mikudagur 25. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
(Aftursvar til við-
merking hjá Helga
Abrahamsen til grein
mína, "Sambands-
hugsjónin? ABC?")
Knút Eysturstein
Eg má byrja við at siga, at
tað er ikki eiti á ábyrgd, ið
Helgi hevur lagt á mínar
herðar! Í relativt stuttu við-
merking síni biður hann
meg skriva eina grein aft-
urat. Eina grein, har eg
persónliga skal koma við
einum ítøkiligum fíggjar-
ligum uppskoti til, hvussu
vit loysa Føroyar frá Dan-
mark, og ikki minst hvussu
og hvar vit skulu skerja í
vælferðartænastum!
Eg fari hervið at takka
Helga fyri álitið, men eg
óttist samstundis fyri, at eg
verði noyddur at skuffa
hann! Tí eg eri hvørki sam-
felagsfrøðingur ella bú-
skaparfrøðingur! Eg eri
bert ein ungur maður, ið
gjarna vil hava álit á teim-
um, ið stýra landinum! Á
sama hátt sum eg havi álit á
samfelagsfrøðingum, bú-
skaparfrøðingum og øðrum
serfrøðingum, ið virka í
okkara samfelagi! Tað eru
jú hesir serfrøðingar, ið
gera uppskot til broytingar í
okkara samfelagi, og ikki
eg persónliga! Hinvegin
krevji eg av okkara fólka-
valdu politikarum, ið stýra
landinum, at teirra ráðandi
hugburður skal vera merkt-
ur av áliti og áræði! IKKI
ótta og óhjálpsemi!
Greinin hjá mær hevði
eitt heimspekiligt ástøði.
Eg setti fram spurningar
um álit og hugsjónir. Við-
merkingin hjá Helga hevur
eitt fíggjarligt (material-
istiskt?) ástøði. Hann setur
fram spurningar um tøl og
fíggjaruppskot. Hetta hong-
ur ikki saman, og hevur - í
einum kjaki - lítið við hvørt
annað at gera! (Meir um
hetta seinni í greinini).
Spurningar og aftursvar
Helgi ger sær í viðmerking
síni nakrar tankar um, hvør
spurdi hvat, og hvør svaraði
hvørjum á valfundinum í
Runavík á sinni. Fyri at
gera alt eitt sindur greiðari
fari eg her at endurgeva
mínar spurningar og svarið
hjá Helga enn einaferð.
Spurningarnir, ið eg setti
Sambandsflokkinum
og
Javnaðarflokkinum, vóru
tveir í tali. Tann fyrri var:
"Eru tað bara materiell
virði,so sum pengar, bilar,
sjónvørp og luksus, ið hava
nakað at siga her í lívin-
um?"
Tann seinni var: "Hugsar
nakar av tykkum um avleið-
ingarnar av tykkara boð-
skapi? Tað einasta ein fær
at vita er, at vit duga einki!
Vit kunna einki! Vit kunnu
bara klára okkum við pen-
ingaligum stuðuli frá Dan-
mark!". (eg endurgevi her
so orðarætt sum yvirhøvur
gjørligt).
Svarið hjá Helga Abra-
hamsen var: "Sambands-
flokkurin setur vælferðina
hjá føroyinginum fremst.
Eitt sindur av luksus afturat
er fínasta slag".
Um hetta var eitt svar
uppá annan ella báðar
spurningarnar, skal eg ikki
gera meg klókan uppá.
Helgi sigur sjálvur, at svar-
ið hjá honum hevði einki
við mín spurning at gera,
(!) og at eg havi sjálvur sett
svar og spurning saman
sum best ber til, og havi
síðan "kóka súpan burtur-
úr". Nú fari eg at útgreinað
fyri tær, Helga, hvat ið var
sakt á fundinum, og hvør
niðurstøðan er:
A) Eg spyrji: "eru tað bara
materiell
virði,so
sum
pengar, bilar, sjónvørp og
luksus, ið hava nakað at
siga her í lívinum? Hugsar
nakar av tykkum um av-
leiðingarnar av tykkara
boðskapi? Tað einasta ein
fær at vita er, at vit duga
einki! Vit kunna einki! Vit
kunnu bara klára okkum við
peningaligum stuðuli frá
Danmark!?"
B) Helgi svarar: "Sam-
bandsflokkurin setur væl-
ferðina hjá føroyinginum
fremst. Eitt sindur av luksus
aftrat er fínasta slag".
C) Aftursvarið er sera
ógreitt. Tískil er niður-
støðan onnur av tveimum:
Niðurstøða 1: Helgi hevur
misskilt spurningarnar og
velur tí at koma við einum
floskli ístaðin (sum ein
rættur politikari)
Niðurstøða 2: Helgi metir
materiel virði, vælferð og
luksus at vera eitt feitt og
heldur at hetta er tað, ið
gevur lívinum innihald.
Tá ein stillar upp sum val-
evni fyri politiskan flokk,
og førir seg fram á valfundi,
so má ein eisini takað
avleiðingarnar av orðunum,
ið ein ber fram!
Eg vil annars leggja
aftrat, at orð ið vóru borin
fram á veljarafundi 15
januar í Runavík neyvan
hava tann stóra framhald-
andi áhugan hjá lesaranum,
so kanska áttu vit at steðga
her.
Fullveldi vs. vælferð?
Helgi sigur seg dáma partar
av míni grein. Men so sigur
hann eitt sum ikki passar,
og tað er, at eg sigi bart út,
at fullveldið hevur størri
týdning enn vælferðin hjá
føroyingum. Eg veit ikki
hvar tú lesur tað, men tað
stendur ikki skrivað í míni
grein. (Síggja tit, Helgi
dugir eisini at kóka súp-
an!).
Helgi skrivar soleiðis í
síni viðmerking: "Mær
dámar altíð væl, tá loysing-
arfólk opið og erliga viður-
kenna, at føroyingar kunnu
ikki bæði hava vælferð og
fullveldi, og tí mugu velja
annað av hesum". Hvør
sigur, at vælferð og full-
veldi eru tveir mótpólar, ið
ikki kunnu samantvinnast?
Hvør sigur, at vit mugu ofra
annað fyri at fáa hitt? Eg
vildi mett, at fyri ein stóran
part av føroyska fólkinum
er fullveldið tað sama sum
vælferð! Tað, at vit sjálvi
ráða í egnum landi og taka
ábyrgd av egnum avgerð-
um, er fyri mong tann
sanna vælferðin!
Persónliga haldi eg, at
hugtakið "vælferð" kann
merkja so ómetaliga nógv!
Vælferð er nakað, sum
einstaklingurin tulkar fyri
seg sjálvan. Vit raðfesta og
virðismeta øll ymiskt her í
lívinum. At Helgi Abra-
hamsen og Sambandsflokk-
urin royna at tulka fyri
okkum og fortelja okkum,
hvat vælferð er, er bara
syrgiligt! (eg veit væl, at
"vælferð" og "vælferðar-
samfelag" eru sosialdemo-
kratisk slagorð í politiskum
høpi, men hetta undirstrikar
bert hvussu nógv ein kann
slíta og misnýta orð!).
Hugsið tykkum um!
Eg fari at biðja Helga Abra-
hamsen og Sambandsflokk-
in um at hugsa seg betri
um, næstu ferð hann ella
onkur annar setur fram
krøv í bløðunum. Næstu
ferð tit biðja um fíggjarlig
uppskot, vendið tykkum so
til røttu serfrøðingarnar í
fíggjarviðurskiftum,
og
ikki til ein ungan mann, ið
bert hevur eitt málsligt
studentsprógv at vísa á (og
áðrenn tit koma við einum
"jamen hvat veitst tú so um
hesi viðurskifti?" argu-
menti, skulu tit minnast til,
at um fíggjarserfrøðingar
eru teir einastu, ið kunnu
kjakast um frælsi, vælferð
og hugsjónir, so kann eing-
in av okkum siga nakað
sum helst!). Eg eri annars
vísur í, at okkara ser-
frøðingar í fíggjarmálum
kunnu geva tykkum góð ráð
og hjálp til bæði eitt og
annað, skattalættar írokn-
að!
Vilja vit?
Annars viðvíkjandi frælsin-
um, vælferðini og hugsjón-
unum, so dugi eg í grundini
ikki at síggja, hvar trupul-
leikin er. Hví ræðast vit so
ómetaliga illa tankan um at
skula ráða í egnum landi?
Hví er tað so ræðandi at
hava álit á sær sjálvum og
hvørjum øðrum? Hví er tað
so ræðandi, um vit sum
einstaklingar og sum tjóð
seta okkum eitt mál? Hví er
tað so ræðandi, um hetta
málið inniber, at vit ein dag
fara at gjalda sjálvi? At vit
ein dag fara at hava ábyrgd
av okkara landi? At vit ein
dag fara at hava evsta vald í
Føroyum?
Alt, sum vit menniskju
byggja, skapa og menna,
byrjar við viljanum. Uttan
vilja koma vit ongan veg.
Vit mugu hava vilja til
vælferð, vilja til frælsi,
vilja til fullveldi, vilja til
ábyrgd, vilja til broyting,
vilja til sjálvi at kunna
velja. Vilja vit?
VIÐMERKINGAR
Vælferð vs. Frælsi?
Tung vóru boðini at fáa um at okkara kæra sysktk-
inabarn, Emil, ikki var ímillum okkum longur.
Emil hevði fylt 29 ár tann 20. desember og skuldi
halda føðingardagin saman við familju og vinum, men
hvør skuldi trúð, at tann dagurin skuldi haldast heima
hjá Jesu pápa.
Tað er svárt hjá okkum, at hann ikki er millum
okkum longur. Við tárum í eygunum og alíkavæl
kunnu vit smílast, tí vit minnast Emil, sum hann var.
Altíð í góðum lag og spjaddi gleði har sum hann var.
Hann vil altíð í okkara hjørtum verða goymdur og
ongantíð gloymdur, tí vit eiga nógv góð minnir eftir
hann.
At Emil átti nógvar góðar vinir, sóu vit sum
tollaksmessudag fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað. Jólini komu eisini hesaferð, hóast tey vóru
øðrvísi enn vanligt og sjálvt um vit bert høvdu hug at
sita í sorg okkara, so gongur lívið víðari, og sum vit
vita, so lekur tíðin sár.
Vit vilja enda við orðunum, sum høvdu so nógv at
týða fyri Emil, og vilja hervið lýsa frið yvir minnið um
Emil Fróða Olsen, Toftir.
Í friði eg vil bæði leggjast og sovna
tí tú Harri meg letur búgva í trygdum einingi
Sálmur 4,9
Góða Turið mostir, Óli, Annika og Jerry, Herit og
Sigmund v/ fam. og Inga Maria, má Harrin styrkja
tykkum í stóru sorg tykkara.
Heilsan
Systkinabørnini
Minningarorð um
Emil Fróða Olsen
20. desember 1974
19. desember 2003
12
Nr. 38 - 25. februar 2004
Nr. 38 - 25. februar 2004
13
Minningarorð um
mín góða vinmann
Høgna á Borg
Eg var staddur heima tann 2. desember 2002, vit bæði
Hjørdis sótu og hugnaðu okkum í stovuni eftir at hava
lagt børnini, tá telefonin ringdi - tað var Heini í hinum
endanum, eg skal so siga "halló Heini hvat sigur tú fyri
gott". Áðrenn eg fái sagt setningin liðnan, letur úr
Heina, "nú er Høgni farin",eg flúgvi upp úr sofuni, tí
hetta klári eg ikki at taka sitandi - meðan tankarnir og
minnir alt ísenn mala í høvdunum, og eg skilji púrt
einki av hesum, tí Høgni kann ikki verða farin for
dekan!!! Hyggi síðan at Hjørdis, ið hevur varnast
álvaran í hesi samrøðu og situr og hálvgrætur.
Alt hetta kvøldið og náttina við komu minnir fram í
huga mínum - eitt fyri og annað eftir, líka frá tí fyrsta
degi tá tú kom í okkara skúlaflokk og til tað síðsta
kvøldið, stutt áðrenn tú andaðist. Tá vit høvdu vitjan
av tær, har vit sótu langt út á náttina og tosaðu um
nýggjar og gamlar dagar.
Eg minnist fyrstu samrøðuna vit høvdu, tað varð
tann morgunin tú sum 12-13 ára gamal byrjaði í
okkara flokki, og eg skuldi verða eitt sindur blíður fór
so yvir at tosa við henda nýggja floksfelaga og spurdi
"skalt tú byrja í okkara flokki?, og tú svaraði við tíni
"spydiheit", nei eg skal byrja í tykkara flokki, og tað
legði støðið, har vit dámdu væl at arga og arbeiða uppá
hvønn annan, ið til tíðir fór út um mark.
Eftir loknan fólkaskúla í 1987, ið hvørgin av okkum
orkaðu fyri, starvaðust vit saman hjá Danberg, har vit
vóru við til at umvæla SMS, tað varð ein góð tíð.
Í 1988 fór tú í læra á Tórshavnar skipasmiðu, og eg
byrjaði í starvi á Strandfaraskipum Landsins, vit
høvdu tó dagligt samband og fylgdust nógv fram til
1992. Um hetta mundið fórt tú niður til Danmarkar á
skúla og nakað eftir at arbeiða, og tískil sóust vit ikki
so ofta sum áður, tó so tú kom forbí av og á, tá tú var í
nánd. Men ikki kan sigast tað sama um meg, eg var alt
ov sjáldan forbí hjá tær tíðarskeiðið frá 1992 til 1998,
og tað lætst tú meg altíð fáa at vita, men tað fekk eg
bøtt upp á, tey síðstu árini tú var á lívi.
Tað sum eg minnist einamest er ein hending fyri
stuttari tíð síðan, tá eg spurdi teg um tú vildi standa
faddur til dóttur mína, og tú ovfarin og týðuliga rørdur
spurdi um eg meinti tað.
Høgni var sera skemtingarsamur, spoyskur og ein
lívsnjótari sum fáur, og eg eri sera glaður fyri, at eg
kom at kenna hann. Hvíl í friði.
Bogi í Gil (Abrahamsen)
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
26. februar. Ingigerð. Kanska navn á franskari
prinsessu, Ingardis, ið vit annars einki vita um.
Navnið hevur fingið norrønan form, ið merkir tann
av guðinum Ing varda.
Janus Djurhuus føddur hendan dagin í 1881.
Dávur Juul Magnus-
sen, 18 ára gamal og
úr Havn, hevur lokið
LRSM prógv í trom-
bon við framúr úr-
sliti. Heitið LRSM
stendur fyri Licen-
tiate of the Royal
Schools of Music og
er ein yrkisførleiki,
sum vanliga verður
rokkin eftir trý ára
lesnað á einum
bretskum tónlista-
háskúla
Sum viðurkenning fyri
hansara góðu evni og hans-
ara arbeiðsinnsats hevur
Tórshavnar
Musikkskúli
valt at lata Dáva fáa ein
peningastyrk upp á 4.400
krónur fyri útreiðslurnar í
sambandi við LRSM próv-
tøkuna.
Dávur er fyrsti næmingur
úr Føroyum, sum hevur
roynt eina so høga yrkis-
førleika útbúgving, meðan
hann gongur í skúla (viðm.
hann
er
studentaskúla-
næmingur). Hann er nú
skikkaður at undirvísa á
einum og hvørjum musikk-
skúla, um hann ynskir tað.
Dávur hevur spælt trom-
bon í minni enn seks ár, nú
hann lýkur hetta prógvið,
og tað ger úrslitið so mikið
meira merkisvert. Henda
próvtøka var eitt náttúrligt
framhald fyri Dáva, eftir at
hann sum fyrsti føroyski
næmingur vann gullheið-
ursmerki í Berlingske Tid-
endes Klassiske Musik-
konkurrence í 2002.
Dávur hevur ein dreym
um at gerast yrkis trom-
bonspælari, og hansara
næsta stig verður at gera av,
hvar hann skal taka hesa
útbúgving, sum hann ætlar
at fara undir í september
2005. Ongland, USA og
Danmark verða roknað
sum møgulig lestrarstøð.
Dávur er sonur Randi
Juul Magnussen og Magn-
us Paula Magnussen í
Hoyvík.
Dávur Juul Magnussen:
Lokið LRSM prógv í trombon
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at okkara elskaða dóttir, móðir, omma, vermamma,
systir, svigarinna, mostir og ommusystir
Marjun Tórhalla Rmeih
fødd Weihe
ættað úr Tórshavn, andaðist á Hvidovre Sjúkrahúsi
22. februar, 61 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Nordre Kapel,Vestre Kirkegård
26. februar kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Eli og børnini v/ familju
Tøkk
Vit vilja við hesum veita øllum tykkum
eina stóra tøkk, sum mintust til okkum, tá okkara
elskaða kona, mamma, vermama og omma
Randi Heinesen
andaðist og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til tykkum allar á B7,
fyri tykkara stóru umsorgan
og til Martin og Berg prest, fyri troystarrík orð.
Takk til tykkum á Ellisheiminum, bygdarhúsið
og bygdarfólkið í Tjørnuvík
fyri tykkara stóru hjálp. Ein tøkk til tann stóra
mannaskara, bæði í kapellinum og Tjørnuvíkar kirkju
og øll tykkum, sum við blómum, kransum og gávum
til Krabbameinsfelagið mintust hana.
Guð signi tykkum øll
Hans Esbern
Tøkk
Eg takki tykkum øllum, bæði innan- og
uttanlands, sum mintust til mín á 80 ára
føðingardegnum.
Vinarligar heilsanir
Símun P. Poulsen
Leiðarin í Musikkskúlanum, Bo Isholm, handar her Dáva Juul Magnussen prógvið
Mynd: Magnus Gunnarsson
C
M
Y
K
13
12