mánadagur 23. januar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Jákup Mikkelsen er ikki
ógegnigur sum landsstýris
maður í fiskivinnumálum.
Tað er niðurstøðan, sum Ann
finn V. Hansen, advokatur, er
komin til. Anfinn var eisini
millum teirra, sum smíðaðu
stýrisskipanarlógina.
Tað var løgmaður, Kaj Leo
Johannesen, sum eftir nógv
kjak í miðlunum um gegnið
hjá Jákupi Mikkelsen sum
fiskimálaráðharra, ið bað
landsstýrismannin útgreina í
hvørjum føri, hann er ógegn
igur.
Høvuðsorsøkin til kjakið
er, at systir stórreiðaran,
Hanus Hansen, er gift lands
stýrismanninum
í
fiski
vinnumálum.
Í hesum sambandi hevur
verður víst til, at Jákup
Mikkelsen eftir ávísari grein
fyrisitingarlógini kann ger
ast ógegnigur, tá ræður um
avgerðir á fiskivinnuøkinum.
Danski
serførðingurin
í
umsitingarrætti,
Sten
Bønsing, sum er lektari á
Universitetinum í Aalborg,
segði við Norðlýsið herfyri,
at lógin skal lesast á tann
hátt, at landsstýrismaðurin
ikki kann viðgera sína egnu
familju, men at lógin sigur
einki um familjuna hjá konu
ni. Talan er um skyld ella
svágd í stígandi ella fallandi
linju ella síðulinjuni.
Ikki ógegnigur
Jákup Mikkelsen hevur nú
sent løgmanni eina løgfrøði
liga niðurstøðu, sum Ann
finnur V. Hansen, advokatur,
hevur gjørt.
Í niðurstøðuni stendur
at lesa, at "... í stuttum kann
sigast, at tað ongantíð kann
verða talan um ógegni sam
svarandi
fyrisitingarlógini
§3, stk. 1, nr. 2, sum viðvíkur
ógegni orsaka av familju, tí
familjan hjá hjúnarfelaga
tygara er ikki fevnd av áset
ingini. Tá tað hevur ver
ið ført fram, at tygum eru
ógegnigur orsaka av familju
viðurskiftum, er talan um
eina misskiljing av rættar
reglunum. Sjálvt, tá talan
kundi
verið
um
ógegni
eftir fyrisitingarlógini, er
hetta ongantíð galdandi, tá
talan er um at gera uppskot
til lóggávu at leggja fyri
løgtingið, tí hendan uppgáv
an hjá einum landsstýris
manni er ikki umfatað av
fyrisitingarlógini..."
Ikki nóg ítøkiligt
Annfinnur V. Hansen leggur
aftrat, at "... vanlig yvirskipað
umsitingarlig mál, sum t.d.
fiskivinnusamráðingar, býti
av fiskirættindum til bólk
ar og líknandi, vilja vanliga
ongantíð verða fevnd av
ógegnisreglunum, tí sam
bandi verður ov fjart til at
staðfesta, at ítøkilig ser
áhugamál eru til staðar, ið
gera tygum ógegnigan. Tað,
at Hanus Hansen, er parta
eigari í einum felag, sum
møguliga kann fáa gagn av
hesum á jøvnum føti við
onnur feløg/persónar, er ikki
nóg ítøkiligt til at staðfesta
ógegni, hóast tit til dømsi
máttu verið vinir. At hann er
bróður konu tygara, hevur í
sær sjálvum ongan týdning í
mun til fyrisitingarlógina..."
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum
hevur
kunnað løgmann um niður
støðuna hjá Annfinni V. Han
sen, advokati.
vilmund@sosialurin.fo
Jákup ikki
ógegnigur
- At Hanus Hansen er partaeigari
í felag, sum møguliga kann fáa
gagn á jøvnum føti við onnur
feløg/persónar, er ikki nóg ítøki
ligt til at staðfesta ógegni. At
tygum eru ógegnigur orsaka av
familjuviðurskiftum, er ein misskilj
ing av rættarreglunum. Tað sigur
Annfinnur V. Hansen, advokatur
um gegnisspurningin hjá Jákupi
Mikkelsen, landsstýrismanni
- At Hanus Hansen er bróður
konu tygara, hevur í sær
sjálvum ongan týdning í
mun til fyrisitingarlógina,
sigur Annfinnur V.
Hansen, advokatur
Vilmund Jacobsen
Í Degi & Viku fríggjakvøldið
í helt Jógvan Páll Lassen,
advokatur, at tað mátti verið
keðiligt hjá Fólkaflokkinum
at hava stríðst seg til at
umsita fiskivinnumál - og so
at hava ein landsstýrismann,
sum í ávísum málum kann
gerast ógegnigur.
- Avleiðingin av hesum
verður, at tað verða aðrir
flokkar, sum koma at taka
yvir í fleiri stórum avgerðum
á fiskivinnuøkinum, segði
advokaturin
Málið í tveimum
Hann vísti í Degi & Viku á,
at trupulleikin er í tveimum.
- Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum er gene
relt ógegnigur í nógvum
málum. Hin er, at Hanus
Hansen kann rokna við ikki
at fáa eina sakliga viðgerð
í sínum dagliga yrki sum
vinnulívsmaður.
- So, tað er báðar vegir, at
trupulleikin kann vísa seg,
segði advokaturin.
Jógvan Páll Lassen legði
aftrat, at almenningurin
kann hava ein mistanka um,
at Hanus hevur fingið fyri
munir, sum hann als ikki
hevur fingið.
- Í aðrar mátar kann
tað eisini henda, at Hanus
verður viðgjørdur serliga
hart í mun til aðrar, og tað
skal hann heldur ikki, segði
advokaturin.
Stórir trupulleikar
Jógvan Páll Lassen metti,
at Hanus Hansen kann fáa
stórar trupulleikar av, at
svágurin
er
landsstýris
maður í fiskivinnumálum,
og tí segði hann seg ivast í,
hvussu rætt tað er av Jákupi
Mikkelsen at sita við júst
hesum málsøki í landsstýri
num.
vilmund@sosialurin.fo
Trupulleikin við
Jákupi í tveimum
- Tann eini er, at Jákup Mikkelsen generelt er ógegnigur í
nógvum málum. Hin er, at Hanus Hansen, reiðari, kann rokna
við ikki at fáa eina sakliga viðgerð í sínum dagliga yrki sum
vinnulívsmaður, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur
- Hanus Hansen kann fáa stórar trupulleikar av, at
svágurin er landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tí
er ivasamt, hvussu rætt tað er av Jákupi Mikkelsen
at sita við júst hesum málsøki í landsstýrinum,
heldur Jógvan Páll Lassen, advokatur