Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kreppuhjálp til kaj leo »Kreppuhjálp til Kaj Leo« er skotið í gongd og lesarar hjá Sosialinum, lurtarar hjá Rás2 og vitjandi á Portalinum eru komin við sera nógvum hugskotum, og á hesum síðum prenta vit trý spariuppskot. Men vit steðga ikki her, tí næstu dagarnar varpa vit ljós á uppaftur fleiri, sum okkara lesarar eru komnir við, umframt at vit framvegis ynskja góð sparihugskot til samgonguna. Send uppskot til sos@sos.fo við heitinum »Kreppuhjálp til Kaj Leo« ella send sms-boð til 225000. Ofta hevur verið ført fram, at ting­manna­talið í Føroyum er alt ov høgt. Sum er telur løgtingið 33 ting­limir. Hesir fáa allir stív­liga 38.000 krón­ur í løn um mánaðin, um­framt kost­n­að­ar­end­ur­gjald, pen­ sjón og aðrar á­góð­ar. Bara í lønum kostar ting­ið stívliga 15 millión­ir krón­ur árliga. Leggja v­it so kost­nað­ar­end­ ur­gjald, borð­fæ, pensjónir og aðrar á­góð­ar aftrat, so er samlaða upp­hædd­in, sum Løgtingið kost­ar, munandi hægri. Ein lesari skjýtur upp, at lækka tingmannatalið við átta fólkum. Hetta var nakað, sum varð nógv umrøtt nakað und­ an løgtingsvalinum, men kjakið tagnaði, tá val­fep­ urin byrjaði. Tá­verandi løg­ tings­limurin hjá Tjóð­veldi, Sjúð­ur Skaale, sum nú er á fólka­tingi burtur av, segði millum annað soleiðis: - Løgtingið kann avrika akkurát tað sama við 25 fólk­um. Og eg rokni við at 25 fólk gevur betri gjøg­ num­skygni, betri disipl­in, betri ordan, betri arbeiðs­ um­støður hjá tí einstaka ting­liminum, størri virðing fyri tinginum, størri sjálv­s­ virðing hjá tingfólki. Og Sjúrður Skaale segði eisini, at sjálvt við 25 ting­ fólkum høvdu vit havt fleiri politikarar fyri hvønn íbúgva, enn flest onnur heim­sins lond. Vit kunnu í øllum førum stað­festa, at tað hevði spart landi­num munandi, um ting­mannatalið lækkaði við átta fólkum. Hesi fáa, sum áður nevnt, stívliga 38.000 krónur og átta ting­ fólk kosta tilsamans um­ leið 3,6 milliónir krónur ár­liga bara í lønum. Við øðrum orðum eru slakar fýra milliónir at spara her, um­framt áðurnevndu kost­ nað­ar­endurgjøld, borðfæ, pen­sjón­ir og so framvegis. »Kreppuhjálp til Kaj Leo« Lagt til rættis: Rólant Waag Dam Lækka ting­ mannatalið SPARIUPPSKOT Skerja vit tingmannatali við úr 33 niður í 25, eru slakar fýra milliónir krónur at spara í lønum árliga Nógvir pengar eru at spara við at lækka tingmannatali Á hesum síðum prenta vit trý spariuppskot. Men vit steðga ikki her, tí næstu dagarnar varpa vit ljós á uppaftur fleiri hugskot, sum lesarar okkara eru komnir við