Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 25. februar 2004 23 BILLARD Tíðindaskriv Klaksvíkar Billardfelag liggur á odda í báðum deildunum í føroyameist- arakappingini í billard fyri lið. Hóast 1. Deildarliðið hjá felagnum hevur eina kapping millum enn flestu av hinum liðunum, so ligg- ur tað kortini klárt á odda við 78 stigum. Næst er Kaggin 1 við 64 stigum. Síðani kemur Havnar Klubbi og í botninum liggja Kaggin 2 og Tvøroyrar Billardfelag. Kaggin 2 vitj- aði í Klaksvik herfyri og var fyri stórtapi. Vertirnir spældu til sítt besta og vunnu 16-2. Krisjan Sune Høgnesen var aftur hesa- ferð bestur av spælarunum. Havnar Klubbi var á vitjan í Kagganum. Har endaði dysturin við sigri til Kagg- an, 12-6. Henrik Petersen og Bjarni Skaalum stóðu seg best. Í 2. deild er støðan tann, at Klaksvíkar Billardfelag eisini liggur á odda. Niðast er Tvøroyrar Billardfelag. Hesi bæði liðini spældu herfyri og vunnu klaksvík- ingar við 14-4. Besti spæl- ari var Óli Biskupstøð við 6 stigum. Bestu hjá tvøra- monnum var Rókur Dimon við 4 stigum. Tað eru trý umfør eftir at leika í vetur. Kappingin endar 26. mars bæði í 1. og 2. deild. Eftir tað verður so innleiðandi umfar til ein- staklingakappingina og seinni finalan. Finnast skal nú fram til leikararnar, sum skulu hava umboð í FM-finaluni í kappingini fyri pør BRIDGE Bogi Simonsen FBS skipar aftur í ár fyri sera væl dámdu kappingini, FM fyri pør í Bridge. Byrjað verður leygardagin 28. februar 2004 kl: 10:00. Spæld verður í Bridgehús- inum í Havn.Tey fremstu pørini koma so víðari til finaluna, sum eisini verður leikt í Bridgehúsinum í Havn tann 27. mars kl. 10:00. Semifinalan verður leikt uppá eini 50 til 60 spøl og spælt verður til uml kl. 18:00. Luttøkugjaldið er kr. 200.- fyri hvønn, íroknað døgurði, kaffi, køkur og náttura. Møguleiki er hjá suðring- um og norðingum at verða við í kappingini og sleppa heim aftur um kvøldið. Tilmelding á tlf. 22 15 94, á e-mail adressu j ella í Bridgehúsinum í Havn inn- an fríggjakvøldið 27. febru- ar kl. 21:00. Spæl Hetta spælið er frá einum landsdysti millum Føroyar og Danmark og gjørdi tað at danir vunnu dystin tepurt. Eg sat norðan við hesari hondini og skuldi byrja meldingarnar: SP K1032 H EK109865 RU K2 KL E Eg valdi at opna 1hj, makk- arin svarar 1sp. Hvat skal ein so melda? 4sp er eftir mínum tykki heldur veikt. 4kl sum splinter er heldur ikki gott, tí sjálvt um makk- arin meldar 4sp, hava vit hug at royna eftir slemmin- um. Eg valdi tískil beinleið- is at spyrja eftir essum við at melda 4ut. Makkarin svarar 5sp, sum lovar tvey ess og trumf damu. Eg meldaði so tann upplagda 7sp, helt eg, men vestan doblaði fyri at fáa hjartara útspæl, tí hann hevði ongan hjartara og við at fáa makk- arin hjá sær, at spæla hjart- ara út kundi vestan seta 7sp. Símin meldaði nú flott 7ut, men hesin kundi hel- dur ikki vinna. Við hitt borðið sat eitt danskt par, ið spældi við einum kunstig- um relesystemi og tískil kom 7sp at sita hjá sunnan. Sostatt skuldi vestur sjálvur spæla út. Eitt sindur heppið hjá dønum, ið vunnu eini 19 imp uppá spælið. Klaksvíkar Billardfelag á odda í báðum deildum Støður 1. deild Dystir Eygu Miðal Stig 1 Klaksvíkar Billardfelag 5 22366 24,85 78 2 Kaggin 1 6 20676 19,14 64 3 Havnar Klubbi 6 21236 19,66 50 4 Kaggin 2 6 17394 16,11 32 5 Tvøroyrar Billardfelag 5 13140 14,60 28 2. deild Dystir Eygu Miðal Stig 1 Klaksvíkar Billardfelag 2 6 11344 10,50 80 2 Klaksvíkar Billardfelag 1 6 10752 9,96 62 3 Havnar Klubbi 5 8378 9,31 57 4 Kaggin 6 9128 8,45 45 5 Tvøroyrar Billardfelag 5 4536 5,04 8 FM Semifinala í Bridge Bjarki Johannesen og Eliesar Olsen vunnu simultan-kappingina herfyri. Teir eru ivaleyst eitt gott boð um ein av finalusessunum 23 Nr. 38 • mikudagur • 25. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Mest vinnandi danski landsliðsvenjarin í hondbólti nakrantíð, Ulrik Wilbek, ið nú venur mansliðið hjá Viborg, hevur víst unga Sveini Justin- ussen úr StÍF áhuga HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í nítiárunum vann danska kvinnulandsliðið í hond- bólti bæði OL, HM og EM undir leiðslu av Ulrik Wil- bek. Nú er kendi danin venjari hjá mansliðnum hjá Viborg HK, ið til dagligt leikar í næstbestu donsku deildini. Viborg HK er kent sum eitt felag, ið strembar høgt, og í løtuni liggur liðið á odda í næstbestu deildini. Í hópinum hjá Viborg er m.a. strikuspælarin á danska landsliðnum, Mic- hael V. Knudsen, ið herfyri bleiv kosin besti striku- spælarin í EM-endaspælin- um, har danir vunnu bronsu. Ein annar kendur leikari í felagnum, er vong- urin Nikolai Jacobsen, ið herfyri vendi aftur til Dan- markar eftir at hava leikt fleiri ár í týska stórfelagn- um THW Kiel. Sveinur visti av ongum Sosialurin hevur frá fólki í Hondbóltsambandi Føroya fingið at vita, at Ulrik Wil- bek herfyri bað um at fáa videoupptøkur av Sveini, um tað var gjørligt. HSF hevur tískil sent eitt band av landsdystinum millum Føroyar og Noreg á Hálsi tann 10 januar, har Sveinur av álvara gjørdi um seg. Tá ið vit ringdu til Svein mánadagin fyri at vita, hvat hann helt um áhugan frá Ulrik Wilbek, gjørdist Sveinur kløkkur, tí hann visti av ongum. – Hatta veit eg einki um, men tá tú hevur tað frá HSF, so má tað passa, sigur Sveinur Justinussen. Sjálvandi er tað spennandi, og at Ulrik Wilbek er venjari, ger tað ikki minni spennandi, sigur ungi hondbóltsleikarin. Í løtuni gongur Sveinur Justinussen í studentaskúla á Kambsdali, og gongur alt eftir ætlan kemur húgvan á høvdiuð í summar. Sveinur hevur áður sagt við fjøl- miðlarnar, at hann ongan veg fer, áðrenn skúlin er liðugur, men at hann er áhugaður í at fara til Dan- markar at royna seg. Svein- ur sigur, at fær hann eina innbjóðing frá Viborg til eina royndarvenjing, so fer hann avstað, um tað liggur fyri, tí tað er ein stór av- bjóðing at fáa. Fyrrverandi lands- liðsleikarin skal verða nýggi miðvallar- motorurin á Svangaskarði FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B68 misti sum kunnugt í vetur stóran part av mið- vøllinum, tá bæði Jann Ingi Petersen og Fróði Benja- minsen gjørdu av at royna fótbóltseydnuna uttanlands. Eisini í aðrar mátar hevur talan verið um frágongd hjá toftamonnunum, men nú røkist tó fyri, at leiðslan í felagnum er í ferð við at tippa nøkur av holunum aftur. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at felagið hevur gjørt avtalu við Herbert í Lon Jacobsen fyri komandi kappingarár, og nú stendur so greitt, at hesin ikki verð- ur einasti løgreglumaðurin í felagnum. Toftamenn hava nevnliga eisini gjørt avtalu við Mikkjal Thomassen – sum saman við Herbert hevur nomið sær útbúgving innan løgregluna. Mikkjal leikti fram til 1996 við HB, og eisini var hann eitt skifti í landsliðs- hópinum hjá Allani Simon- sen. Men tá hann ikki vildi gjalda eina bót fyri at koma ov seint aftur frá einum innkeypstúri á eini uttan- landsferð, varð hann settur í karantenu av táverandi landsliðsvenjaranum. Eftir at hava havt steðg frá fótbóltinum í eitt ár, fór Mikkjal í 1998 at royna seg hjá B36, og eisini har vann hann sær mest sum alt fyri eitt fast pláss á miðvøllin- um. Og tað er einki at ivast í, at tey á Toftum vænta sær nógv av nýggja miðvallar- anum. Hóast hann ikki er av skjótastu monnum, so er talan um ein gjøgnumbrots- sterkan leikara, sum van- liga er góður fyri nøkur mál um árið. Spælskilið er eis- ini av tí besta, umframt at hann kropsliga er sera væl fyri, so tað tykist upplagt, at B68 við hesum hevur funnið sær ein nýggjan miðvallarmotor fyri Fróða. Ulrik Wilbek áhugaður í Sveini Mikkjal Thomassen á B68-miðvøllin Ungi Sveinur Justinussen fer nú møguliga at royna seg í donskum hondbólti Mikkjal Thomassen, h.m. fer nú at styrkja um miðvøllin hjá B68 C M Y K 22