mikudagur 25. februar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 25. februar 2004
15
UTTAN ÚR HEIMI
Einki annað land
hevur so nógvar
kvinnur í leiðandi
størvum sum
Russland
KVINNUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ráðgevarafelagið
Grant
Thornton hevur hugt eftir,
hvussu tað gongst kvinnum
at sleppa fram at leiðandi
størvum í 26 ymsum lond-
um. Kanningin umfataði
6900 fyritøkur í Amerika,
Evropa og Asia.
Úrslitið vísir, at Russland
er nummar eitt, tá tað snýr
seg um at loyva kvinnum
framat. Har sita kvinnur í
leiðslunum í 89 prosentum
av landsins fyritøkum. Á
næsta plássi eru Filips-
oyggjarnar við 85 prosent-
um, og síðani kemur USA
við 75 prosentum.
Ringast stendur til hjá
teimum niðurlendsku og
pakistansku
kvinnunum.
Har hava bara 27 prosent av
fyritøkunum eina ella fleiri
kvinnur í leiðsluni.
Verður hugt at øllum
nevndar- og leiðarasessun-
um, er Russland framvegis
á odda. 42 prosent av øllum
nevndar- og stjórasessum
har eru mannaðir við
kvinnum. Her kom Japan á
niðasta pláss. Har hava
kvinnurnar bara 7 prosent
av nevndar- og stjórasess-
unum.
Arnold Schwarzen-
egger vil hava ameri-
konsku grundlógina
broytta, so hann kann
gerast forseti
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Eftir amerikonsku grund-
lógini eru tað bara tey, sum
eru fødd í USA, sum kunnu
gerast forseti, men hetta vil
guvernørurin í Kalifornia
hava
broytt.
Arnold
Schwarzenegger er føddur í
Eysturríki og kann tí ikki
stilla upp til eitt forsetaval.
Í einari røðu í Washing-
ton sunnudagin mælti hann
amerikanarunum
til
at
broyta grundlógina. Sjálvur
helt hann, at fólk, sum hava
búð meiri enn 20 ár í USA,
eiga at fáa rætt til at stilla
upp til forsetaval.
- Nógvir evropearar, sum
eru fluttir til USA, gera eitt
megnararbeiði her, segði
Schwarzenegger,
sum
sjálvur fekk amerikanskan
ríkisborgararætt í 1983. Og
hann hevði eisini onkur
dømi at vísa á.
- Hyggið bara eftir, hvat
fólk sum Henry Kissinger
og
Madeleine Albright
hava avrikað, segði guver-
nørurin og minti á, at tey
bæði eru fødd í Evropa.
Nú vil hann
vera forseti
Í Russlandi sleppa
kvinnur framat
Harrans mótstøðu-
herur sigur, at hann
ætlar sær at taka
valdið í Uganda og at
stýra landinum eftir
teimum tíggju boð-
unum. Seinastu átjan
árini hevur herurin
burturflutt og dripið
fólk í túsundatali.
Seinasta vikuskiftið
fullu 192 flóttafólk
fyri Harrans her-
monnum
UGANDA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Harrans hermenn í Uganda
halda ikki hvílidagin hei-
lagan. Seinasta sunnudag
lupu teir á eina flóttafólka-
legu 25 kilometrar norðan
fyri høvuðsstaðin Kam-
pala. Tá teir fóru haðani,
høvdu teir beint fyri 192
sivilfólkum.
LRA, sum er styttingin
fyri enska navnið hjá Harr-
ans mótstøðuheri, hevur
síðani 1986 stríðst fyri at
koyra Yoweri Museveni,
forseta frá. Politiska dags-
skráin hjá herinum er
ógreið, men málið er at
taka valdið í Uganda og at
stýra landinum eftir teim-
um tíggju boðunum.
LRA hevur sína høv-
uðsstøð í grannalandinum
Sudan, og amerikanska
fregnartænastan heldur, at
herurin telur um 3.000
mans. Fyri einum ári síðani
vildi stjórnin í Kampala
vera við, at Harrans mót-
støðuherur var niðurbardur,
og at leiðslan í herinum var
sinnað at tosa um frið. Men
vantandi
álit
ímillum
partarnar gjørdi, at ongar
samráðingar komu í lag.
Ein talsmaður hjá ugand-
isku stjórnini segði tá, at
Harrans mótstøðuherur var
komin á fallandi fót, men
sivilfólkið hevur sannað
nakað annað. Síðani sein-
asta summar hava Harrans
hermenn framt fleiri sera
blóðug álop, og tær sein-
astu vikurnar eru álopini
harðnað.
Sambært altjóða felags-
skapum er tað ikki heilt
rætt at tosa um hermenn, tá
tosað verður um LRA, tí
flestu hermenninir eru børn
og ungdómar, sum herurin
hevur burturflutt, og sum
verða noydd at berjast fyri
hann. Ugandisku myndug-
leikarnir siga, at í fjør
vórðu meiri enn 5.000 børn
burturflutt. Tey verða síð-
ani nýtt sum hermenn ella
seld sum skøkjur, siga
myndugleikarnir.
Ræðuleikar
Tað er næstan einki mark
fyri, hvat Harrans hermenn
kunnu finna uppá, tá teir
leypa á sivilfólkið. Mál
teirra er at ræða fólk, og tað
verður gjørt á ein so ræðu-
ligan hátt, at fólk í tíggju-
túsundatali eru flýdd frá
húsi og heimi undan teim-
um.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani tosaði BBC við tann 23
ára gamla David, sum hevði
verið fangi hjá Harrans
heri.
- Teir bundu meg, løgdu
meg niður og søgdu, at eg
mátti ikki geva ljóð frá
mær. Síðani setti ein teirra
seg á bringuna á mær, með-
an ein annar helt beinum
mínum. Ein triði tók eina
øks. Fyrst høgdi hann
vinstra arm av mær, síðani
hin armin, og at enda tók
hann ein knív og skar
nøsina, oyruni og varrarnar
av mær, greiddi David
BBC-tíðindamonnunum
frá. Revsingina fekk hann,
tí Harrans hermenn vildu
vera við, at hann var í her-
inum hjá stjórnini.
Mannarættindafelags-
skapir og ST hava fleiri
ferðir fordømt Harrans
mótstøðuher. Felagsskap-
irnir hava skotið upp, at
leiðararnir í herinum verða
drignir fyri ein krígsbrots-
mannadómstól, men hesum
hevur Barnahjálparfelags-
skapurin ávarað ímóti. Har
stúra tey fyri, at eitt slíkt
rættarmál fer at fáa av-
leiðingar fyri tey rændu
børnini.
(Kelda: NTB)
Drepa og pína
í navni Harrans
Hesin maðurin var
millum teirra, sum
vórðu særd, tá
Harrans hermenn
lupu á eina flótta-
fólkalegu um
vikuskiftið
Mynd: Reuters
15
14
Nr. 38 - 25. februar 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Í sambandi við at 10
ár eru liðin síðan
Serstovnadeildin varð
stovnað, varð bjóðað
til móttøku á
Verkstaðnum Vón á
Argjum fríggjadagin
20. februar 2004.
Serstovnadeildin
bleiv 10 ár 15. februar
Móttøkan byrjaði við at
Mary í Garði, leiðari í
Heimarøktini og Serfor-
sorgini, sum Serstovna-
deildin er ein partur av,
bjóðaði øllum vælkomin.
Eisini hildu Hans Pauli
Strøm landsstýrismaður og
Malena
Arnholdsdóttir,
formaður í Javna, talur.
Leiðarin á Serstovna-
deildini, Bjarni Clement-
sen, segði í sínari talu, at
tey høvdu valt at gera eitt
sindur
burturúr
hesum
degnum. Fyrst og fremst
fyri at gera vart við at
Serstovnadeildin er til og
ger eitt stórt arbeiði á
einum øki, sum ikki so
nógv geva sær far um.
"Á verkstøðum og verk-
húsum okkara kring landið
hava vit roynt at markera
dagin, við at bjóða lagkøku,
so brúkarin eisini skal
merkja at vit hava føð-
ingardag" segði hann.
Síðan kom hann inn á
hvat Serstonvadeildin er:
Serstovnadeildin er ein
eftirkomari av virksemin-
um, sum Statens Ånds-
svageforsorg
byrjaði
í
Føroyum í 1971, fyrst undir
leiðslu av Storstrøms Amt í
Danmark,
síðani
undir
leiðslu av Socialstyrelsen/
Sosialministerienum
í
Keypmannahavn.
Seinni bleiv navnið Stat-
ens Åndssvageforsorg skift
út við navnið Andveikra-
verndin, sum í 1988 bleiv
ein
landsstovnur
undir
Almannastovuni og Føroya
Landsstýri.
Andveikraverndin bleiv
avtikin í 1994 og virksemið
být sundur millum deildir á
Almannastovuni. Í 1998
bleiv Serstovnadeildin ein
partur av Heimarøktini og
Serforsorgini, tá virksemið
hjá Almannastovuni bleiv
býtt í tveir stovnar undir
Almannaráðnum.
Í dag rekur Serstovna-
deildin 25 stovnar (32 eind-
ir): 6 verkstøð/verkhús við
125 plássum, 5 bústovnar
(8 eindir) við 41 plássum,
10 sambýlir (14 húskir) við
74 plássum (tilsamans 115
búpláss) og fýra umlætt-
ingarheim við 14 plássum.
Í 1973 byrjaði sjálvt
Verkstaðið Vón, sum vard-
ur verkstaður í leigaðum
hølunum hjá Losjuni á
Tinghúsvegnum í Havn, og
flutti síðani í nýggj hølir
her á Argjum í 1980. Tí-
verri brendi hesin verk-
staðurin í grund í 1996, og
vit fingu høvið at byggja
ein nýggjan bygning á
sama stað, sum hin bygn-
ingurin stóð.
At enda takkaði Bjarni
Clementsen øllum sum
hava starvast í skipanini tey
farnu 10 árini, bæði teim-
um á stovnunum, sam-
býlunum, verkstøðunum, í
fyrisitingini, stovnsleiðar-
um og øllum hinum, sum
hava gjørt sítt til at so nógv
er komið burturúr.
Framsýning var av lutum
hjá Vón og Virkni. Eisini
spældu Ælabogin og M-as
Blues Band. Høvið var at
síggja verkstaðin og heilsa
upp á leiðsluna í Heima-
røktini og Serforsorgini og
onnur, sum starvast í skip-
anini.
Móttøka á Verkstaðnum Vón:
Serstovnadeildin 10 ár á baki
Maud W. Hansen (h.m.) leiðari fyri Verkstaðið Vón, handar her Bjarna Clementsen, leiðara á Serstovnadeildini, og Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, ein
nýggjan faldara, sum lýsir endamálið og virksemi hjá Verkstaðnum Vón
Mynd: Jens Kristian Vang
Á móttøkuni vóru millum onnur, Carita Bjørklund,formaður í Føroya Pedagogfelag, núverandi og fyrrverandi formaður í Javna,
Malena Arnholdsdóttir og Diana í Puntabyrgi.
Mynd: Jens Kristian Vang
Mary í Garði leiðari á Heimarøktini og Serforsorgini, fekk
eina plakat frá Verkstaðnum Vón
Mynd: Jens Kristian Vang
Nógv fólk møttu til móttøkuna tá Serstovnadeildin fylti 10 ár
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14