Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Vælkomin í skúla Felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2012/2013 Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2006 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, verða biðin at siga frá týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar 2012. Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er. Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og foreldrini boð um, í hvønn skúla næmingar skulu koma í 1. flokk. Forskúlin Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúlan í Sankta Frans skúla, verða eisini biðin at siga frá týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar 2012. Innskrivingin Skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum Skúlin á Argjahamri Venjingarskúlin Tórshavnar Kommunuskúli Sankta Frans skúli ( 1.fl. og forskúli ) Eysturskúlin Hoyvíkar skúli Skúlin við Løgmannabreyt Innskrivingin er í býráðssalinum týsdagin 24. og mikudagin 25. januar, báðar dagarnar kl. 15.00-18.00. Havið avrit av dóps-/navnabrævi við. Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð á telefon 254010. Kollafjarðar skúli Innskrivingin í Kollafjarðar skúla verður í skúlanum mikudagin 25. januar, kl. 15. Kaldbaks skúli Innskrivingin í Kaldbaks skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 11.30-12.30 ella á telefon 302520/515398. Velbastaðar skúli Innskrivingin í Velbastaðar skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 15-17 ella á telefon 302505/228607. Nólsoyar skúli Innskrivingin í Nólsoyar skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 17.30-18.30 ella á telefon 302465/217001. Havið avrit av dóps-/navnabrævi við. Frítíðarskúlin Børn, ið skulu í frítíðarskúla, verða innskrivað í býráðssalinum / skúlanum somu tíð, sum felagsinn- skrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til frítíðar- skúlan í Snarskivuni, á heimasíðuni hjá kommununi www.torshavn.fo ella á telefon 302010. Meiri fæst at vita um innskrivingina í skúlanum ella frá Mentamáladeildini, Katrini Ellingsgaard, málsviðgera í skúlamálum, telefon 302010/281123. Tórshavnar kommunalu skúlar og frítíðarskúlar Mentamáladeildin tórshavnar kommuna Starvið sum stjóri á Føroya Handilsskúla er leyst at søkja. Starvið Sum stjóri hevur tú ábyrgdina av fíggjarligu, umsitingarligu og náms - frøðiligu leiðsluni av Føroya Handilsskúla, sum eisini fevnir um deild á Kambsdali. Stjórin skal tryggja, at útbúgvingarnar verða framdar sam - svarandi galdandi reglum, at undirvísingarligu viðurskiftini í skúl an um eru í lagi, og at fíggjarætlanin fyri skúlan verður hildin. Umsøkjarin Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og leiðsluroyndir. Royndir inn - an útbúgvingarøkið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tú dugir væl at leiða og at skapa eldhuga hjá starvsfólkunum, at fylgja settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum. Tú ert álítandi og álitis - vekjandi og hevur góð evni at samstarva og samskifta. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvið er lønt sambært avtalu millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálaráðið. Mán að ar løn - in er kr. 45.221,45 umframt kr. 7.144,99 í eftirlønargjaldi. Tann, ið settur verð ur, má tola broytingar í starvsviðurskiftunum í sambandi við møgu - ligar bygnaðarbroytingar á miðnáms skúla øki num. Umsóknin Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Olaus Jesper - sen deildarstjóra í Mentamálaráðnum, tlf. 555045 ella t-post olaus@ mmr.fo. Eisini ber til at venda sær til Jóhonnu á Bergi for kvinnu í stýri - num fyri Føroya Handilsskúla, tlf. 549000. STJÓRI TIL FØROYA HANDILSSKÚLA MENTAMÁLARÁÐIÐ Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handils skúla, virka fyri góðum arbeiðsum hvørvi og hevur hug sjónir um framtíðar vinnu útbúgv - ingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Umsókn við cv og við kom andi prógv um skal vera Menta mála ráð - num í hendi í seinasta lagi 14. februar 2012. Umsóknin verður stílað til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postsmoga 3279 110 Tórshavn Att.: Olaus Jespersen deildarstjóri ella sum teldupostur til adressuna skjalagreidslan@mmr.fo “ Vilmund Jacobsen Nú skulu friðingarnar fyri línuveiði inni við land, sum Føroya løgting samtykti síðsta heyst, eftir øllum at døma standa sína roynd. Seinasta fríggjadag tók Tjaldrið hjá Fiski­veiði­eftir­ litinum ein útróðrarbát av Skálafjørðinum, sum eftir­ litið metti hevði línuna stand­andi ov nær landi. Veiða og reiðskapur Jóhan Simonsen, vakt­hav­ andi á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur við Sosialin í morg­un, at hetta er fyrsti út-róð­rar­bátur, sum er tikin fyri ólóg­liga línuveiði eftir nýggju áset­ ingunum og friðingunum. – Skiparin á bátinum kem­ ur at fáa eitt sektar­upp­skot, sum hann kann góð­taka - ella vraka. Verður upp­skot­ið vrakað, endar málið í ræt­t­in­ um, sigur Jóhan Simon­sen. Tað var síðsta heyst, at Føroya løgting fyri fyrstu ferð - í nýggjari tíð - bannaði vinnuligari línuveiði inni við land. Friðingarnar eru gald­andi úr hálvum og út á tríggjar fjórðingar úr landi eftir ávísum linjum. Nú er so ein útróðrarbátur tikin fyri ólógliga línuveiði, og lítið man vera at ivast í, at júst hetta mál verður eitt fyridømi fyri onnur líknandi brot, sum kunnu koma. Fullgóð prógv Jóhan Simonsen sigur, at Fiskiveiðieftirlitið hevur full­góð prógv fyri, at út­róð­ rar­báturin hevur fiskað ólóg­ liga, og hann leggur aftrat, at hetta mál verður avgreitt á sama hátt, sum við øðrum málum, har skip og bátar fiska ólógliga. – Veiða og reiðskapur verða inndrigin, og síðan fær skiparin eitt sektar­upp­ skot, sigur Jóhan Simon­sen, vakthavandi á Fiski­veiði­ eftirlitinum við Sosialin í morg­un. vilmund@sosialurin.fo Útróðrarbátur tikin fyri ólógliga veiði