mikudagur 25. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 38 - 25. februar 2004
Nr. 38 - 25. februar 2004
7
– Eg havi fingið áheit-
anir og stuðul ymsa-
staðni frá at gerast
nýggjur formaður
Sambandsfloksins, og
stendur stuðulin við
frá tingbólki og
valfeløgum, stilli eg
upp til formansvalið,
sigur tingmaður
Sambandsfloksins,
Kaj Leo Johannesen,
sum í løtuni tykist
vera besta boðið at
gerast nýggjur leiðari
í kreppurakta
Sambandsflokkinum
FORMANSVAL
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir at fyrst Suðuroy og
síðani Norðoyggjar saman
við Norðstreymoy hava
umboðað Sambandsflokkin
í Tinganesi stutta valskeið-
ið, hava stóru valdømini í
Suðurstreymoy og Eystur-
oynni staðið eftir uttan
nakra umboðan í landsstýr-
inum. Atfinnandi røddir
hava
frá
byrjan
verið
frammi um, at stóru val-
dømini hava verið við
sviðusoð, og at talan bein-
leiðis hevur verið um takt-
iskt mistak ikki at profilera
Sambandsflokkin í størru
valdømunum, tá landsstýr-
ismenn Sambandsfloksins
eru settir.
Júst hetta kann vera ein
ábending um, at nú er túr-
urin loksins komin til Suð-
urstreymoy, tá nýggjur for-
maður skal veljast á lands-
fundi
Sambandsfloksins
26-27. mars í læraraskúla-
høllini í Havn.
Kaj Leo stillar upp
Eitt av mest upplagdu evn-
unum til nýggjan formann
er tingmaðurin Kaj Leo
Johannesen
úr
Suður-
streymoy, og hann dylir
ikki fyri, at hann av álvara
umhugsar støðuna og vænt-
andi stillar upp á landsfundi
Sambandsfloksins um ein
góðan mánaða.
– Tað er klárt, at tá størsta
valdømið í landinum við so
nógvum atkvøðum at fara
eftir ikki umboðar nakran
»stóran« sess, er tað óhepp-
ið fyri flokkin, og tískil
meti eg tað vera best fyri
Sambandsflokkin, um for-
maðurin kemur úr Suður-
streymoy, sigur Kaj Leo
Johannesen. Kaj Leo legg-
ur afturat, at hann umhugs-
ar sera positivt at gerast
formansvalevni.
– Eg havi spurt meg fyri
bæði í tingbólki og í val-
feløgum, og havi eg fingið
áheitanir og stuðul at stilla
upp. Stendur stuðulin við,
er tískil ógvuliga sannlíkt,
at eg gerist kandidatur til
formanssessin, sigur Kaj
Leo Johannesen.
Ikki út í stríðsval
Tingmaðurin leggur tó eina
við, at hann ikki ætlar sær
út í nakað stríðsval, um
nógvir fara eftir heita for-
manssessinum í umstrídda
flokkinum.
– Fyri Sambandsfloksins
skuld fari eg ikki út í eitt
valstríð móti fleiri øðrum
uppstillarum, tí tað tolir
flokkurin stutt sagt ikki
eftir alt tað, sum júst er far-
ið fram. Tað ynskiligasta er
altíð, at flokkurin megnar
at standa saman um ein, og
hetta hevði verið tað besta
fyri flokkin, sigur Kaj Leo
Johannesen. Sum hann
hevur skilt á lagnum, um-
hugsa nøkur valfeløg at
stuðla honum, men enn er
ov tíðliga at siga, um flokk-
urin fer at standa saman um
ein, ella um fleiri onnur
valevni vera.
– Men havi eg stuðul frá
valfeløgum og tingbólki,
eri eg eitt evni at gerast
nýggjur formaður í Sam-
bandsflokkinum, slær Kaj
Leo Johannesen fast. Hann
veit í løtuni ikki um nakran
annan, sum hevur ætlanir
um at stilla upp.
– Eg havi ikki hoyrt um
nakran, men sjálvandi sten-
dur einum og hvørjum frítt
í boði at stilla upp. Tað
besta er tó, um semja kann
fáast um ein, og um nógvir
stilla upp uttan konsensus í
tingbólkinum, seti eg ikki
mína undirskrift undir, sig-
ur Kaj Leo Johannesen.
Samdir um Bjørn
Kalsø
Kaj Leo Johannesen leggur
dent á, at umboðini úr Suð-
urstreymoy als ikki vóru
misnøgd við valið mána-
kvøldið at seta Bjørn Kalsø
úr Norðoyggjum at vera
nýggjur landsstýrismaður
við fiskivinnumálum.
– Ein samdur Sambands-
flokkur tók avgerðina, og
eftir mínum tykki er tað
klókt at lata Norðoyggjar
fáa eitt umboð eftir fram-
gongdina har, sigur Kaj
Leo Johannesen. Hann av-
sannar, at tingmanningin úr
Suðurstreymoy var mis-
nøgd við avgerðina, men nú
er sambært honum hósk-
andi, at landsins størsta val-
dømi fær formanssessin.
– Sum áður nevnt er eftir
mínum tykki best fyri
flokkin, um formaðurin
kemur úr Suðurstreymoy,
og havi eg persónligan
stuðul til tað tíð, eri eg evni
at gerast nýggjur formaður
í
Sambandsflokkinum,
sigur Kaj Leo Johannesen
at enda.
Hóast einki er avgjørt,
tykist hann sostatt vera
besta boðið uppá mannin,
sum skal leiða landsins
størsta flokk úr svárari
kreppu eftir afturgongd á
valinum
og
eina
miseydnaða byrjan í nýggju
samgonguni.
Formansvalið nærkast:
Kaj Leo er besta boðið
Valfeløgini
stuðla Kaj Leo
Vit spurdu um
viðmerkingar til
formansvalið frá
valfeløgum Sam-
bandsfloksins í
Norðoyggjum,
Eysturoynni og
Suðurstreymi, og
í øllum førum
hava tvey av fel-
øgunum longu
avgjørt at stuðla
Kaj Leo
Johannesen
FORMANSVAL
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
John William Joen-
sen, Norðoya Sam-
bandsfelag:
– Á aðalfundi fríggja-
kvøldið atkvøddu 90
prosent av fundarfólk-
inum fyri Kaj Leo
Johannesen at gerast
nýggjur formaður, og
tískil stuðla vit hon-
um, men vit fara aftur
á fund at viðgerða
málið, áðrenn vit fara
til Havnar. Flokkurin
hevur brúk fyri einum
savnandi manni, og
hóast onnur góð evni
eru, stuðla vit Kaj
Leo. Men vit skjóta so
ongan upp enn og eru
fyribils í bíðistøðu,
áðrenn vit aftur fara at
fundast.
Annfinn Brekkstein,
Føroya Væl (Suður-
s t r e y m o y a
Sambandsfelag):
– Eg havi hoyrt meg
fyri í hinum valfeløg-
unum
og
øðrum
grundstuðlum floks-
ins, og vit stuðla Kaj
Leo Johannesen at
gerast nýggjur for-
maður floksins. Hann
er ungur, men hevur tó
neyðugu royndirnar í
politikki, og eftir okk-
ara tykki er hann best
egnaður at leiða flokk-
in víðari.
Johan
Petersen,
Samhald
(Eystur-
oyar
Sambands-
felag):
– Vit hava als ikki við-
gjørt støðuna, og vit
fara at fundast í næst-
um. Vit ætla okkum
ikki at hugsa lokalt og
partú krevja formann
úr
Eysturoynni,
tí
nýggjur formaður skal
jú veljast fyri allan
Sambandsflokkin
kring alt landið. Men
enn er so eingin av-
gerð tikin.
- Tað er eftir mínum tykki best fyri flokkin, um formaðurin kemur úr Suðurstreymoy, og stendur persónligi stuðulin við, eri eg
evni at gerast nýggjur formaður í Sambandsflokkinum, men eg fari fyri floksins skuld ikki út í nakað stríðsval, sigur Kaj Leo
Johannesen, nú nýggjur sambandsformaður skal veljast á landsfundi 26-27. mars
Mynd: Álvur Haraldsen
Seks tingfólk arbeiða
uttan løn. Fyrsta løn-
in tey fáa, er lønin
fyri mars mánað, hó-
ast tey vórðu vald á
ting 20. januar
TINGMANNALØN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
At tað eru fleiri, sum halda
tað verða spennandi at ger-
ast løgtingsmaður, hava vit
í valstríðnum farna sæð
nógv dømi um. Men at tað
skal vera so stuttligt, at fólk
siga borgarliga starvið frá
sær – og arbeiða sum ting-
fólk uttan at fáa løn, tað
høvdu vit kanska ikki rokn-
að við. Men soleiðis er tað.
Tey, sum fyrstu ferð
vórðu vald á ting á valinum
20. januar, hava ikki fingið
løn enn. Og tey hava tey
heldur ikki rætt til. Hóast
tey arbeiða sum tingfólk
allan februarmánað, so fáa
tey onga løn, tí tey hava
ikki rætt til løn fyrr enn 1.
mars.
Orsøkin er tann einfalda,
at lógin um »samsýning og
eftirløn
løgtingsmanna«
sigur, at løgtingsmaður fær
løn »frá 1. degi í mánað-
inum aftaná, at løgtingið
hevur góðkent valbrævið
hjá viðkomandi løgtings-
manni«.
Løgtingsvalið var 20.
januar. Fyrsti tingfundur
var 3. februar, og tá vórðu
valbrøvini góðkend. Nýggju
tingfólkini hava tískil ikki
rætt til løn fyrr enn 1. mars.
Sostatt hava tey arbeitt
uttan løn í februarmánaði.
Ein teirra, ið ikki fær løn,
og sum hevur verið noydd-
ur at siga borgarliga starvið
frá sær, er Johan Johannes-
sen, nývaldur tingmaður í
Havn. Hann starvaðist sum
tíðindamaður í Sjónvarpi
Føroya. Men tá hann gjørdi
av at stilla upp, fór hann alt
fyri eitt í farloyvi. Hann
hevði nakað av feriu tilgóð-
ar, og fekk fulla løn í
desember. Men bert trið-
ingsløn í januar.
– Ja, eg má so staðfesta,
at eg higartil í ár bert havi
tjent einar 8.000 kr – í sjón-
varpinum. Og eg fái onga
løn í februar – ikki fyrr enn
1. mars, sigur Johan Johan-
nesen.
Hóast hetta kann tykjast
løgið, so vísir John Johan-
nessen á, at tað var nakað
serligt hesaferð, tí tað fall
soleiðis út, at valbrøvini
vóru góðkent fyrst í mán-
aðinum, 3. februar. Hevði
tingfundur t.d. verið 31.
januar, so fingu tingfólkini
løn fyri februar.
– Men vit fáa tað so aftur
í hinum endanum, um valið
aftur verður síðst í mánað-
inum og um valbrøvini hjá
komandi tinginum ikki
verða góðkent fyri eftir
mánaðarskiftið eftir, sigur
John Johannessen.
Spurdur um hann heldur
hetta vera órættvíst, og um
hann ætlar at leggja upp-
skot fyri tingið um at
broyta reglurnar, svarar
hann:
– Nei, tingmannalønin er
góð. Eg gremji meg ikki
um tað, og eg fari ikki at
mæla til at broyta lønar-
viðurskiftini. Tó haldi eg, at
vit tað sama kundu fingið
løn frá fyrsta degi, ella tí
degi, tá valbrøvini vórðu
góðkent, men hatta er so
ikki nakað, sum eg gangi
og hugsi um.
Seinastu valstríðini hava
víst, at fólk brúka nógvar
pengar til valstríðið, sum
seinnu árini er vorðið rætti-
liga persónligt. Men hvussu
nógvar pengar hevur Johan
Johannessen brúkt í val-
stríðinum.
– Mítt valstríð hevur
kostað mær einar 20.000
krónur, so tað er ikki tað
heilt stóra, sigur John
Johannessen, sum um fáar
dagar fær lønina fyri mars-
mánað. Tingmannalønin er
30.264 krónur og 73 oyru.
Harafturat fáa allir ting-
menn eitt skattafrítt ískoyti
upp á 2.000 krónur um
mánaðin. Teir tingmenn, ið
búgva uttan fyri Havnina,
fáa harumframt eitt ferða-
endurgjald, sum er upp til
7.500 kr skattafrítt um
mánaðin.
Tingfólk arbeiða uttan løn
Á tingfundinum í dag
verður fyrsta viðgerð
av uppskoti Tjóð-
veldisfloksins um at
flyta umsitingina av
nýggja Smyrli til
Suðuroyar
TINGFUNDUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tingfundur verður í dag kl
13:30. Á skránni eru munn-
ligir fyrispurningar, at-
kvøðugreiðsla um fyri-
spurning til Jógvan við
Keldu um vallógina, sum
Kári P. Højgaard hevur sett
fram.
Løgtingið fer eisini at
hava 1. viðgerð av uppskoti
til broytingar í løgtingslóg
um fólka- og farmaflutn-
ing. Talan er um uppskot
frá Tjóðveldisflokkinum
um, at øll umsiting av
nýggja suðuroyarskipinum,
íroknað rakstur og plan-
legging, verður løgd í
Suðuroynni, tá ið skipið
kemur í sigling.
Løgtingið fer á fundinum
í dag eisini at velja nevn-
ingagrundlistanevndir, og
síðsta punkt á skránni er
sum altíð framløga.
Vallógin og umsiting av Smyrli
John Johannessen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins í Havn, hevur higartil í ár bert tjent 8.000
krónur, tí hann mátti siga borgarliga starvið í sjónvarpinum frá sær. Fyrsta lønin úr
løgtinginum verður marslønin, hóast hann varð valdur á ting 20. januar. Hann fær 30.264
krónur og 73 oyru í løn úr løgtinginum pluss eitt skattafrítt ískoyti upp á 2.000 krónur
Frákoyrdi lands-
stýrismaðurin fær
hvørki ting- ella
landsstýrismanna-
løn hesar tríggjar
vikurnar, honum
untist í Fiskimála-
ráðnum
LANDSSTÝRISLØN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Á sama hátt sum løg-
tingsmenn, so verða lands-
stýrismenn ikki løntir
fyrr enn tann fyrsta í
mánaðinum eftir, at teir
eru tilnevndir. Tískil
verður fyrsta lønin hjá
Jóannes Eidesgaard og
hansara landsstýrismonn-
um lønin fyri marsmán-
að, sum verður útgoldin
seinast í hesum mánað-
inum.
Men av tí, at Johan
Dahl ikki telist millum
landsstýrismenninar long-
ur, nú 1. mars nærkast, so
fær hann als onga løn.
Hann hevur verið lands-
stýrismaður í 20 dagar,
og tað fær hann onga løn
fyri.
Landsstýrismaður kann
ikki hava onnur størv, tí
má tingmaður, tá hann
verður tilnevndur lands-
stýrismaður, sigur ting-
sessin frá sær. Tað gjørdi
Johan Dahl, eins og allir
hinir, og tí fær hann held-
ur onga tingmannaløn
hesar tríggjar vikurnar.
Hóast Johan Dahl hev-
ur verið mest umrøddi
politikkarin í Føroyum
seinastu vikurnar, so fær
hann hvørki løn úr løg-
tinginum ella landsstýri-
num fyri tað, so februar-
mánaður hevur hvørki
politiskt ella fíggjarliga
hepnast Johan Dahl væl.
Men nú hann ikki er
landsstýrismaður meira,
so fær hann bíðipengar í
tríggjar mánaðir – tríggj-
ar mánaðarlønir sum
landsstýrismaður. Lands-
stýrismannalønin
er
41.966 krónur umframt
eitt skattaafrítt ískoyti
upp á 2.000 krónur um
mánaðin.
Nýggi landsstýrismað-
ur, Bjørn Kalsø, sum
verður tilnevndur í dag,
fær hinvegin longu løn
hesa vikuna – lønina fyri
mars mánað.
Johan Dahl
fær onga løn
Løgtings- og
landsstýrismannalønir
Løgtingslønin er 30.966,73 + eitt skattafrítt ískoyti upp á
2.000 krónur um mánaðin.
Landsstýrismannalønin er 41.966,40 kr um mánaðin.
Landsstýrismenn fáa harumframt eisini 2.000 kr í skatta-
fríum ískoyti um mánaðin.
Fakta
Seks løgtingsfólk
fáa dupulta løn
næstu mánaðirnar
POLITIKARALØN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tey seks løgtingsfólkini,
sum vóru í fráfarna
landsstýri, fáa umframt
tingmannalønina eisini
bíðipengar úr landsstýr-
inum. Øll, uttan Annita á
Fríðriksmørk, sum bara
sat í landsstýrnum í tríggj-
ar mánaðir, fáa lands-
stýrismannalønina í seks
mánaðir. Annita fær bíði-
pengar í tríggjar mánaðir.
Tá Høgni Hoydal har-
umframt tekur sæti á
fólkatingi í næsta mánað-
ir, fær hann umframt góð-
ar 30.000 úr løgtinginum
+ sløkur 42.000 úr lands-
stýrinum eisini 44.000
krónur í fólkatingsløn,
tilsamans 116.000 krón-
ur um mánaðin.
Høgni Hoydal segði tó
við Sosialin í farnu viku,
at fólkatingsmaðurin hjá
Tjóðveldisflokkinum let-
ur part av lønini til ein
floksgrunn, soleiðis at
fólkatingsmaðurin ikki
fær meira í sín part enn
ein tingmaður.
Johan Dahl fær onga
løn fyri tær tríggjar
vikurnar, honum untist
í Fiskimálaráðnum
Fáa tvífalda løn
C
M
Y
K
7
6