mánadagur 23. januar 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú er vónin við at fjara
burtur um at finna semju
ímillum fýra av teimum stóru
fakfeløgunum á almenna ar
beiðsmarknaðinum
øðru
megin og Fíggjarmálaráðið
og Kommunala arbeiðsgev
arafelagið hinumegin, er við
at fjara burtur.
Tey fýra fakfeløgini eru
Starvsmannafelagið, Peda
gogfelagið, Lærarafelagið og
Havnar arbeiðsmannafelag.
Sjálvar
samráðingarnar
ímillum partarnar slitnaðu
fyri jól og nakað síðani vórðu
teir báður Petur Zachariasen
og Petur Joensen tilnevndir
semingsmenn.
Teir hava brúkt eina tíð
upp á at seta seg inn í viður
skiftini.
Men nú hava teir sitið
saman við pørtunum síðani
leygarmorgunin og roynt at
funnið semju.
Men enn er onki frambrot
í samráðingunum.
– Partarnir standa enn so
langt frá hvørjum øðrum, at
enn vita vit ikki um tað yvir
høvur ber til at leggja nakað
semingsuppskot fyri teir,
sigur annar semingsmaðurin,
Petur Zachariasen.
Samráðingar vóru allan
leygardagin og allan sunnu
dagin, heilt til klokkan nærk
aðist trý í nátt, men onki av
gerandi frambrot hendi.
– Tí hava vit semingsmenn
biðið um ein steðg í samráð
ingunum og hava boðsent
pørtunum aftur til sam
ráðingar seinnapartin í dag,
mánadagin.
Seinasta skotið
Petur
Zachariasen
metir
støðuna soleiðis, at hetta
verður seinasta skotið, teir
hava í byrsuni og at mis
eydnast hendan royndin,
kann endin væl verða, at teir
geva skarvin yvir – uttan so
at okkurt heilt serligt kemur
undan kavi.
– Eg meti, at hetta kann
væl verða seinasta royndin
í hesum umfari og eydnast
tað ikki, verður verkfall ella
verkbann.
Hann væntar tó, at roynd
in í kvøld fer at vara í nakrar
tímar.
– Men føla vit framvegis,
at hetta ber ikki nakran veg,
kann henda, at vit koma við
eini fráboðan seint í kvøld
ella í nátt um, at vit meta
ikki, at nakað endamál er
at halda fram við semings
royndunum.
Ikki lætt
Sjálvur vil Petur Zachariasen
ikki meta um, hvat úrslitið
verður.
Tað einasta, hann vil siga,
er, at tað er ein sannroynd,
at nú hava semingsmenninir
roynt semju í tveir dagar,
uttan at tað hevur borið á
mál.
– Tað ber boð um, at hetta
eru ikki lættar samráðingar!
Men sum støðan er nú,
er sostatt als ikki ósannlíkt,
at ein stórur partur av sam
felagnum er liggur lamin, tá
ið vit vakna til dagsins stríð
og strev í morgin árini.
Summi hava reist spurn
ingin um semingsfólk ikki
hava heimild at útseta eitt
verkfall í átta dagar?
– Vit vita um handan
møguleikan, men vit halda
ikki, at tað hevur nakra ser
liga meining í einum føri,
sum hesum.
– Hetta er ein trygdarven
tilur, semingsfólk hava brúkt
fyrr, tá ið tað mest vanliga
var, at samráðst var til sátt
málaskeiðið var úti og so
vórðu semingsfólk tilnevnd
beinanvegin.
– Tá útsettu semingsfólkini
onkuntíð eitt verkfall í átta
dagar fyri at fáa stundir at
seta seg inn í støðuna.
– Í hesum føri var sátt
málaskeiðið úti 1. oktober, so
sáttmálapartarnir hava havt
ríkiligt av tíð.
Petur Zachariasen metir
tískil, at í eini samráðing sum
hesari, fara átta dagar eyka
ikki at gera munin.
– So tann møguleikan fara
vit neyvan at brúka uttan so,
at okkurt heilt serstakt kem
ur undan kavi, sigur hann.
Hetta merkir so væl eis
ini, at fakfeløgini vilja ikki
góðtaka páhaldið hjá Fíggj
armálaráðnum um at sátt
málin, sum Maskinmeistara
felagið skrivaði undir herfyri,
skal vera leisturin?
– Nei, tað gera tey ikki,
men tað er heldur onki duls
mál, tí tað hava tey boð
að frá longu áðrenn sem
ingsroyndin byrjaði, sigur
Petur Zachariasen..
Nú veksur vandin
fyri verkfalli skjótt
SEMINGSROYND Tað er rættiliga stórur vandi fyri at fleiri túsund fólk
í almennum starvi eru farin i verkfall, tá ið vit vakna í morgin árini
Ósamd
um leistin
Nakað síðani skrivaðu Maskinmeistarafelagið og
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevara
felagið undir nýggjan sáttmála.
Eftir honum fáa teir lægstløntu Maskinmeistara
felagnum við eini løn upp á 20.000 um mánaðin,
eina lønarhækking 1. oktober í fjør upp á 0, s85%
og tað sama 1. oktober í ár.
Men síðani minkar lønarhækkingin minkaði
so líðandi hvørt lønin hækkar til teir hægstløntu,
við eini løn upp á 50.000 krónur um mánaðin, onga
lønarhækking fáa.
Orsøkin til tað er, at vit hava fingið eina nýggja
skipan við fløtum skatti og at tað er ein so stórur
skattalætti, at tað vigar upp ímóti eini lønarhækk
ing.
Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at hetta
verður leisturin og at tað verður tórført at lata
onnur fakfeløg fáa meiri
Men tað vilja fakfeløgini ikki hoyra talan um.
Tey tvíhalda um, at samráðingar og skattaskipanir
hava onki við hvørt annað at gera.
Hetta er eisini eitt mál, sum er frammi í samráð
ingunum, sum í løtuni eru ímillum Fíggjarmálaráðið
og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrummegin
og fýra stór fakfeløg hinumegin.
Tórført
- Miseydnast royndin í kvøld, kann endin væl henda, at vit koma við eini fráboðan longu seint í kvøld ella í morgin
um, at vit gevast, sigur Petur Zachariasen, vinstrumegin, sum er semingsmaður saman við Peturi Joensen.
Verður tað úrslitið, liggur ein stórur partur av landinum lamin av verkfalli ella verkbanni í morgin árini
Enn vita vit ikki um
tað yvirhøvur ber til at
leggja nakað semings
uppskot fyri teir
Hetta verður
seinasta skotið,
teir hava í byrsuni