Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 38 - 25. februar 2004 Nr. 38 - 25. februar 2004 17 REPORTASJA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Inni í stóru gongini í skúlanum við Ósánna standa tvey hjart- ansfegin fólk og práta sam- an. Ein starvsfelagi hjá Bjørn Kalsø og formaðurin í Norðoya Sambandsfelag John William Joensen. Hann er fyrndarglaður fyri, at Bjørn er vorðin nýggi landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum. – Hetta koma tey ikki at angra, tað eri eg púra sann- førdur um, sigur John William vælnøgdur. Bjørn Kalsø hevur júst lagt telefonina á inni á skrivstovuni, eftir at hava tosað við útvarp Føroya, og kemur gangandi út haðani, tá aðrir fjølmiðlar og onnur fólk koma at heilsa upp á nýggja landsstýrismannin. Fattur er hann og róligur, sum altíð. Nakað bleikur kortini, og tað sást væl, at hann ikki er vanur við slíkt hóvasták. Men hann hevur gott mót og er spentur uppá ta nýggju og stóru avbjóðing- ina, sum nú liggur fyri framman. Ongin undirvísing Bjørn eigur eftir tímatalv- uni at hava fjórða flokk hendan skúlatíman, men neyvan verður tað til tað stóru undirvísingina, tí tað er ikki friður eina løtu. Øll vilja heilsa uppá hann. Á veg inn til fjórða flokk koma fleiri starvsfelagar at ynskja honum til lukku. Rannvá Joensen, vara- skúlastjóri, sigur, at tey eru sera forharmaði at spæla av við Bjørn, men samstundis glað hansara vegna. Skúla- stjórin Símun Petur Hjelm heldur skemtandi fyri, at hetta var óluksáligt, tí nú fer hann at hanga upp á alis- og evnafrøði, sum eru lærugreinar, sum Bjørn millum annað hevur undir- víst í. Mai Breckmann og Jórun Høgnesen, sum báðar eru lærarar, koma eisini at heilsa upp á Bjørn, beint áðrenn hann letur dyrnar til fjórða flokk upp. Familjumaður Dúgliga verður skemtað við hvat fyri lík hjá Bjørn fer at verða grivið upp nú, hann skal sessast í tann heita stólin í fiskivinnu- málaráðnum. Bjørn sjálvur tekur tað alt við einum smíli og hevur hug at skemta sjálvur. Men álvarin í eygunum er ikki at taka feil av. Hann veit, at av- bjóðingin er stór, og at hetta fer at merkja, at hann verður nógv burtur frá heimi og familjuni, sum hann gongur sera nógv uppí. Bjørn og familja hansara hava tosað nógv um hetta, at um hann nú fór at gerast landsstýrismaður í fiski- vinnumálum, so fer hann at verða nógv burtur. Bjørn er giftur við Hennibeth úr Klaksvík, og eiga tey tríggjar synir. 16 ára gamla Steffan, 12 ára gamla Sørmund og 1 ára gamla Símun, sum hevði sín fyrsta føðingar- dag sjálvan dagin, pápi hansara varð útnevndur til landsstýrismann í fiski- vinnumálum. Miðlingason- urin Sørmundur fylti ann- ars 12 sjálvan valdagin, so ikki kann annað sigast enn, at føðingardagarnir hjá synunum báðum í ár hava verið nógv merktir av poli- tikki. Hvar fert tú, Bjørn Børnini í fjórða flokki eru ikki nógv í tali, men tey hava øll skilt, at okkurt er á vási í dag. Bjørn fer upp til talvuna og teknar ein stóran fisk á talvuna, meðan børn- ini spyrja eitt fyri og annað eftir, hvat er á vási. Glað fara tey øll upp til talvuna og stilla seg hjá Bjørn, so myndafólkini fáa tær myndirnar, sum skulu til. Fartelefonin hjá Bjørn ringir áhaldandi, og tá hann tekur hana er tað onkur, ið vil ynskja honum til lukku. – Eg standi her í floks- hølinum saman við leiðsl- uni á skúlanum, fjølmiðl- unum og næmgunum, sigur Bjørn í telefonina. Tá samrøðan er liðug vendir hann sær aftur móti teimum, ið inni eru. – Ja, ja… eg vóni, at tað fer at ganga væl, sigur hann og leggur so skemtandi afturat, at í dag siga øll til lukku men um ein mánað, so skelda øll. Børnini siga bei við Bjørn Nýggi landsstýris- maðurin í fiskimál- um, Bjørn Kalsø, heldur tað verða púra upplagt, at tað eru norðoyingar, ið eiga heita sessin í fiski- málaráðnum LANDSSTÝRISMAÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bjørn Kalsø er eitt rætti- liga ókent navn í føroysk- um politikki, men tá ið hann í næstum tekur við sessinum sum landsstýris- maður í fiskimálum, er tað alt fortíð. Bóndin á Syðra- dali sigur, at hann gjørdist rættiliga bilsin, tá ið hann seint mánakvøldið fekk áheitanina frá tingmanning sambandflokksins. Sjálvur hevði hann væntað, at tað fór at verða ein av limunum í tingmanning flokksins, ið fekk bjóðað sessin. Ivaðist í at stilla upp Undan valinum 20 januar ivaðist Bjørn Kalsø stór- liga, um hann yvirhøvur skuldi stilla upp til løg- tingsvalið. Hann gjørdist eisini stórliga bilsin av at fáa ikki færri enn 192 per- sónligar atkvøður á val- inum, og dyggi stuðulin frá norðoyingum eggjaði hon- um til at halda fram á polit- iska leikvøllinum. Bjørn Kalsø fekk ikki nógva tíð mánakvøldið til at um- hugsa, um hann vildi taka av landsstýrissessinum, men eftir at hava tosað við familjuna, valdi hann at taka av. Sjálvur sigur hann, at tey komu til tað niður- støðu, at hetta var ein møguleiki, sum tú bert fær einaferð í lívinum, og tí hevði eg óivað angrað tað, um eg ikki tók av, sigur komandi landsstýrismaður- in. Bjørn Kalsø sigur eisini, at eftir hansara tykki er tað púra upplagt, at tað er norð- oyingar, ið eiga landsstýris- mannin í fiskimálum, tí Norðoyggjar eru týdningar- miklasta fiskivinnuøki í landinum. Altíð havt áhuga fyri fiskivinnuni Sjálvur hevur Bjørn Kalsø ikki tær stóru royndirnar úr fiskivinnuni. Hann hevur fingist nakað við útróður, og harafturat hevur hann verið onkran túr við nóta- báti. Men komandi lands- stýrismaðurin heldur ikki, at tað er nøkur forðing, tí hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri fiskivinnuni. – Eg eri ættaður av Syðradali, sum er fiski- vinnubygd burturav. Tað eru 13 hús í bygdini, og einaferð vóru tað ikki færri enn 12 skiparar búsitandi á Syðradali, so tað hevur altíð verið nógv prát og kjak um fiskivinnu í bygd- ini, sigur Bjørn Kalsø. Eis- ini heldur hann, at tað kann verða ein fyrimunur, at landsstýrismaðurin ikki hevur nøkur beinleiðis áhugamál í vinnuni, sum møguliga kunnu skapa iva um hansara trúvirði. Góðskumenningar- skipanin og rækjuflot- in liggja frammalaga Spurdur hvørji mál, ið nýggi landsstýrismaðurin fer at hava ovast á arbeiðs- listanum hjá sær, sigur Bjørn Kalsø, at tað dugir hann ikki at siga enn, og hann vil ikki gera nakrar viðmerkingar til nakað ítøkiligt mál enn. Tó sigur hann, at tað góðskumenn- ingarskipanin liggur framma- laga á dagsskránni, og somuleiðis er umráðandi at hyggja nærri upp á rækju- flotan sum skjótast. Nøkur mál eru eisini farin í gongd í umsitingini, og tí má eg hyggja nærri upp á, hvar hesi mál liggja, tá ið eg eri farin til verka, sigur Bjørn Kalsø. Tað er eisini ógvu- liga umráðandi, at eg tosi við umsitingina og sam- gonguna um, hvørji mál ið eru mest átrokandi. Gera mítt besta at tæna landi og fólki Bjørn Kalsø sigur, at hann er fullvæl greiður yvir, at tað er ein ógvuliga heitur sessur, ið hann setur seg í, men at hann er ikki bangin fyri avbjóðingini. Eg fari til verka við góðum treysti, sigur hann og leggur aftur- at, at vónandi fer tað at spæla væl av, tí eg vil undir øllum umstøðum gera mítt allarbesta til at tæna landi og fólki á best møguligan hátt. Komandi landsstýris- maðurin er heldur ikki bangin fyri, at fjølmiðlarnir fara at grava í fortíðuni hjá honum, tí har er einki at fara eftir, sigur hann. Nú Bjørn Kalsø fer í landsstýri, noyðist hann samstundis at siga sess- inum sum bygdarráðsfor- maður í Húsa kommunu farvæl, men tað ger ikki tað stóra, tí har eru góð fólk at taka yvir, sigur hann. Síðani tað gjørdist greitt, at Bjørn Kalsø skuldi yvir- taka landsstýrissessin eftir Jóhan Dahl, hevur telefonin hjá honum gingið heit, og tá vit tosaðu við hann fyrra- partin týsdagin, segði hann, at hann ikki hevði gjørt annað enn tosa í telefon all- an dagin. Bjørn Kalsø veit ikki enn at siga, nær hann skal taka við landsstýris- sessinum, tí tað eru ymisk viðurskifti, ið hann skal hava upp á pláss, áðrenn hann kann taka við. Tó fer nýggi landsstýrismaðurin at heilsa upp á í fiskimála- ráðnum fyrrapartin miku- dagin. Upplagt at landsstýrismaðurin er úr Norðoyggjum Higartil hevur Bjørn Kalsø teknað fiskar fyri børnunum í Ósáskúlanum, men nú skal hann mynda føroyska fiskivinnupolitikkin í nýggja starvi sínum, sum landsstýrismaður í fiskimálum Mynd: Solby A. Eliasen Navn: Bjørn Kalsø Aldur: 37 ár Starv: Lærari í Ósaskúlanum í Klaksvík, bóndi á Syðradali og bygdarráðsformaður í Húsa Kommunu Hjúnarstøða: Giftur við Hennibeth Børn: Steffan 16 ár, Sørmundur 12 ár, Símun – fylti 1 ár týsdagin Bústaður: Syðradalur á Kalsoynni Fakta Bjørn Kalsø sigur nú farvæl við sítt vanliga starv sum fólkaskúlalærari og fer suður at sita í fiskivinnumálaráðnum Mynd: Solby A. Eliasen Eitt serligt huglag valdaði í skúlanum við Ósánna í Klaksvík týsmorgunin, tá tíðindini um, at nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eitur Bjørn Kalsø. Næmingar og starvsfelagar heilsaðu tí nýggja fiskivinnumálaráðharranum og bóru honum góð ynski Í næstum verður arbeiðsplássið hjá Bjørn Kalsø ikki longur í 4. flokki í Ósáskúlanum, men í fiskimálaráðnum í Havn Mynd: Solby A. Eliasen C M Y K 17 16