Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 38 - 25. februar 2004 Nr. 38 - 25. februar 2004 21 Mánadagin fóru tey av vardu verkstøð- unum, Virkni og Vón, at sláa tunnu í Eysturoynni. Leiðin gekk inn á verkhúsið Stíggj í Saltangará FØSTULÁVINT Orð og myndir Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Vardu verkstøðini kring landið skipa hvørt ár fyri tunnusláing og skiftast um at bjóða hvørjum øðrum á vitjan. Hesaferð høvdu tey í verkhúsinum í Saltangará bjóða vinum sínum av Argjum og úr Havn at vitja. Tey vóru um 70 í tali, og í alt mundu vera eini 100 fólk til tunnusláing á Stíggi. Áðrenn farið varð til tunnurnar, var søla av pyls- um og sodavatni. Tunnu- sláingin bleiv býtt í tvey; ein tunna til tey "sterku" og ein til tey "næststerku". Tá kattakongarnir vóru funnir, bar til at keypa sær ein kaffimunn og føstu- lávintsbolla. Fólk hugnaðu sær óført og gleddust um at vera saman við vinum og kenn- ingum. Tað allarbesta við degnum var, at tey á Stíggi høvdu riggað eitt diskotek til dans. Tunnusláarar á ferð Tað skulu góðar kreftir til at sláa tunnu sitandi. Karstin tekur eitt megnar tak, meðan Hildur roynir at hjálpa honum Herjálvur ger sítt besta at fáa tunnuna niður, men tað er ikki bara sum at siga tað, tí henda tunnan var til tey "sterku" Tað allarbesta við degnum var, at tey á Stíggi høvdu riggað eitt diskotek til dans. Kavalerurin hjá Emmu eitur Olfert Bárður Trúgvason gjørdist kattakongur hjá teimum á "næststerka" liðnum. Á "sterka" liðnum var bleiv Øssur kattakongur Asbjørn hugnar sær við kaffi og føstulávintsbolla Um 100 fólk vóru savnaði til tunnusláingina á Stíggi, so bíðirøðin var long, tá sølan av kaffi og føstulávintsbollum byrjaði. Nú er túrurin komin til Mirjam og Jógvan. Leiðarin á Stíggi, Poulina Johannesen, hevði úr at gera PRÁT VIÐ PRAKTIKANTAR Andreas Dalsgaard Herfyri var Andreas Dals- gaard úr 9. flokki á Venj- ingarskúlanum í starvs- praktikki á Sosialinum á Argjum. Ein av teimum seinastu døgunum hitti hann fýra dreingir av Venj- ingarskúlanum, sum vóru í praktikki, og fekk eitt lítið prát við teir. Eisini fór hann framvið Barnagarðin á Velbastað- vegnum og har fekk hann eitt prát við Herdis Müller, sum er praktikantur har. Næmingar á Venjingarskúla í starvspraktikki: Bøta trol, ansa børnum og mála – Hvar er tú í praktikki? – Eg eri á Vónini. – Hvat plagar tú at gera har? – Bøti trol og hjálpi til. – Dámar tær væl? – Ja, sera væl. – Hví valdi tú júst hetta staðið? – So eg dugi tað, áðrenn eg fari nakran veg til skips. – Ætlar tú at vera hetta, tá tú gerst eldri? – Nei. – Hvar er tú í praktikki? – Hjá Norðbil. – Hvat plagar tú at gera har? – Vaska bilar og gera fyrifallandi arbeiði. – Dámar tær væl? – Tað er fínasta slag. – Hví valdi tú júst hetta staðið? – Helt tað vera spennandi at vita, hvussu alt gongur fyri seg á einum bil verkstaði. – Ætlar tú at vera bilmekanikari, tá tú gerst eldri? – Nei. Sigmar Berg Hentze Kári Olsen – Hvar er tú í praktikki? – Hjá Torbjørn Olsen, listamanni. – Hvat plagar tú at gera har? – Máli málaríir, meðan Torbjørn gevur góð ráð. – Dámar tær væl at mála? – Ja, sera væl. – Hví valdi tú júst hetta staðið? – Fyri at vita, hvussu ein listamaður arbeiðir. – Ætlar tú at verða lista- maður, tá tú gerst eldri? – Ja, partvís. Høgni Mohr Hvar er tú í praktikki? – Í Innistovu á barnagarð- inum við Velbastaðvegin. – Hvat plagar tú at gera har? – Ansa eftir børnunum. – Dámar tær væl? – Ja, sera væl. – Hví valdi tú júst hetta staðið? – Haldi at tað er áhugavert at ansa eftir børnum. – Ætlar tú at at arbeiða á barnagarði, tá tú gerst eldri? – Ja, kanska. Herdis Müller – Hvar er tú í praktikki? – Hjá Damor. – Hvat plagar tú at gera har? – Fyrifallandi arbeiði og har ein hjálpandi hond kann nýtast. – Dámar tær væl? – Ja, sera væl. – Hví valdi tú júst hetta staðið? – Tí tað hevur mín áhuga. – Ætlar tú at gera slíkt ar- beiði, tá tú gerst eldri? – Tað kemur tíðin at vísa. Hanus Mikal Andreasen C M Y K 21 20