Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 38 - 25. februar 2004 Nr. 38 - 25. februar 2004 11 Tað er fallið mongum fyri bróstið, at teir flokkar, sum nú mynda landsstýrið, hava boðað frá, at teir ætla at fremja tiltøk, sum skulu bøta um hjá teimum trongdu pørtunum av vinnulívinum. Hetta verður lagt út sum, at nú verður vent aftur til tann mekaniska studningsbú- skap, sum vit hava ringar royndir av frá áttatiárunum. Teir flokkar, sum endaðu í andstøðu, krevja treytaleyst, at eingin almenn uppílegging kemur fyri. Teir vilja altso við øðrum orðum, at marknaðurin fullkomuliga skal stýra búskapi og vinnulívi. Hetta er ein erlig støða, og hetta hevur verið roynt í fleiri londum tey seinastu 120 árini. Royndirnar við reinum markanðarbúskapi hava verið einvíst vánaligar. Tey flestu munnu kenna ella hava hoyrt um John Maynard Keynes. Tá heimsbúskapurin skramblaði saman í 1929 m.a. orsakað av reindyrkaðum markn- aðarbúskapi í USA, kom Keynes fram við sínum væl- kendu áskoðanum um blandingsbúskap. Tað, sum Keynes royndi at fáa politikkarar at skilja, var, at hóast ein í princippinum er fyri marknaðarbúskapi, so koma støður og viðurskifti, sum gera, at statsvaldið noyðist at taka ábyrgd av búskapinum. Tá marknaðarkreftirnar fara í sjálvsveiggj ella sýna ótálmað ábyrgarloysi, ella tá náttúruvanlukkur órógva javnvágina í marknaðar- búskapinum tá má og skal tað almenna inn sum regulerandi og mennandi táttur. Alt hetta er hent hjá okkum, og búskapurin, sum sam- bært fráfarna fíggjarmálaráðharra var grundleggjandi sunnur, er álvarsliga sjúkur. Hetta kann einhvør vissa seg um við at lýta at arbeiðsloysistølunum. 700 fólk eru nú arbeiðsleys, og tølini ganga tíverri skjótt tann skeiva vegin. Her má nakað gerast! At sita hendur í favn, meðan landsmenn í hundraðtali aftur skulu noyðast frá húsi og heimi, er ábyrgdarleyst. Tað er her ein skilnaðurin gongur millum landsstýrið og andstøðu. Andstøðan hevur valt ta gomlu liberalistisku uppskriftina hjá Reagan og Tatcher at lata alt, sum ikki kann standa falla, og so rokna tey við, at restin lekir seg av sær sjálvum ella siga sum maðurin á sinni: "Det grejer sig i sjøen!" Men soleiðis er ikki við nútímans búskapi ella fyri alt tað við ILA – tað kemur ikki í rættlag av sjær sjálvum. Tað almenna má taka ábyrgd og vera við til at leggja karmarnar soleiðis til rættis, at tær sjúku vinnurnar koma fyri seg aftur sum skjótast, so vit ikki aftur enda í arbeiðs- og vinnuloysi. Harvið er ikki sagt, at vit skulu venda aftur til 80 við almennum veðhaldum ol. Tað skulu vit ikki. Stóri spurningurin er so hvussu hetta verður gjørt og í hvønn mun. Og tað er m.a. tað vit eina politiska skipan til at taka sær av. Bara at venda øllum hesum baki og ikki ein gang vilja diskutera hetta er ein vanlukka í sær sjálvum. Tí vilja vit mæla til, at hesir spurningar gerast meira týðandi partur av øllum samfelagskjakinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Ábyrgd fyri búskapinum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sjúrður Guðjónsson Blaðstjórin á Sosialinum er nú farin í hernað ímóti tí, sum hann rópar "tað faktu- ella". Maðurin leggur onn- ur undir at manipulera við veruleikanum, samstundis sum hann sjálvur mani- pulerar, so tað stendur á. Tað var við stórum áhuga, eg las viðmerking- arnar hjá Una Arge og Jan Müller í Sosialinum fríggjadagin 20. februar, sum snúði seg um eina greinarøð hjá Una Arge í Dimmalætting. Tvær góðar viðmerk- ingar, sum vit øll ivaleyst hava gott av at lesa. Báðir tveir framúr góðir journalistar og av góðum journalistiskum bergi brotnir. Má eisini viðganga, at eg eri samdur við Jan, tá tað snýr seg um tað faktuella. Óansaæð hvat evnið er, so er tað sera avgerandi, at tað faktuella í greinunum ella úttalilsinum er rætt. Er fakta ikki rætt endur- givið, er tað tað sama sum at siga ósatt - lúgva ella manipulera. Hvør er tað so, sum skal syrgja fyri, at fakta veruliga er fakta. Er tað serfrøðing- urin ella er tað journalist- urin, sum skal endurgeva, ella eru tað kanska báðir tveir. Sjálvur helli eg mest til tað síðst nevnda alterna- tivið, vitandi um, at vit øll ivaleyst standa okkum best við at halda okkum til sannleikan. Men - so fer Jan at pilka við tað faktuella. Hann sigur í samband við sam- gonguskjalið frá 2002, at samgongufelagarnir (fleir- tal) hjá Fólkaflokkinum ikki ynsktu at yvirtaka løgreglu og rættarskipan vælvitandi um, at tað bert var tann eini flokkurin, nevniliga Sjálvstýrisflokk- urin, sum ikki vildi. Haldi, at Jan skuldi hildið sínar manipulerandi, journalist- isku pilkifingrar frá slíkum ósannindum. Ógvuliga óskyldugt, men manipuler- andi at brúka fleirtal ístaðin fyri eintal. Bert við einum endamáli, og tað er at vinna Tjóðveldisflokkinum eina neis. At brúka ivasama hamin "óheft tíðindablað" til at dálka ávísan politiskan flokk við er nokk so skitið. Eftir at hava lisið við- merkingarnar hjá Una og Jan, hyggi eg yvir á leið- aran til vinstru. Mín sann, um Jan, sum jú hevur ábyrgdina av leiðar- anum, ikki aftur fer at manipulera við tað faktu- ella. Orðarætt stendur: "Hall- ið á fíggjarlógini fyri 2004 er nú 410 milliónir……" Hvør skuldi trúð tí, at 4 faktuellir feilir kunna vera í nevndu 9 orðum: 1. Ongin fíggjarlóg er fyri 2004, bert ein sokallað bráfengis játtanarlóg, sum er galdnadi til ein fíggjarlóg fyri 2004 fyriliggur. Les tingmál nr. 1 - 5 § 1. Tað nærm- asta, ein kann koma, er tað uppskotið til fíggj- arlóg fyri 2004, lagt fram av Karsten Hansen 30. september 2003. Sum kunnugt var hend- an koyrd í ruskspannina 5. desember 2003 sam- stundis sum Karsten Hansen varð, saman við øðrum góðum fólki, blakaður á dyr. 2. Um vit høvdu eina fíggjarlóg fyri 2004, so ber ikki til at tosa um eitt hall, fyrr enn 2004 er at enda komið. 3. Hevði tú skrivað, at hallið verður ístaðin fyri er nú, hevði tað ver- ið meira sannførandi, um enn blóðskeivt. 4. Pr. 20. februar (nú) er hallið fyri 2004 ikki 410 milliónir. Bert 50 dagar eru farnir av árin- um 2004, so hevði tú sagt 50/360 av 410 milliónum, so hevði eisini tað verið eitt sind- ur meira sannførandi, hóast blóðskeivt. Heilt erligt Jan, so tímdi eg ikki at lesa meira av leið- aranum, tá so ótrúliga lítið skil var á teimum fyrstu 9 orðunum. Okkurt hissini stóð eisini um Karsten Hansen, sá eg við hálvum eyga, neyvan nakað við tí stóra sannleiksvirðinum. So vælgagnist tykkum við tí faktuella. Har hava tit so í hvussu er nógv eftir at læra. PS! Tá tað snýr seg um landsins búskap, haldi eg, at sera illa er stýrt síðan 5. december, tá Karsten Hansen var koyrdur til hús. Púrt ongin stýring yvirhøvur nú í skjótt eitt fjórðingsár. Høgni Hoydal plagdi fyrr at nevna okkurt um arbeiðs- klæðir, haldi tað er uppá hægstu tíð at gera orð hans- ara til veruleika. Tað faktuella hjá Jan Müller 323 næmingar í fyrsta flokk í Tórshavnar Kommunu SKÚLABYRJAN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Komandi skúlaár byrja 323 næmingar í fyrstu flokk- unum í skúlunum í Tórs- havnar Kommunu. Felags innskriving var í næstsíðstu viku, og vórðu 305 næmingar skrivaðir inn til fyrsta flokk í kommu- nalu skúlunum í Havn. Harumframt byrja 18 næm- ingar í Adventistaskúlan- um, sum er einasti privat- skúli í landinum. Býtið millum økini í Tórshavnar kommunu er hetta: Í Kollafirði . . . 20 Í Kaldbak . . . . 0 Í Hoyvík . . . . . 66 Í Havnini . . . . . 198 Á Argjum . . . . 39 Tilsamans . . . . 323 VIÐMERKINGAR Sjúrður Poulsen Ja, nú kom ð. í rættiligt málsligt illveður, síðani ein vísindalig kanning er gjørd av dygdini í okkara móður- málsligu undirvísing og kunnleika. Vónandi er skurkurin nú funnin ið ryggbrýtur okkara annars so vakra mál, men rættiliga ivasamt man tað vera, um nú ð. i er so hættisligt, framum okkurt annað. Ikki minni ivasamur gerst hesin pástandur, tá hugsað verður um, at ð er einasti bókstavur í allari stavrøð okkara, sum einki ljóð hev- ur. Tað er stumt, sum sagt verður, og mátti tí ikki verið so skaðiligt. Tað skuldi so bara verið út- sjóndin. Ein av okkara málkøn- astu lærarum í seinri tíð, mundi vera Tórarinn Evensen sáli. Hann plagdi smílandi at geva okkum ein tummilfingur regul, ið segði: ivast tit í, um eitt orð skal hava ð ella ikki, so skulu tit heldur ikki skriva ð. í, tí tað lýtir nógv meira at hava eitt ð ov nógv heldur enn at hava eitt ð ovlítið. Nei, nú man tað heldur vera komið hartil, at øll tit, ið hava við málbrúk og undirvísing at gera eitt nú: skúlar, barnagarðar, útvarp, sjónvarp og ikki minst tit, ið bløðini skriva, mugu vanda sær meira um sín málburð. Og minnist til, tit mugu fyrst duga at snakka, áðrenn tit fara at skriva. Tað eitur ikki, at: nógvir stormskavar hendi í sein- asta vindi. Men storm- ella vindskaðar hendu. Tað eitur heldur ikki, at: stórir brimskavar hendi í seinasta uppgangi. Men stórir brim- skaðar hendu. Nú ein dagin møtti eg nøkrum ovurfegnum ung- lingum. Tey søgdu seg hava verið í einum ordiliga feitum føðingardegi. Tað hevði verið so ótrúliga skeg og virkiliga kul. Ja, ein løgin málbering, men heilt vanlig í dag. Tá ið okkara, nú tíverri, fráfarna samgonga, strídd- ist við at gera nýggja fíggjarætlan, nevndu odda- menninir fleiri ferðir, at teir hildi skattatrýstið vera rímiliga høgt, og tí ætlaðu teir at lætta um skattin. Tað var týðiligt, at teir brúktu orðið rímiligt ístaðin fyri órímuligt. Nei, málið er við at skeiklast av leið, og tað er neyðugt at nýta – peiki- fingurin – og nakað av terping aftur í undirvís- ingini sjálvt, um tað ikki er gott pedagogiskt latín í dag. Fyri mongum árum síðani minnist eg, Jóannes av Skarði sála, enda eina Grækarismessu røðu við hesum ynski: Latum okk- um í felag streingja tað heiti, at í komandi ári læra vit okkum at benda navn- orðini rætt. So leingi, sum tú ikki kennir mállæruna, verður eingin málsligur bati, hvørki í skrift ella talu. Johan Dahl Tað stríð, sum hevur staðist um mín persón seianstu vikurnar, harmar meg al- mikið. Serliga harmist eg um, at eg verði so ókritiskt viðgjørdur í fjølmiðlunum, sum hava tikið greinina í Fregnum seinasta fríggja- dag sum fullan sannleika. Fyri at lýsa málið frá mínari síðu, havi eg biðið Anfinn V. Hansen, advokat, gjøgnumganga málið. Hann kemur til ta greiðu niðurstøðu, at hvørki Inge Krause Jensen ella maður hennara, Carl Johansen, hava goldið nakað til bank- an av skuldini hjá mær. NOTAT »Johan Dahl hevur heitt á undirritaða um at gjøgnum- ganga skjølini viðvíkjandi kautiónslánunum vegna P/F Nautilus og teimum skuldsetingum, sum hava verið frammi um, at Johan Dahl skal hava latið Inge Krause Jensen og dóttrina, Onnu Johansen, hanga upp á privat lán hjá sær í Føroya Sparikassa, sum tey fram- haldandi siga seg rinda ávikavist kr. 3.000 og 2.500 pr. mánað. Eftir at hava gjøgnum- gingið øll skjøl, komi eg til hesa niðurstøðu um gongd- ina og peningaflutningin í málinum: Teir tríggir, Petur Nolsø, Johan Dahl og Carl Jo- hansen, stovnaðu mitt í 1980-árunum partafelagið Nautilus. Felagið rak eina heilsumiðstøð yviri við Strond í Havn í hølum hjá felagnum hjá Carl P/F C.C. Johansen. Húsaleigan var umleið kr. 250.000 um árið. Felagið gjørdi sera stórar íløgur í útbúnað, eins og uml. kr. 900.000 vórðu nýttar til at seta leigaðu ognina í stand. Til at fíggja íløgurnar í hølini og rakst- urin, varð tikin ein kredittur í táverandi Sjóvinnubank- anum, sum teir tríggir, Petur Nolsø, Johan Dahl og Carl Johansen, kautioner- aðu fyri. Raksturin gekk ikki, og eigarnir avgjørdu í 1988 at lata felagið aftur. Tólini vórðu seld Tvøroyrar Kommunu. Tá alt var upp- gjørt, skyldaði felagið framhaldandi kr. 2.325.000 á kredittinum til bankan. Petur og Carl rindaðu kr. 775.000 í 1988 hvør inn á kredittin. Í 1989 var rest- saldan á kredittinum kr. 916.000, tá Johan rindaði inn til bankan kr. 250.000 soleiðis, at eftir á kassakre- dittinum hjá P/F Nautilus stóð kr. 666.000, sum allir tríggir kautionistarnir heftu fyri mótvegis Sjóvinnu- bankanum. Johan átók sær at rinda hesa skuld og fekk játtað lán frá Sjóvinnubankanum. Bankin kravdi tó, av tí at allir tríggir kautioneraðu fyri kredittin hjá Nautilus, at Petur og Carl framhald- andi skuldu kautionera fyri láninum, hóast Johan fram yvir skuldi standa fyri tí privat. Í 1989 fór Vágs Skipa- smiðja á heysin, og kom Johan sjálvur illa fyri fíggj- arliga og misti allar sínar ognir og lívsgrundarlag. Tí kundi hann ikki rinda lánið aftur til Sjóvinnubankan. Við endanum av 1993 var lánið við rentutilskriving komið upp á kr. 940.000. Bankin steðgar frá og við 1994 alla rentutilskriving á láninum Í 1994 ger P/F C.C. Jo- hansen avtalu við Føroya Banka, sum Sjóvinnubank- in nú var lagdur saman við. Avtalan ber í sær, at hetta partafelag rindar øll privat millumverandi hjá Carl Johansen við bankan. Um hetta mundið hevði einkj- an, Inge Krause Jensen, yvirtikið partafelagið, her- undir kautiónsskyldur vegna Johan Dahl. P/F C.C. Johansen rindar í apríl 1994 ymiskar upp- hæddir inn til Føroya Banka, harav vórðu kr. 550.000 formliga bókaðar inn á Nautilus-lánið. Sam- stundis váttaði bankin, at Inge Krause Jensen var leys av kautiónsskylduni. Inge var tá stjóri og høvuðs- partaeigari í P/F C.C. Jo- hansen. Flytingin til bank- an varð eisini undirskrivað av Inge K. Jensen. Inge gjørdi samstundis avtalu við Johan um, at hann skuldi rinda henni eina endaliga upphædd privat uppá kr. 210.000 fyri Nautilus. Upphæddin skuldi ikki renta men gjaldast aftur við kr. 2.500 mánarliga. Fram til medio 1996 búði Johan i Bret- landi. Í staðin fyri mánar- ligar flytingar varð goldið við størri upphæddum hvørja ferð, Johan kom til Føroya. Eftir at Johan flutti til Føroya, vórðu gjørdar mánarligar flytingar fram til endan av 2001. Saman- lagt rindaði Johan kr. 227.000, t.e. 15.000 meira enn avtalað. Bankin gjørdi í 1996, tá restskuldin á láninum var kr. 390.000, avtalu við Petur Nolsøe um, at hesin skuldi rinda kr. 195.000 inn á lánið og soleiðis verða leysur av kautionini. Petur gjørdi tá samstundis avtalu við Johan um, at Johan rindaði honum kr. 120.000 til fulla og endaliga avgerð. Restsskuldina til Føroya Banka hevur Johan avgreitt endaliga við bankan í 2002, soleiðis at skuldin til bank- an er burtur. P/F C.C. Johansen fór konkurs í 1996. Búgvið konstateraði, at felagið hevði millumrokningar við partaeigararnar í partafe- laginum fyri kr. 788.000, og búgvi royndi at inn- heinta hesar. Upp í í mill- umrokningini var kautions- skyldan. Málið endaði í 1999, tá Inge Krause Jensen rindaði búðnum kr. 450.000 til fulla og enda- liga avgerð og keypti við hesum øll rættindir, sum búgvið mátti havt. Inge hevur eftirfylgandi haft rættarmál við hin kautionistin um, at hesin skuldi endurrinda henni ein part av peninginum, tí hon, eftir at hava keypt kravið fra konkursbúnðum, hevði lagt meira út enn hann. Hendan sakin endaði við, at Petur Nolsø rindaði henni umleið kr. 300.000, sum kona Johan, Linda Her- dalur, síðani rindaði Petur aftur. Ein uppgerð av peninga- flutinginum fyri rests- alduna av kassakredittinum hjá P/F Nautilus sær her- eftir soleiðis út. Hvørki Inge ella maðurin hava sjálvi goldið nakað til bankan av skuldini hjá Johan Dahl sambært fyri- liggandi skjølum frá bank- anum. Sum tað sæst oman fyri hevur Inge keypt eina millumrokning fyri kr. 450.000 frá P/F CC. Jo- hansen. Við í hesari mill- umrokning vóru umleið kr. 300.000 privatar hevingar hjá henni og manninum, sum einki hava við hetta málið at gera. Meirú- treiðslan hjá Inge Krause Jensen hevur sostatt verið uml. kr. 150.000, sum skal haldast móti teimum kr. 529.000, sum hon hevur fingið aftur. Munurin er neyvan allur vinningur, tí hon hevur í tíðarskeiðnum eisini haft útreiðslur til ein danskan advokat. Tað er ongantíð komin nøkur uppgerð frá Inge Krause Jensen ella advokati hennara um krav móti Johan Dahl. Út yvir tað, sum er komið fram í fjøl- miðlunum, er ikki grund- givið fyri nakað krav, eins og Johan Dahl heldur ikki er stevndur í málinum. Tað er tí ikki møguligt at fyri- halda seg til, í hvønn mun tað framhaldandi kann verða talan um nakað krav, men eftir teimum skjølum, sum fyriliggja, sæst ikki at verða nakað grundarlag fyri eitt tílíkt krav. Anna Johansen sæst ikki nakran- tíð at hava verði upp í mál- inum. Eingi skuldarviður- skifti hava verið við Føroya Sparikassa, so um skuld er her, kann tað ikki hava nakað við Johan Dahl at gera.« Tórshavn, 21. februar 2004 Annfinn V. Hansen Advokatur» Hava goldið yvir eina millión fyri Nautilus Saldo í 1989 kr. 916.000 Inngjald Johan kr. 250.000- kr. 666.000 Rentutilskriving 89-93 kr. 273.000+ kr. 939.000 Inngjald P/F CC. Johansen apríl/94 kr. 550.000- kr. 389.000 Inngjald Petur Nolsø apríl 96 kr. 100.000- kr. 289.000 Inngjald Petur Nolsø kr. 95.000- kr. 195.000 Inngjald Johan Dahl kr. 139.000- kr. 55.000 Bankin avskrivað kr. 55.000- kr. 0 Eitt yvirlit yvir gjøld, sum Johan Dahl og Linda Herdalur hava goldið vegna Nautilus, sær soleiðis út: 1989 til Føroya Banka kr. 250.000 1994-2001 til Inge Krause kr. 227.000 1998-2002 til Petur Nolsø kr. 120.000 2002 til Føroya Banka kr. 138.000 2003 til Petur Nolsø (Linda) kr. 302.000 Goldið íalt kr. 1.037.000 Inge Krause Jensen hevur fingið hesar upphæddir frá hinum báðum luttakarunum í sambandi við Nautilus: Frá Johan Dahl kr. 227.000 Frá Petur Nolsøe kr. 302.000 Íalt kr. 529.000 Okkara stakkals ð C M Y K 11 10