og Jock Stein fór eisini á føtur og fegnaðist. Síðani small hann um. Hann varð borin inn í skiftingarrúmið, og lækni var hjá honum. – Alt er í lagi. Eg havi tað betur nú, segði Jock við læknan. Tað vóru hansara seinastu orð. Løtu seinni doyði hann. Jock Stein livdi – og doyði – fyri tí, sum hann brendi fyri. Og hann gjørdi tað, sum hann fram um alt annað vildi gera. Ikki bara tí, hann skuldi náa einum máli. Men tí hann stórtreivst á ferðini. So segði hon... Fate hevur fingið góð ummæli fyri sína comeback-fløgu