Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Upp­undir endan av seinastu viku varð nógv gjørt burtur úr gegnisspurninginum hjá Jákupi Mikkelsen, lands­ stýris­manni í fiski­vinnu­ mál­um. Orsøkin til hóva­ sták­ið er, at systir Hanus Han­sen, sum er ein av Føroya størs­tu reiðar­um, er kona landsstýrismannin, . Tí hevur spurn­ing­ur­in eisini tikið seg upp um, nær ella um Jákup Mikkel­sen kann gerast ógeg­nig­ur í sínum arbeiði sum lands­stýris­ maður í fiski­vinnu­mál­um. Eftir at eitt nú advokat­ar­ nir, Annfinnur V. Hansen og Jógvan Páll Lassen, hava giv­ ið sína støðu til kennar um hetta mál, hevur Sosialurin í morgun fingið eina stutta við­merk­ing frá løgmanni, Kaj Leo Johannesen. Um 2-3 dagar Løgmaður sigur, at hann fekk tað tilfar, sum fyri­ligg­ ur í málinum, fríggjadagin, eins og fundur tá eisini var millum hann og lands­stýris­ mann­in um gegnis­spurn­ ingin. Nú fer løgmaður so sam­an við sínari serfrøði á Løgmansskrivstovuni at hygg­ja eftir hesum tilfari, eins og hann fer at ráðføra seg við sína umsiting. - Eg fari helst at brúka einar 2-3 dagar til hetta, og so fari eg at koma við mínari niður­støðu, sigur hann. Kaj Leo Johannesen vísir á, at Jákup Mikkelsen sum lands­stýris­maður eisini hev­ ur sína rættartrygd, og at hann annars skal viðfarast sum onnur menniskju, sum løg­mað­ur tekur til. Ikki úr starvi Spurdur, um tað er hugsandi, at løgmaður fer at siga landsstýrismannin úr starvi, tí hann møguliga kann ger­ ast ógegnigur í fleiri fiski­ vinnu­málum, sigur Kaj Leo Johanne­sen, at hetta mál snýr seg slett ikki um at siga lands­stýri­smannin úr starvi ella ikki. - Fyrst skal eg saman við mínari serfrøði á Løg­mans­ skriv­stovu­ni endaliga stað­ festa, hvussu málið ligg­ur, og síðan skal støða taka til, hvussu vit arbeiða víð­ari. Hetta mál snýr seg um tvey ting, løgfrøði og po­li­tikk. Hetta snýr seg so­leið­is slett ikki um at siga lands­stýris­ mann­in úr star­vi, men um, hvussu vit skulu arbeiða frameftir, end­ur løgmaður, Kaj Leo Johanne­sen, í stuttari viðmerking í morgin. vilmund@sosialurin.fo Jákup hevur eisini sína rættartrygd - Hetta snýr seg slett ikki um at siga landsstýrismannin í fiskivinnumálum úr starvi, men um at finna eina skipan, sum løgfrøðigliga og politiskt er í lagi, sigur løgmaður, Kaj Leo Johannesen - Málið um, nær ella um Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er ógegnigur, snýr seg um løgfrøði og politikk, sigur løgmaður, Kaj Leo Johannesen eg fari helst at brúka einar 2-3 dagar til hetta, og so fari eg at koma við mínari niðurstøðu LØGMAÐUR