mikudagur 25. februar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 38 - 25. februar 2004
Nr. 38 - 25. februar 2004
19
Nýggi skemtileikurin
hjá Klaksvíkar Sjón-
leikarafelag, Kaktus-
blóman, er ein her-
ligur hurlivasi av
lygnum, misskiljing-
um, serskøltum og
gellum. Og ikki minst
eitt sera forvitnisligt
samanspæl millum
garvaðar og óroyndar
leikarar.
SJÓNLEIKUR
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Fullkomna fløkjan
Fyri at sleppa undan at
koma í klørnar á onkrari
giftisjúkari
elskarinnu
uppfinnur ríki tannlæknin
og konufólkarevurin Julian
eina ótrúgva konu og trý
børn. Alt gongur sum
smurt, inntil Julian verður
so forelskaður í Antoniu, at
hann biður hana giftast við
sær. Men Antonia setur
uppá at hitta konuna og
børnini fyri at vissa seg um,
at hon ikki er orsøkin til at
familjan hjá Julian fer í sor.
Og so byrjar ein endaleys
jagstran eftir leikarum til
leikin, sum skal sannføra
Antoniu um syndarliga
familjulívið hjá neyðars
Julian. Vinir, kenningar og
sjúklingar verða ein fyri og
annar eftir hirdir inn í leikin
hjá Julian fyri at bjarga
honum úr fløkjuni, sum
sjálvandi bara gerst meira
og meira fløkt.
Við fúkandi ferð flúgva
lygnirnar um oyruni á leik-
arum og áskoðarum, inntil
alt brádliga fær eina óvænt-
aða vend - júst sum tað
eigur
í
einum
røttum
glantrileiki, sum hesum.
Endamálið við einum
glantrileiki er ikki at bera
nakran boðskap ella at lyfta
peikifingrar. Endamálið er
undirhalda - fáa áskoðarnar
at sita í skellilátri frá byrjan
til enda. Størsta avbjóðing-
in liggur uttan iva í skapa
karikaturar av láturligum
persónum, uttan at teir
verða alt ov nógv av tí
góða. Ein hárfín javnvág, ið
krevur nógv av leikarnum
og ikki minst av leikstjór-
anum. Egi Dam hevur, við
hepnari hond og ikki sørt av
dirvi, sett ein nýggjan sjón-
leikarahóp
saman,
har
ungir og óroyndir leikarar
sleppa at royna seg í einum
avbjóðandi samanspæli við
’gamlar’
kenningar
úr
Klaksvíkar
Sjónleikara-
felag.
Kiksaðir konufólka-
revar
Jan Gardar er ein av okkara
mest garvaðu skemtileik-
arum, og drúgvu royndirnar
munnu koma væl við í høv-
uðsleiklutinum sum Julian.
Við einum sakleysum og
fittum smíli lýgur hann alt
og øll rundanum seg upp í
eina fløkju, hann til endan
sjálvur situr so rimmar-
fastur í. At spæla fullur
sigst vera ein tann mest
trupli leikluturin yvirhøvur.
Og í so máta fær Jan Gard-
ar veruliga sín elddóp í
Kaktusblómuni.
Fulla-
mannsenurnar eru so sann-
førandi, at tú fert at ivast í,
um Jan hevur gloymt ætl-
aðu replikkirnar og kvettir
sínar viðleikarar av fyri
onkusvegna at bjarga sen-
uni.
Mest hugtakandi er tó
samanspælið millum Jan
Gardar og Petur Simonsen í
leiklutinum
sum
ungi
hippiearin Igor, ið eisini
hevur eitt gott eyga á
Antoniu. Á ein næstan
óhugnaligan hátt fær Petur
áskoðaran at halda, at hann
als ikki spælir sjónleik.
Slíkar
sjónleikaragávur
mugu hava neyðuga rúmið
fyri at koma til sín rætt,
men har gjørdist leikluturin
sum Igor skjótt ov trongur.
Eftir at hava reikað nakað
húsvillir runt á pallinum,
sleppa Norbert (Hans Hjalti
Skaale) og Hr. Cochet
(Bjarni Ziska Dahl) at vísa
seg sum rættir konufólka-
revar í seinnu helvt av leik-
inum. Sannførdur um, at
hann er Guds gáva til allar
kvinnur, herjar Norbert
ovurspentur á alt sum
gongur í kjóla, meðan Hr.
Cochet ørkymlaður roynir
at varveita eitthvørt, ið
minnir um, at "Ordnung
muss sein" hóast alt. Báðir
spæla teir leiklutin sum
kiksaðir Casanovas út í
galosjuspíssarnar, Bjarni
sum altíð við einum næstan
aristokratiskum yvirbráði
og Hans Hjalti so sprutt-
fornermaður, at hann er um
at spreinga alt ov tronga
puntuta jakkan.
Nýggj ættarlið
Ungu og nýggju kreftirnar í
Klaksvíkar
Sjónleikara-
felag eru hesuferð um-
boðaðar av Duritu Samuel-
sen (Antonia) og Aðalbjørg
Linklett (Stephanie). Durita
hevur ta ivaleyst ótakk-
somu uppgávu at spæla
irriterandi, bláoygd og býtt
gás, meðan Aðalbjørg verð-
ur tveitt ímillum leiklutirnir
sum fitta konan hjá Julian
og ísakøld og snerput
klinikkdáma - ein vanda-
mikil kaktusblóma! Eftir
mínum tykki sleppur hon
best frá leiklutinum sum
klinikkdáma, har hon minti
meg mest um óndu og
Skemtileikur í Atlantis:
Kín ongantíð einari kaktusblómu!
ísakøldu sjúkrasystrina í
Geykareiðrinum.
Leiklutirnir sum Antonia
og Stephanie eru krevjandi
- kanska ov krevjandi til
tveir so ungar og óroyndar
leikarar. Vandin fyri at
yvirspæla hesar leiklutir
liggur allatíðina og lúrir,
men sum heild sleppa báðar
væl frá uppgávuni.
Vit koma uttan iva at
síggja meir til tær báðar,
men Aðalbjørg skumpar
vónandi ikki ommu sína og
kenda sjónleikaraveteranin
Adelborg Linklett av pall-
inum í bræði. Enn enaferð
megnaði Adelborg at fáa
allan salin at sita í skelli-
látri, tá hon sum tann
hysteriska yvirklassafrúan
Durant-Bénéchol við hundi
og hatti og munninum full-
um av vatttottum gav greið
boð, at hon so sanniliga
ikki fann seg í at verða
gloymd tannlæknastólinum
Franskt á føroyskum
Ein lættur og rámandi mál-
burður er heilt avgerandi
fyri um ein glantrileikur,
sum hesin, riggar yvir-
høvur. Týðarin Andreas
Justesen hevur klætt leikin í
ein livandi talumálbúna og
letur til dømis leikarnar
kalla hvønnannan pillsvøk,
idiot, egoist og totalt kiks-
aði. Tí undrar tað meg ikki
sørt, tá týðarin velur at
brúka eitt orð sum til
dømis kjúlingatvíflís, sum
so týðiliga brýtur frá tí ann-
ars
smidliga
gerandis-
málinum í leikinum. Ikki at
"kyllingasandwich", sum
tey flestu ivaleyst siga,
hevði verið betri, men so
ræður um at finna eitthvørt
annað vanligt orð í staðin.
Kaktusblóman er upp-
runaliga ein franskur leik-
ur, og týðarin roynir ikki at
billa nøkrum inn, at vit eru
í Føroyum fyri tað, um
persónarnir tosa føroyskt.
Teir hava framvegis fronsk
nøvn, gjalda við frankum
og rópa Viva la France í
ovurkæti. Men áttu teir so
ikki at roykt Galoise siga-
rettir heldur enn Prince?
Nei, ikki hjá tí snilda týð-
aranum, sum líka vil minna
á, at hetta franska harka-
liðið hevur verið umvegis
føroyskt, áðrenn tey lendu á
pallinum í Atlantis.
Snild pallmynd
Edward Fuglø hevur sum
ikki einaferð fyrr gandað
fram eina pallmynd, sum
snýtur okkum øll. Tronga
og myrka Atlantis er vorðið
stórt og ljóst, og við fáum
og einføldum lutum verður
pallurin lættliga umskap-
aður frá íbúð til bíðirúm,
plátuhandil ella náttklubb.
Leikarnir høvdu tó ikki
rættiliga vant seg við snild-
isligu uppsetingina, og tí
tók tað ov langa tíð at skifta
millum tær ymsu pall-
myndirnar. Hetta hevði við
sær, at leikurin gjørdist ein
hálvan tíma longri enn
ætlað - men slíkum byrjun-
arfeilum eigur tað nettupp
at vera pláss fyri í eini
frumframsýning.
Egi Dam og Andreas Justesen
C
M
Y
K
19
18