mikudagur 25. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 38 - 25. februar 2004
Nr. 38 - 25. februar 2004
9
Nøkur ferðsluóhapp
hava verið í hálkuni.
Á Sundi stoyttu ein
trailari og ein
persónbilur saman,
og persónbilurin varð
vrak
FERÐSLA
Edvard Joensen
Ein trailari og ein persón-
bilur stoyttu saman í hálku
inni á Sundi týsmorgunin.
Førarin á persónbilinum
varð fluttur á Landssjúkra-
húsið.
Bilførarin hevði ilt í
rygginum og hálsinum, sig-
ur løgreglan. Gjørt varð av
at flyta hann á Landssjúkra-
húsið
beinanveg
eftir
óhappið. Persónbilurin var
vrak.
Lastbilurin, sum hevði
eina bingju á viðfestivogn-
inum, fór út av vegnum, og
krani frá Skipasmiðjuni
varð tilkallaður til at fáa
hann uppaftur. Fyrst mátti
bingjan fáast av, áðrenn
farast kundi undir at fáa
sjálvan bilin upp aftur á
vegin. Førarin av hesum
bilinum fekk ongan skaða,
sigur vakthavandi á politi-
støðini í Havn.
Annars hava verið nøkur
onnur smærri óhapp, síðan
kavi legðist mánadagin,
sigur løgreglan. Men tey
eru slík, um verða víst til
tryggingina, og fólkaskaði
hevur ikki verið.
Mánakvøldið jagstraði
løgreglan í Havn ein bil,
sum ikki vildi steðga, tá
førarin fekk boð um tað.
Bilurin fór út av vegnum
uppi á Sundsvegnum. førar-
in var ein 18 ára gamal
drongur, sum ikki hevði
koyrikort. Hann hevði lænt
ein bil, sum ongar nummar-
plátur hevði, frá einum vin-
manni, greiddi hann løg-
regluni frá. Síðan vórðu
pláturnar tiknar av einum
øðrum bili og settar á hend-
an, sum frámeldaður var.
Maðurin varð tikin á
politistøðina, men var ikki
liðugt avhooydur, tá Sosial-
urin tosaði við løgregluna
fyrrapartin týsdagin.
Varð vrak av samanstoyti
við trailara
Ein trailari og ein persónbilur stoyttu saman á Sundi mánadagin. Persónbilurin varð vrak, og trailarin fór út av vegnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Løgfrøðingurin, Kári
á Rógvi, heldur at
rokið um landsstýris-
menn er farið nakað
av sporinum. Hann
fýlist á, málini um
frákoyrdu lands-
stýrismenninar sein-
astu árini ikki hava
verið nóg væl lýst.
Kári skjýtir upp, at
løgtingið fær ein
virknari leiklut, tá
landsstýrisfólk verða
tilnevnd
LANDSSTÝRISMENN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Løgfrøði ella politikkur.
Hetta tykist vera áhaldandi
stríðið, tá landsstýrismenn
skulu loysast úr starvi.
Feskasta dømið er Johan
Dahl.
Fríggjadagin greiðir løg-
frøðingurin hjá Johan Dahl
føroyingum frá, at fráfarni
landsstýrismaðurin hevur
løgfrøðiliga ikki borið seg
skeivt at.
Mánadagin ger løgmaður
av at loysa 44 ára gamla
Johan Dahl úr embætinum,
bert 20 dagar eftir, at hann
varð tilnevndur. Grundgev-
ingin er politisk, sigur løg-
maður.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at samgongan hevur ikki
fingið neyðuga arbeiðsfrið-
in, tí so nógvur rumbul
hevur verið um persónin
Johan Dahl og fyri at betra
arbeiðslagið, mátti Dahlur-
in loysast úr starvinum.
Málið við Johan Dahl er
enn eitt dømi um, hvussu
fløkjasligur politikkur er, tí
nær er løgfrøðin nóg góð
og nær er tað politikkur,
sum ger av, nær landsstýris-
fólk skulu úr starvinum?
Hetta kjak stingur seg
upp nærum hvørja ferð
landsstýrisfólk sjálvi hava
sagt seg úr starvi ella hava
verið loyst úr starvinum,
men framvegis hevur polit-
iski
myndugleikin
ikki
funnið eina fasta siðvenju
fyri, nær tað er løgfrøðin
ella nær tað er politikkurin,
sum hevur seinasta orðið, tá
landsstýrisfólk fara frá.
Tá Jørgen Niclasen, John
Petersen og Helena Dam á
Neystabø fóru úr í lands-
stýrissessinum í úrtíð, var
grundgevingin bygd á eina
løgfrøðiliga meting. Hin-
vegin, tá Annlis Bjarkham-
ar, Signar á Brúnni, Tór-
bjørn Jacobsen, Sámal Pet-
ur úr Grund og Johan Dahl
fóru úr landsstýrissess-
inum, var grundgevingin
politisk.
Leysar niðurstøður
Løgfrøðingurin, Kári á
Rógvi, heldur, at rokið um
landsstýrisfólk er farið nak-
að av sporinum. Hann fýlist
á, at niðurstøðan í teimum
flestu málunum um frá-
koyrdu landsstýrisfólkini er
gjørd, áðrenn málini eru
nóg væl lýst.
Hann heldur, at tíðin er
komin til at steðga á og
hyggi nærri at, hvat í veru-
leikanum hendir í teimum
ymisku málunum. Kári á
Rógvi sigur, at viðgerðin av
teimum ymisku málunum
er ofta einans bygd, hvat
ein serfrøðingur heldur ella
hvat fjølmiðlarnar finna
fram til og tað er ikki nøkt-
andi.
– Var eg tingmaður, hevði
eg vilja havt meir at vita,
enn
hvat
Fregnir
ella
Sosialinurin skriva ella
hvørja meting ein løgfrøð-
ingur hevur í málinum, tí eg
hevði ikki bert vilja tikið
støðu í einum máli út frá
frágreiðingum og bløð-
unum, sigur hann
Virknari ting
Kári á Rógvi skjýtur upp, at
Føroya Løgting fær ein
virknari leiklut, tá lands-
stýrisfólk verða tilnevnd.
– Vit áttu at hava havt eitt
sonevnt samráð, har løg-
tingslimir fingu møguleik-
an at seta landsstýrisevn-
unum spurningar. Eru nøk-
ur ivamál um landsstýris-
mannin, kundi ein slík
hoyring beint ivamálini av
vegnum, sigur Kári á
Rógvi.
Við slíkum hoyringum
væntar Kári, at tinglimirnir
ikki høvdu verið so bráðir
at seta krav um, at lands-
stýrisfólk skuldu úr starv-
inum, hvørja ferð ivi stakk
seg upp um teirra embætis-
førslu.
Kári á Rógvi heldur, at
Landsstýrismálanevndin kun-
di verið eitt hóskandi stað
at havt slíkar hoyringar um
landsstýrisevnini.
Gul kort
– Leitingin, eftir grundgev-
ingum fyri at koyra lands-
stýrisfólk frá, er yvirdrivin,
heldur Kári á Rógvi
Hann heldur, at møgu-
leikin við sonevndum gul-
um kort ella ávaringum frá
løgmanni til landsstýrisfólk
átti í størri mun at verið
troyttur.
Kári vísir á, at í Danmark
kemur javnan fyri, at for-
sætisráðharrin velur at seta
ráðharrar á beinkin, sum
hann málber seg.
Hann sipar til, at verður
ivi sáddur um embætis-
førsluna hjá einum ráðharra
ella hevur ráðharrin eina
tyngjandi fortíð, nýtist av-
leiðingin ikki at verða, at
ráðharrin alt fyri eitt verður
loystur úr starvinum. Dømi
eru hinvegin um, at hann
verður settur á síðulinjuna í
eina tíð, til málið er nóg
væl lýst til, at ein endalig
avgerð kann takast.
Løgfrøðingurin, Kári á Rógvi:
Løgtingið skal verða við
at tilnevna landsstýrisfólk
Løgmaður Jóannes Eidesgaard
heldur, at vit skulu varin við at
gera øll landsstýrisfólk lítaleys.
Løgmaður heldur, at grundlógar-
nevndin er rætta staðið at kjakast
um skipanin við tilnevningin av
landsstýrisfólki skal endurskoð-
ast
LANDSSTÝRISMENN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, er ikki
heilt samdur við uppskotinum hjá løg-
frøðinginum, Kára á Rógvi, um sonevnd-
ar hoyringar í løgtinginum, tá landsstýris-
fólk skulu setast.
– Eg beri ótta fyri at fáa vit eina slíka
skipan, fara fólk at setast aftur við at stilla
upp. Vit fara møguliga at missa nøkur út-
merkaði fólk, tí tey eru ikki áhugað í at
verða endavend í løgtinginum, sigur løg-
maður
Jóannes Eidesgaard sigur, at vit eiga at
verða ógvuliga varin við at gera øll lands-
stýrisfólk lítaleys, sum hann málber seg.
Hann sigur seg verða sinnaðan at luttaka
í kjakinum, hvørt tilnevningin av lands-
stýrismonnum eigur at endurskoðast.
– Eg haldi hatta er eitt ógvuliga áhuga-
vert mál og eg vil skjóta upp, at grundlóg-
arnevndin fer at umrøða málið, sigur løg-
maður.
Grundlógarnevndin er rætta staðið
Løgfrøðingurin, Kári á Rógvi, heldur, at rokið um landsstýrisfólk
er farið nakað av sporinum. Hann fýlist á, at niðurstøðan í
teimum flestu málunum um frákoyrdu landsstýrisfólkini er gjørd,
áðrenn málini eru nóg væl lýst
Løgmaður heldur, at grundlógar-
nevndin er rætta staðið at kjakast um
skipanin við tilnevningin av lands-
stýrisfólki skal endurskoðast
C
M
Y
K
9
8