fríggjadagur 20. januar 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
8
VIKUSKIFTI
Brúdleyp
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Ílatin ein hvítan, stuttan kjóla við
silvur troyggju útyvir varð Anna Faroe
farna leygardagin gift í Thorvaldsens
Museum í Keypmannahavn.
20 ára gamla songkvinnan hevur
nú givið eitt serligt lyfti til danan
Mads Fjelstervang, sum hon hevur
verið saman við í 10 mánaðir.
Fingu eyguni upp til
Melody Grand Prix
Eftir at Anna Faroe reyk úr X-Factor,
fór hon í upptøkuhølið hjá RecArt í
Keypmannahavn, og stutt eftir kom
ein fløga á marknaðin frá føroysku
stjørnuni. Ein teirra, sum arbeiddi
við fløguni hjá Annu, var Mads
Fjelstervang, sum er ein sokallaður
publishing manager hjá Good Songs
Publishing.
Og tað var í samband við fløguna,
at Anna hitti Mads fyrstu ferð.
– Eftir fløgan kom út hittust vit
ofta í samband við tónleikatiltøk, men
tað var ikki fyrr enn til danska Melodi
Grand Prixið í fjør, at vit fingu eyguni
upp fyri hvørjum øðrum, sigur Anna
Faroe.
Eftir hetta gingu tað nakrir mán
aðir, áðrenn Anna og Mads skuldu
hittast aftur, men brádliga fekk Anna
eini sms-boð frá Mads.
– Hann bjóðaði mær við til eina
konsert, og tað kvøldið visti eg, at
hann var nakað heilt serligt. Vit
tosaðu um okkara fortíð og okkara
familjur, og beinan vegin vísti hann
hvussu búgvin, hann er, sigur Anna
Faroe.
Ikki ov ung til giftarmál
Í hesum døgum eru tað færri, sum
giftast í so ungum aldri. Men Anna
Faroe heldur ikki tað er løgið, at
hon valdi at giftast so ung. Vit hava
lætt við at taka skjótar avgerðir í
gerandisdegnum, men tá ið umræður
at binda seg á hendan hátt, hava vit
lyndi til at bíða sum longst.
– Mamma mín var 19, tá ið hon
varð gift, og fleiri vinkonur hjá mær
– Eg sá beinan vegin, at hann var nakað heilt serligt.
Búgvin, fittur og umhugsin, og í veruleikanum er hann alt
tað, sum eg havi brúk fyri, sigur ein brosandi Anna Faroe,
sum seinasta leygardagin varð gift Mads Fjelstervang
Hann er tað
eg havi
brúk fyri