Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 38 - 25. februar 2004 Nr. 38 - 25. februar 2004 5 Nú er hol sett á fiski- vinnugranskingina í Føroyum. Fiskimála- ráðið hevur stovnsett tríggjar sonevndar granskingarkjarnar, og týsdagin var tíð- indafundur um áhugaverdu verk- ætlanina GRANSKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu árini hevur nógv verið tosað um fiskivinnu- gransking í Føroyum, og undir valstríðnum var hetta eitt av málunum, ið flestu politisku flokkar vildu gera til eitt av sínum skjaldra- merkjum. At vit eru farin at varpa ljós á vinnugransk- ing, er í fyrsta lagi okkara vinnu fyri at takka. Krøvini til okkara framleiðslu økj- ast alsamt og hugtøk sum sporføri og skynsemi í veiði, gerast meira og meira avgerandi fyri, um altjóða samfelagið skal keypa okk- ara framleiðslu. Kappingin um at sleppa at selja fram- leiðsluna, herðist alla tíð- ina, samstundis sum fleiri og fleiri eru um at skapa út- boðið og nøkta eftirspurning- in á heimsmarknaðinum. Hol sett á Nú er so hol sett á fiski- vinnugranskingina í Føroy- um. Fiskimálaráðið hevur stovnsett tríggjar sonevndar granskingarkjarnar: Ein innan lívfrøði/ evnafrøði, ein innan fiskitøkni/ reið- skapstøkni og ein innan virkingartøkni. Hesir gransk- ingarkjarnarnir eru farin í holt við sítt granskingar- virksemi. Ásmundur Guðjónsson hevur vegna Fiskimálaráðið verið samskipari av verk- ætlanini. Hann sigur, at dentur verður lagdur á, at gransk- ingin verður á altjóða støði, soleiðis at úrslit av gransk- ingini verða kunngjørd í al- tjóða vísindaligum tíðarrit- um. Somuleiðis verður eitt netverk bygt upp við granskarar í øðrum lond- um. – Dentur verður eisini lagdur á, at granskingin verður viðkomandi fyri før- oyska fiskivinnu. Tí er vinnan við til at leggja ætlaninar fyri granskingar- kjarnarnar. Samskiparin sigur, at málið er, at granskingarfør- leikin, sum verður bygdur upp, verður vinnuni at gagni. Fiskimálaráðið hevur játtað 3,8 milj. krónur til granskingarvirksemi í 2004. Ein onnur játtan, sum part- vís eisini verður tengd at verkætlanini, er játtanin til fiskivinnuroyndir, sum er slakar 8 milj. krónur – Granskingin verður bygd á tað virksemi, sum longu finst, og vinnan verð- ur ein týðandi partur av til- rættaleggingini. Ásmundur segði, at um eini 3-5 ár verður verk- ætlanin eftirmett, og tá verður eitt álit skrivað til Fiskimálaráðið. – Vit mugu ikki goyma, at gransking er ein langtíð- aríløga. Hetta er sum at grundleggja ein urtagarð, segði samskiparin. Granskingarleiðarar Í tíðindafundi týsmorgunin varð greitt frá hugskotinum aftanfyri verkætlaninaum. Teir, ið eru settir at verða kjarnuleiðarar, greiddu frá, hvussu stungið er út í kort- ið. At enda greiddi ein vinnugranskari frá, hvat hann tekst við í sínum granskingararbeiði. Hóraldur Joensen, Dr. Scient, er settur at leiða tann partin, sum eitur bio- tøkni. Hann hevur skriv- stovu á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. – Endamálið við hesum partinum er at fremja evna- frøðiliga og lívtøkniliga gransking í evnum, sum eru viðkomandi og mennandi fyri føroyska fiskivinnu og samfelagið alt. Somuleiðis verður luttikið í føroyskum eins væl og altjóða gransk- ingarverkætlanum. Bjarti Thomsen, sivil- verkfrøðingur, eru settur at leiða tann partin, sum fevn- ir um veiði- og reiðskaps- tøkni. – Her er málið at fremja viðkomandi og álítandi gransking innan veiði- og reiðskapstøkni, sum skal verða við til at gera før- oyska fiskivinnu meira framkomna og effektiva. Við hesum verður vinnan eisini meira lønandi og kappingarfør. Vit fara tí at menna verandi og nýggjar veiðihættir í tøttum sam- starvi við vinnuna og við luttøku í altjóða samstarvi. Helgi Nolsøe, sivilverk- frøðingur, er settur at taka sær av framleiðslutøkni. – Kjarnin fyri framleið- slutøkni arbeiðir við gransk- ing og menning av fram- leiðslutøkni innan virking av fiski. Eisini hesin partur snýr seg um at verða við í før- oyskum og altjóða gransk- ingarverkætlanum. At enda á tíðindafund- inum greiddi vinnugransk- arin, Oluf Færø, Cand Sient, sum starvast hjá JFK, um KT innan vinnuna. Hann tosaði serliga um sporføri og hvønn týdning, tað hevur, at keyparin kenn- ir upprunan – frá byrjan til enda – á teirri vøru, hann keypir. Sosialurin fer at venda aftur til verkætlanina. Føroysk fiskivinnugransking »sjósett« Ásmundur Guðjónsson hevur vegna Fiskimálaráðið lagt lunnar undir fiskivinnugranskingina, sum nú er »sjósett« Mynd: Vilmund Jacobsen Helgi Nolsøe skipar fyri granskingini í framleiðslutøkni Mynd: Vilmund Jacobsen Bjarti Thomsen er granskingarleiðari í veiði- og reiðskapstøkni Mynd: Vilmund Jacobsen Hóraldur Joensen tekur sær av tí partinum, sum eitur biotøkni Mynd: Vilmund Jacobsen Oluf Færø er helst fyrsti vinnugranskari í Føroyum. Hann starvast hjá JFK í Klaksvík Mynd: Vilmund Jacobsen Nógv fólk hava teknað seg til fjølmiðlafakfestivalin komandi leygardag, sum felagið Synergi skipar fyri Fakfestivalur Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Rættuliga nógv fólk hava boðað frá luttøku til fjømiðlafakfestivalin, sum felagið Synergi skipar fyri. Annika Andreasen sigur, at við øllum upplegshaldarunum verða eini 90 til 100 fólk savnað í Sjómansskúlanum í Havn leygardagin. – Vit eru vælnøgdar við undirtøkuna, og vóna vit, at dagurin verður áhugaverdur og spennandi, um enn hann verður nakað langur, sigur Annika. Nógv tey flestu, sum hava teknað seg eru fjølmiðlafólk fyrst og fremst. Bæði free-lansarar og fólk við tilkýti til ávísan miðil. Síðani eru tað heilt fitt av politikarum eisini og fólk frá lýsingarstovum og prentsmiðjum. Annika sigur, at tað sjálvandi er ilt hjá teimum at spáa um, hvussu tiltakið fer at eydnast, men við teimum mongu áhugaverdu fyrilestrarhaldarunum skuldi verið lagt upp til ein spennandi dag. Byrjað verður við morgunmati og skráseting klokkan 8.30 leygarmorgunin og so byrjar sjálvt tiltakið klokkan 9.00. Dagurin endar um 17.30 tíðina leygarkvøldið, so ongin ivi er um, at hetta er ein langur dagur. – Um hetta skal broytast til eina aðru ferð ella ikki, tað vita vit aftaná tiltakið, sigur Annika og leggur afturat, at hetta jú er fyrstu ferð, at skipað verður fyri slíkum, og tí kann væntast, at tær fara at fáa eyga á okkurt, sum kundi verðið gjørt øðrvísi til eina aðru ferð. Fjølmiðlafakfestivalurin er tað fyrsta tiltakið av sínum slagi, sum Synergi skipar fyri. Men í mars mánaði verða tvey onnur skeið, sum felagið eisini skipar fyri. Annað er um eitt stýriamboð og hitt verður um børn og sorg. Til ber nú hjá fólki at bíleggja sær atgongu- merki umvegis inter- netið til sjónleikin Kaktusblóman, sum Klaksvíkar Sjón- leikarfelag í hesum døgum framførir Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Um fólk hava hug og møguleika til tess, kunnu tey nú bíleggja sær at- gongumerki til skemtileik- in Kaktusblóman umvegis heimasíðuna hjá Klaksvík- ar Sjónleikarafelag. Hetta er ein roynd fyri fyrst frá felagnum at víðka um tæn- astustøðið, tá tað kemur til at selja atgongumerki. Vanliga kunnu tey bí- leggjast í Atlantis ein tíma undan sýning, men nú kunnu tey sum sagt eisini bíleggja á netinum. Og tað kann gerast allan dagin inntil klokkan 18. Tá ein ætlar at bíleggja á netinum, er bara at fara inn á heimasíðuna hjá felagn- um, sum er www.kls.fo og fylgja upplýsningunum har. Treytir eru settar fyri, at ein bílegging verður góð- tikin av felagnum, og mugu hesar verða fylgdar fyri, at ein skal hava ognað sær eitt atgongumerki. Hetta hava tey í sjónleik- arafelagnum gjørt av at gera fyri at sleppast kann undan trupulleikum. Kaktusblóman verður framførdur hvørt kvøld klokkan 19.30 til hóskvøld- ið í hesu vikuni. Stórur áhugi fyri fjølmiðlafakfestivalinum Kaktusblóman: Bíleggja atgongumerki á netinum Um 90 til 100 fólk verða við á fjølmiðlafakfestivalinum leygardagin, sum felagið Synergi skipar fyri Mynd: Jens K. Vang Til ber nú at bíleggja sær atgongumerki til skemtileikin Kaktusblóman umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag Mynd: Bárður Lydersen C M Y K 5 4