Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 13. januar 2012 7 VIKUSKIFTI Hvussu tíðliga byrjaði tú at spæla tónleik? Eg haldi, eg var 10 ára gamal. Eg sat í koyristóli, tí eg havi mjadnafeil, og loysnin tá í tíðini var at blaka børnini í koyristól. Eg mátti ikki sparka bólt ella svimja ella renna, eg mátti einki gera, og tá fekk eg eitt lítið keyboard. Hvar fær tú íblástur til orð og løg? Tað fái eg allastaðni. Millum fólk, vinir og kenningar og fremmand, har sum eg ferðist. Gerandis støður geva mær íblástur. Nú skrivi eg ikki so nógvar tekstir, men meiri løg, og tað kann vera náttúran og ljósið, stutt sagt alt. Hvat er títt besta lag? Uha, eg veit ikki. Eg haldi ikki eg havi gjørt mín Yesterday enn. Hann liggur onkunstaðni og bíðar, er á veg. Hvussu heldur tú teg í form? Tað geri eg við at fara oman í kioskina, keypa ein stóran ís og so koyra yvir við Strond at njóta hann, meðan eg hyggi eftir fólki, sum sveittandi og tivandi renna framvið... Ert tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur? Eg eri til bæði. Tú kanst saktans troyttast av nógva regninum og myrkrinum og øllum stormunum, sum hava verið í vetur. Fyrr dámdi mær ógvuliga væl stórbýir og ta mentan, teir høvdu at bjóða upp á, men mær dámar væl í Føroyum – eisini um veturin. Hvat er tað besta tú fær at eta? Tað velst eitt sindur um, hvussu svangur eg eri, men mær dámar alt. Eg kann eta sushi, mær dámar væl eina lekra a-la-carte menu, indiskan mat, thailendskan mat, kinesiskan mat. Og allan føroyskan mat, eisini tvøst og spik. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum Eg hyggi í sjónvarp, tá eg av tilvild tendri tað. Tíðin er farin, tá tú setti teg at hyggja at einari sending, tí í dag fær tú alt gjøgnum internetið. So tá eg hyggi í sjónvarp, so er tað eftir føroyskum sendingum. Hvussu er títt sinni? Tað verður sagt, at eg komi av einari tvørari familju, so eg gangi út frá, at eg eri líka tvørur sum restin av familjuni – um Mena ikki hevur brýnt teir ringastu kantarnar. Men tá eg geri nakað, gangi eg upp í tað hundrað prosent. Kanska nakað sløvur – og nakað av einum droymara. Hevur tú nøkur húsdjór? Ikki eg, men kona mín. Hon hevur tveir hundar. Hvussu er at búgva í Nólsoy aftur? Tað er eitt sindeur tvídeilt. Tað er fantastiskt at koma út her, tað eru 20 minuttir frá Havnini og kanska eisini 20 ár aftur í tíðina. Tað er friðurin, sum dregur, men tað er eitt sindur sorgblítt, tí familjan hjá mær býr niðri í Danmark. Nú eri eg nógv niðri, men her er praktfult, og tað gevur nógvan íblástur til at skriva tónleik. Fylgir tú við í samfelagsligum viðurskiftum? Ja, tað verður tú noyddur til. Uttan mun til, hvørjum samfelag, tú býr í, er tað tín uppgáva at fylgja við í tí, sum hendir, politiskt og samfelagsliga. Hvør bók liggur á náttborðinum? Tað liggur eingin bók á náttborðinum í løtuni. Eg havi í hópatali av bókum, men beint nú lurti eg eftir einari ljóðbók, sum eitur »Rich Dad Poor Dad«. Annars havi eg nakrar bøkur, sum eg lesi fyri dóttir míni, tá eg leggi hana at sova, og beint nú eru tað nøkur gomul donsk fólkaævintýr. Háðanin og spottið vóru ikki millum reglunar, men í reglunum, tá tann »kæri leiðarin« í Norðurkorea doyði. Í tí, sum varð sagt og skrivað í fjølmiðlunum í okkara frælsa heimi um hann, hansara næstu og fólkið í Norðurkorea. Kom at hugsa um hetta, tá ein ávís drotning hevði 40 ára jubileum. Var nakar munur á hávanum her og har? Vit hava so ilt av persóns­ dyrkanin í einaræðislondum. Halda hon er bæði ódámlig og stuttlig. Soleiðis eru vit ikki, nei, nei, neinei. Man, bíða nú. Hvussu kallast tað, sum hendi í kongs- og drotningar­ríkinum Danmark í viku tvey 2012? Eg kalli tað persónsdyrkan. Í einaræðislondum verða fólk revsað fyri at finnast at tí »kæra leiðaranum«. Hjá okkum sigur revsilógin, at revsingin fyri majestætsfornærmelse, hátignar­vanvirðing, er dupult so hørð sum fyri aðra vanvirðing. Vanvirðir onkur meg til dømis og eg meldi, er revsingin bara helvtin av tí, sum eg hevði fingið, um eg vanvirði drotningina og tey. Fólkið hevur brúk fyri teimum kongaligu júst sum fólkið hevur brúk fyri religión, tí tað torir ikki at standa einsamalt í hesi óndu verð. Fólkið noyðist at hava okk­ urt glitrandi at hella seg inn at. Ein skjúrtufald at krøkja seg í. Í Norðurkorea grótu fólk, tá »kæri leiðarin« fór til Stalin, Hitler og allar hinar. Í Danmark og í Føroyum, veit ikki, hvussu verður í Grønlandi, fara fólk at gráta, tá Margreta flytir bústað úr einari glæstriborg í aðra. Í Norðurkorea fingu fólk eina­ ræðisharraboð um at gráta og illa láta. Vit gera tað sjálvboðin, tí vit búgva í einum framkomnum fólkaræði. »Kæri leiðarin« drakk dýrt konjakk, og fólkið fekk ikki at eta. Tað er neyvan træla­ konjakk úr Netto, tey drekka í Amalienborgini. Nógv fólk í drotningarríkinum eiga ikki pengar til mat. Stórt sjóv, hvørja ferð »kæri leiðarin« hevði onkran serligan dag. Stórt sjóv, tá drotningin hevði 40 ára jubileum. Kolo­ni­ irnar vóru sjálvandi við. Eitt gott høvi at høgga inn í stein, at okkara samleiki sum føroyingar er danskur. Vit eru altíð við, tá okkurt stórt hendir í Danmark, drotningarjubileum, X-factor, innandurarógving. Vit eru dansk­ arar. Vit eru danskarar. Vit eru danskarar. Einki í Danmark er so lítið, at tað er ikki stórt hjá okkum. Vit gleða okkum longu nú til hálvtrýssára hátíðarhaldið. Og til nýggi »kæri leiðarin« í Norðurkorea doyr, so vit kunnu gera gjøldur burtur úr tí. At sópa fyri egnum durum er eingin tjóðarítrótt. Drotningin hevur fólk til slíkt. Tað hava fjøl­ miðlarnir tíverri ikki. Tey renna aftan á drotningini. Fólk, sum kalla seg journalistar. Í Føroyum er sum í Norður­ korea. Fólkið fær einki at vita. Føroyingar fáa ikki at vita, hvørja gávu, drotningin fær frá teimum. Fyribils hevur drotningin fingið eitt gávukort frá løgmanni, tí gávan er ikki liðug. Tjóðar­eyð­ kennið, einki er liðugt, tá tað skal vera liðugt. Ella einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Nógv undrast á, at lond brúka so nógvar pengar til kongshúsið, tá so nógv annað er at brúka pengar til. Lond brúka eisini nógvar pengar til kirkjur og religión, hóast nógv annað er at brúka pengar til. Í Norðurkorea hava tey tjóðar­ frælsi. Slíkt yvirskipað marglæti fáa vit ongantíð. Vit tora ikki. Hava heldur ikki stundir til at taka tað. Vit hyggja eftir donskum sjón­varpi í føroyskum sjónvarpi. Vikan við drotningini er farin. Nú er EM í handbólti. Har er Danmark við. Annars frættu vit ikki eitt orð um ta kappingina í føroyskum fjølmiðlum. Skálið við dýrum konjakki og grátið. Og lurtið eftir God Save the Queen hjá Sex Pistols. Umafturafturum høgni djurhuus kim hansen lagt til rættis: Leo Poulsen Nólsoy er 20 minuttir frá Havnini og 20 ár afturi í tíðini Tað heldur Kim Hansen, sum í fjør flutti út í heimbygdina at búgva. Hann heldur, at hann man vera líka tvørur, sum restin av familjuni, og hann fylgir væl við í samfelagsligum viðurskiftum, tí tað er ein plikt hjá einum og hvørjum Konjakk og grátur