mánadagur 23. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Tað er ikki hissini evnið, leik
bólkurin Tvazz hevur valt at
taka upp við leikinum »Tey
óndu«. Og tað eru ikki hiss
ini spurningar, leikurin setir
áskoðarunum. Hesir eru við
komandi, raka djúpt og krev
ja, at tú sum áskoðari hevur
onkran at tosa við, tá leikurin
er liðugur.
Ikki tí, at tú ert skelkaður
ella sinnisrørdur, sum eg
annars hevði roknað við,
men tí at leikurin og leikar
arnir seta so nógvar spurn
ingar. Spurningar, hvørs svar
eru valla finnast, men sum
óbeinleiðis verða svaraðir í
viðgerðini og kjakinum av
spurninginum sjálvum.
Hetta er eisini styrkin við
leikinum. At hann tekur eitt
so óunniligt evni upp – eitt
mál, har ikki einans børn
hava dripið eitt annað barn,
men eitt mál har tveir tígg
ju ára gamlir dreingir rætt
og slætt buka og pína ein
tvey ára gamlan drong til
deyðis – og kortini megn
ar at lýsa evni og seta
nakrar tankar í gongd hjá
fólki, uttan at vanlukkuligi
sorgarleikurin
fyllir
títt
høvur aftaná, men heldur
reisir
spurningin
»hví?«.
Men mongu spuringarnir,
sum verða settir er kanska
í meira lagi, tí hesir enda
við at vera moraliserandi á
ein strævnan hátt – og tá er
vandi fyri, at boðskapurin
druknar í sær sjálvum.
Breitt fokus
Ein annar trupulleiki við
leikinum er fokusið – ella
mangul upp á tað sama.
Kórið setir rammurnar fyri
leikin, greiðir frá málinum,
samstundis sum viðmerkj
arar
spyrja
viðkomandi
spurningar. Hetta gongur
aftur gjøgnum allan leikin.
Umframt tað uppliva vit
sterkar dialogar millum løg
reglumenninar, sum avhoyra
dreingirnar, og so sjálvar
dreingirnar, og vit sleppa
onkursvegna inn at dreingj
unum, men ikki heilt inn
at. Vit uppliva drúgvar og
sannførandi monologar, har
mammurnar hugleiða um
teirra uppvøkstur, bakgrund
og synir sínar. Brotini, tá lisið
verður beinleiðis úr avhoyr
ingarskjølunum eru somu
leiðis ógvuliga sannførandi.
Fingur kann á ongan hátt
setast á leiklistarliga avrikið
hjá teimum trimum. Tvørtur
í móti spæla tey framúr!
Dygdirnar hjá Kjartani
Hansen og Gunnvá Zacharia
sen kenna vit og tað er ein
frægd at uppliva tey, men
danska Tine Gotthelf stend
ur einki aftanfyri tey bæði.
Og at hon tosaði danskt og
hini bæði føroyskt, var á
ongan hátt órógvandi ella
ørkymlandi.
Tað er eisini imponerandi
at síggja, hvussu hesi trý
jonglera
millum
mongu
leiklutirnar. Tey hava minst
fýra leiklutir hvør, tí vit
uppliva
teir
báðar
tígg
ju ára gomlu dreingirnar,
mammurnar
hjá
teimum
báðum, mammuna hjá drip
na dronginum, teir báðar
dreingirnar, sum finna deyða
James Bulger, journalistin,
sum ger viðtal við hesar báð
ar, fleiri løgreglufólk, fleiri
vitni, umframt at leikararnir
eisini virka sum viðmerkj
arar og kór. Hetta gera tey
einastandandi væl og tú ert
ongantíð í iva, hóast leikar
arnir ikki skifta klæði ella
broyta útsjónd á nakran hátt.
Men mongu leiklutirnir eru
ikki bara til gagns fyri leikin.
Onkursvegna er tað sum
um, at rithøvundurin hevur
roynt at koma runt sum í
øllum tilfarinum, sum liggur
undir leikritinum, at tað er
vorðið ov nógv. Eitt nú havi
eg trupult við at skilja, hvat
parturin, har ein journalistur
tosar við tveir dreingir, sum
komu fram á deyða drongin,
ger fyri leikin.
Og nú vit eru við lýtini,
leikurin hevur, er málsligi
parturin verdur at nevna.
Hetta kundi verið meiri
gjøgnumarbeitt, tí umset
ingini
vantar
reglusemi.
Málið er hampiliga lætt,
vanligt talumál stóran part
av tíðini, men tað tykist ikki
sannførandi, tá eitt so knort
lut og tungt orð sum »sølu
miðstøð«, verður brúkt av
einum tíggju ára gomlum
dreingi,
samstundis
sum
annar løgreglumaðurin spyr
hvat fyri »hobby« drongurin
hevur, fyri at nevna eitt
dømi. Inkonsekvent og spell.
Somuleiðis saknaði eg
sjónleik í leikinum. Tað ljóð
ar kanska undarligt, men
kemst tað fyrst og fremst
av tí, at tað var so sera
sterkt, tá tey spældu. Men
mongu viðmerkingarnar og
spurningar frá kórinum og
viðmerkjarunum fyltu nógv,
soleiðis at áskoðarin ongan
tíð slapp inn at einum per
sóni.
Sterk framførsla um
viðkvæmt evni
Tá hetta er sagt, eiga tey í
Tvazz rós uppiborið fyri
at kunna spæla ein leik
við einum so viðkvæmum
evni. Eitt er sjálvt evni, men
annað er mátin tað verður
lýst uppá. Tí hvat er meiri
óunniligt og ræðuligt, enn
eitt barnadráp framt av
børnum? Gunnvá Zacharia
sen
gjørdi
í
Sosialinum
fríggjadagin greitt, at tey ikki
ynskja at volka sær í einum
sorgarleiki. Tey ynskja held
ur at viðgera spurningin,
sum stendur eftir ein slíkan
sorgarleik,
nevniliga
hví,
Hetta hevur eisini eydnast
teimum til fulnar. Tí verða
míni ráð: farið til leikin,
men havi onkran at tosa við
aftaná, tí tað verður leikurin
bara betri av.
rolant@sosialurin.fo
Vantandi fokus í óndskapinum
UMRØÐA Leikurin »Tey óndu« er ein djørv og hugvekjandi uppseting við,
men hevur ta sjáldsomu slagsíðu, at honum vantar sjónleik
»Tey óndu« hevði frumframførslu leygarkvøldið og verður vístur hvørt kvøld klokkan 20.00 frá týskvøldinum fram til sunnukvøldið 5. februar
Mynd: Finnur Justinussen
Tey ynskja at
viðgera spurningin,
sum stendur eftir ein
slíkan sorgarleik,
nevniliga hví. Hetta
hevur eydnast
teimum til fulnar