Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 38 - 25. februar 2004 Nr. 38 - 25. februar 2004 3 Rørsla og vødda- arbeiði er av stórum týdningi fyri heils- una. Men motión og onnur nýtsla av kroppinum hevur eisini týdning fyri heilan og sinnalagið - og børn, sum røra seg nógv, tey læra betur RØRSLUR OG HEILSA Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Motión útloysir nógv sløg av evnum í kroppin- um, millum annað evnið, sum stilla pínu og geva eina kenslu av eydnu- semi. Summir rennararar blíva so bundnir av evn- inum, sum kroppurin út- loysir undir renningini, at teir ikki eru til at halda við hús. Kanningar vísa eisini greitt, at børn, sum røra seg nógv læra betur. Hetta stendur at lesa í drúgvari grein um rørslur og heilsu í danska heilsu- blaðnum, Naturli, sum vit loyva okkum at prenta nøkur brot úr. Tað eru ótrúliga nógvir fyrimunir við motión, serstakliga um tú ýðkar saman við øðrum. Menn- iskjuni eru lívsgleðin og heilsan hjá hvørjum øðr- um, og motión skal vera stuttlig, skulu vit ikki gevast at røra okkum. Rørslur økja um góðar kostvanar og maturin hevur eisini stóran týdn- ing fyri okkara sinnalag. Ein náttúruregla er, at alt má nýtast fyri at verða sunt og í lagi. Tí tað, sum ikki verður brúkt, følnar, verður linligt, sjúkt og doyr. Hetta er millum annað galdandi fyri vøddar, sinur, beina- grindina, hjarta og heil- an. Sinnið hevur gjøgnum heilan stóra ávirkan á restina av kroppinum. Við rørslum fer ein rúgva av ymiskum hormonum í gongd og ávirka millum annað adrenalinið, sum ger okkum før fyri at gera avrik. Ótýdligt eyðkenni frá heilanum, eitt nú gloymska og tunglyndi, hava skilligt samband við hugin at røra seg. Motión forðar demens í stóran mun. Jú meira ein heldur seg í gond, tess minni er vandin fyri, at heilin gevst at virka. Nógv gomul, sum eru tað vit vanliga rópa for- kálkað, sita hendur í favn á røktarheimum ella heima og hava einki at gera. Onnur hjálpa teim- um við øllum, eisini tí, tey sjálvi eru før fyri at gera. Hetta er harmiligt, tí sjálvt tær minstu upp- gávur geva motión og lívsvirði. Sjálvt fólk við so álv- arsligum breki sum skizofreni verða mun- andi betur, tá tey venja og ýðka. Daglig og helst møðsom motión er eisini sera effektiv móti angist. Í greinini í Naturli, www.naturli.dk, verður sagt, at motión eigur at verða tikið við í við- gerðini av sinnisbreki og kann í summum førum elva til, at heilivágur verður óneyðugur. Renn fyri lívinum Bretska stjórnin fer nú at gera treytirnar fyri oljuleiting á Atlantsmótinum linari og vónar við hesum at fáa tey stóru altjóða oljufeløgini at fara undir aftur miðvísa leiting á hesum stóra økinum. Hetta hendur sam- tíðis sum føroyskir myndugleikar fara undir at fyrireika næstu útbjóðingina á landgrunninum OLJULEITING Jan Müller Um nøkunlunda sama mundið sum føroyingar eru farnir at leggja til rættis uppskot at leggja fyri løg- tingið um eina 2. útbjóðar- rundu á landgrunninum, boðar bretski oljumála- ráðharrin Stephen Timms frá, at DTI, sum umsitur oljuleiting á bretska land- grunninum, at 22. útbjóð- ingin í teirra øki verður lat- in upp um nakrar fáar vikur. Hetta stendur m.a. at lesa í grein í oljublaðnum Upstream, sum kom út nú um dagarnar. Blaðmaðurin Christopher Hopson skrivar úr London, at bretska stjórnin fer at leggja fram eina heilt nýggja "Frontier" rundu fyri oljufeløgini, har treytirnar fyri at leita verða nógv lagaligari og linari enn treytir, sum hava verið settar áður í hesum økinum. Økið, sum talan er um, er Atlantsmótið og her ser- stakliga økið vestan fyri Hetland. Myndugleikarnir ásanna, at fá framstig eru gjørd í leitingini vestan fyri Hetland, síðani Schiehall- ionkeldan varð funnin fyri umleið 10 árum síðani. Orsøkin til at stjórnin vil geva oljufeløgunum laga- ligari treytir er tann, at stóru oljufeløgini, sum fyrr hava víst hesum leitiøki- num stóran áhuga, eru farin at leggja íløgupengar sínar í onnur øki í heiminum, har tey halda seg kunna fáa meira burtur úr. Men nú vilja myndug- leikarnir so gera eina roynd fyri at skapa nýggjan áhuga fyri økinum, sum er bæði stórt og verður mett at goyma nógva olju og gass. Tískil hevur oljumálaráð- harrin givið síni umsiting boð um at bjóða nýggjar teigar út undir nýggjum treytum. Stephen Timms sigur við blaðið, at við at minka um útreiðslurnar og við at økja um loyvistíðina vil stjórnin senda eitt signal til oljufeløgini um, at leit- ing og útbygging av olju- feltum í avbjóðandi økjum fer at verða stuðlað og stimbrað av myndugleikun- um. Nýggju treytirnar skulu geva feløgunum møguleika at søkja um størri øki fyri ein minni kostnað og skulu eisini geva teimum meira tíð til leiting og útbygging. Feløgini kunnu so lata 3/4 av økjunum aftur eftir eina kanningarperiodu og hesa tíðina kunna tey sleppa 90% bíligari. Bretar spíla seg út á Atlantsmótinum OLJULEITING OG TREYTIR ANALYSA Jan Müller Stóri spurningurin fyri leitingina við Føroyar og eina nýggja útbjóðing her vil so vera, um og hvørja ávirkan nýggju bretsku treytirnar til oljufeløg, sum vilja leita í teirra øki, fara at fáa fyri okkum. Hetta kann koma at hava við sær bæði fyrimunir og vansar. At bretskir myndugleikar eggja oljufeløgini, sum eru við at rýma av Atlants- mótinum, til at blíva ver- andi við at geva teimum lagaligari treytir, kann so koma at seta heilt nýtt fokus á alt økið og harvið eisini okkara landgrunn, sum er partur av Atlants- mótinum. Tað kann koma at geva nýggjar upplýsingar og vitan um undirgrundina, og tað kann gera, at tað verða gjørd nýggj fund. Ein vansi kann so vera, at áhugin fyri eini útbjóðing við Føroyar kann gerast minni, um so er, at treyt- irnar bretskir myndugleikar kunnu geva eru nógv lagaligari enn tær, sum Oljumálaráðið kann varta upp við. Uttan iva kann hesin spurningurin fara at gerast eitt heitt tjakevni, tá løg- tingið í vár skal taka støðu til m.a. treytirnar og eisini økini í 2. útbjóðing, tí tað vilja altíð vera ymsar meiningar um, hvat er rætta javnvágin, tá treytir skulu setast til útlendsk feløg, sum vilja gera íløgur her. Hetta verður tí ein stór avbjóðing til tey, sum skulu gera uppskot til reglur fyri 2. útbjóðing og tey, sum skulu taka endaligu av- gerðina. Fyri eitthvørt leitiøki er altavgerandi: hvat skal til fyri at skapa áhuga fyri íløgum, og hvussu skal eigaralandið tryggja sær at fáa sum frægast burtur úr sínum egna ríkidømi. Hetta eru so nettupp spurningar, sum Oljumála- ráðið uttan iva fer at við- gera í næstum, nú alt grundarlagið undir 2. rundu verður fyrireikað. Tað er tí heldur ikki óhugsandi, at bretska útspælið kann koma at seta nýggj krøv til Oljumálaráðið um at vera kappingarført. Hinvegin minnir sumt av tí bretar nú seta í treytirnar tí, sum longu varð boðið í 1. út- bjóðing við Føroyar, har gjørd vóru 9 ára loyvi við tí í huga at geva oljufeløg- unum fleiri og víðari møguleikar enn bara at plikta tey til at bora innan ávíst áramál. Savnsmynd Nýggjar bretskar treytir avbjóðing fyri okkum Stephen Timms, bretski orkumálaráðharrin vil ganga langt fyri at fáa stóru oljufeløgini at leita eftir kolvetni á Atlantsmótinum. Mynd DTI Hevur tú ikki heilt nógvar pengar á bankabókini, eru eingin møguleikar at byrja nakað nýtt í føroyskari alivinnu, sigur Hørður Wardum, sum nú leggur frá sær sum stjóri á Fiskaaling. Hann fer helst at brúka sína vitan uttanlands ALIVINNA Edvard Joensen Tað er ógjørligt at fara undir nakað nýtt í føroysk- ari alivinnu, um tú ikki hev- ur einar 20 milliónir á bankabókini, sigur Hørður Wardum, sum hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á partafelagum Fiskaaling. Støðan er so mikið vána- lig, at tað krevjast øgiliga nógvir pengar til at fara undir nakað nýtt í alivinn- uni. Tað ger so, at bara tær heilt stóru fyritøkurnar hava ráð til slíkt. Privatfólk, sum ætla at byrja nakað fyri seg sjálvan, hava ongan møguleika, sigur hann. Sjálvur kundi hann hugs- að sær at farið undir at ment onkra grein í vinnuni, men sær seg ikki føran fyri tí her á landi í hvussu er. – Skal nakað nýtt royn- ast, sigur Hørður Wardum, skal tað gerast uttanlands. Har tykjast møguleikarnir betri at sleppa undir okkurt av tí, eg haldi meg hava fakligan førleika til. Og júst tað fakliga hevur havt ein stóran lut í avgerð- ini, hann hevur tikið, um at siga seg úr stjórastarvinum á Fiskaaling. – Tað hevur verið ógvu- liga tungt at verið stjóri á Fiskaaling hesa tíðina, tí tað hevur mestsum bara verið mótbrekka, sum hann tekur til. Fiskurin á lív- fiskastøðini í Skopun doyði allur av óhappi, og fíggjar- liga hevur verið so mikið trongt eisini, at stóra upp- gávan hjá stjóranum hevur verið at halda aftur, so til bar at yvirliva fíggjarliga, heldur enn at kunna brúka sín faklga kunnleika. Hørður Wardum sigur, at hann kundi hugsað sær at arbeitt víðari við resirkuler- ing, sum hann metir kundi ment føroyska alivinnu, og lækka kostnaðin á alda fiskinum munandi. Við at alt fiskin á landi, til hann vigaði eini 500 gram ella so, hevði borið til at sett hann á sjógv nær á árinum tað skuldi verið, sigur Hørður Wardum. Ikki sum nú, fiskurin vigar eini 50 gram ella so, tá hann verður settur út. Tá tolir hann nógv minni av enn størri fiskurin, og verður tí settur út á vári. Allir seta út í senn, og taka tí eisini sam- stundis. Hinvegin hevði borið til at spjatt útseting- ina, og harvið tøkuna, yvir alt árið og soleiðis eisini røkt marknaðin betri. Um- framt tann heilt stóra fyri- munin, at styttri fiskurin gongur er i sjónum, minni er vandin fyri sjúku. Og at enda, men ikki minst, hevði tað bara kost- að ein lítlan part av tí, tað í dag kostar, um gjørt varð meira við resirkulering, sigur Hørður Wardum. Møguleikarnir eru so smáir fyri slíkum í Føroy- um, at hann nú ætlar sær uttanlands, helst til Dan- markar at royna sín kunn- leika, sigur Hørður Ward- um. Málið um línuskipið Jógvan S er nú lagt fyri rættin og verður tikið til dómsviðgerð fríggjadagin. Føroya Rættur skal í fyrsta umfari gera av, um Fiskimálaráðið hevði loyvi at taka fiskiloyv- ið aftur frá Jógvani S JÓGVAN S-MÁLIÐ Edvard Joensen Fríggjadagin verður dóms- viðgerð í Føroya rætti, har avgerast skal, um Fiski- málaráðið hevði loyvi at taka fiskiloyvið aftur frá línuskipinum Jógvani S. Jógan Páll Lassen, er sakførari hjá stevnaranum, smápartafelagnum Nakki í Klaksvík, ið eigur Jógvan S. Hann sigur við Sosialin, at hann vegna smápartafel- agið Nakk hevur kravt partsdómsviðgerði í málin- um. Tað merkir, sigur Jógvan Páll Lassen, at í hesum um- farinum verður ikki tikin støða til nakað endurgjalds- krav, men bara til, um grundarlag er fyri at krevja endurgjald frá Fiskimála- ráðnum fyri mista inntøku hjá Jógvani S. – Tað, sum nú skal avger- ast er, um Fiskimálaráðið hevði loyvi at taka fiski- loyvi aftur. Um Fiskimála- ráðið ikki hevði tað, skal so gerast av, um til ber at leggja endurgjaldskrav móti Fiksimálaráðnum, sig- ur sakførarin hjá smáparta- felagnum Nakki. Fær Nakkur ikki viðhald, er einki at koma við nøkr- um endurgjaldskravi til, sigur Jógvan Páll Lassen. Verður tað øvugt, at rættur- in kemur til ta niðurstøðu, at Fiskimálaráðið hevur borið seg skeivt at, verður farið undir at fyrireika eitt endurgjaldskrav, har krónur og oyru koma uppí. Tað verður eitt størri arbeiði, tí nógv er at gjøgnumganga í hesum málinum, sigur hann. Uttan mun til, hvussu úr- slitið í Føroya Rætti verður, hava partarnir sjálvandi hvør í sínum lagi møgu- leika at kæra til landsrættin. Men slík støða er ikki tikin enn, sigur Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá smá- partafelagnum Nakki, ið eigur Jógvan S. Bara stórkapitalurin sleppur framat Jógvan S í rættin fríggjadagin Stórkapitalurin stýrir føroysku alivinnuni, og hevur tú ikki eina rættiliga feita bankabók, hevur tú ongan møguleika at byrja nakað nýtt í vinnuni, sigur Hørður Wardum, sum ætlar sær uttanlands at brúka sín kunnleika um aling Mynd: Álvur Haraldsen Málið um Jógvan S er nú endað í Føroya Rætti, har dómsviðgerð verður fríggjadagin um, hvørt Fiskimálaráðið hevði loyvi at taka fiskiloyvið aftur frá skipinum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2