mánadagur 23. januar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Kvinnurnar úr Stjørnuni vistu, at
tær á pappírinum høvdu eina yvir
komiliga uppgávu, meðan argasti
kappingarneytin, VB, hevði sera
trupla uppgávu í at møta Neist
anum. Tískil kundu tær bara vóna,
at Neistin vann á VB, men sam
stundis máttu tær ikki gloyma, at
tær skuldu vinna Kyndli. Alt fall
Stjørnuni í lut – tær vunnu og VB
tapti.
Runnu avstað
Stjørnan legði hart út og vann sær
eina leiðslu, sum Stjørnan bara
økti um og Kyndil ikki megnaði at
svara aftur uppá. Unga kyndlaliðið
hevði truplari við at spæla seg
til málmøguleikar, meðan tær
royndu úr Stjørnuni vístu vegin.
Oftast
skutu
tær
útifrá,
har
Simona Petersen væl fylgd av
Corinu Demeterca skaraðu framúr.
Stjørnan slapp til hálvleiks við eini
17-11-leiðslu.
Royndu alt
Í seinna hálvleiki royndi Kyndil alt
fyri at hála seg inn á Stjørnuna, og
hóast tær eitt nú royndu seg við
at mansverja skjúttarnar, Simonu
Petersen og Corinu Demeterca,
so nyttaði einki. Stjørnan spældi
næstan enn betur uttan tær báðar,
og serliga umvegis vongspælið
komu nógv mál. Simona Petersen
trein annars fram allatíð – hóast
mansvard – og langaði hon fleiri
bóltar í netið.
Spælið var annars ikki gott
hjá hvørgan av liðunum í seinna
hálvleiki. Nógv persónlig mistøk
settu síni merki í ein rótutan hálv
leik, sum Stjørnan slapp best frá og
sló ein tryggan 31-21-sigur á talv
una.
Liggja væl fyri
Løtu eftir sigurin kundu tær í
Stjørnuni fegnast um, at argasti
kappingarneytin, VB, tapti heima
dystin ímóti Neistanum. Hetta ber
í sær, at Stjørnan í løtuni er fýra
stig frammanfyri VB í stríðnum
um at koma í FM-finaluna saman
við Neistanum.
VB hevur tó leikt ein dyst færri.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Í Runavík vendir hondbóltslívið á
høvdinum í mun til seinastu árini, tá
ið Tjaldur av álvara myndaði oddan
í føroyskum kvinnuhondbólti. Nú
liggja tær aftastar og mugu stríð
ast fyri hvørt einasta mál. Leygar
dagin vitjaði StÍF, sum liggur trið
aftast. StÍF vann stórt 34-16 eftir
hálvleiksstøðuna 19-8.
Tjaldur byrjaði væl
Fyrstu løtuna hevði Tjaldur annars
gott flog og legði seg skjótt á odda
4-2. Tær vóru eisini á odda 5-4, men
so kom av álvara stígur í og StÍF
fekk 11 mál á rað. Tjaldur líður
undir at snúningspunktið á liðnum,
Adina Petrea, er skadd, og høvdu
tær í dystinum sum heild trupult
við at spæla seg ígjøgnum StÍF-
verjuna. Serliga í seinnu helvt av
fyrra hálvleiki skolaðu málini inn
í Tjaldurs-málið. Tjaldur má bara
ásanna, at trý mál upp á 20 minuttir
ikki er nokk, tá ið tú spælir í bestu
deildini.
StÍF slapp til hálvleiks við
tryggari 19-8-leiðslu.
Sama gongdin
Í seinna hálvleiki minti gongdin
nógv um ta í fyrra hálvleiki. StÍF
hevði lættari við at seta mál á talv
una, men hesumeðin hálvleik vísti
Tjaldur meiri áhaldni, stríddist
betur og skeyt eisini nøkur góð mál.
Eisini Katrin Jacobsen í málinum
hevði nakrar góðar bjargingar.
Munurin millum liðini var tó ov
stórur, og í einum saman um tikið
heldur linligum dysti, leikti StÍF seg
lætt til ein stórsigur 34-16.
Tjaldur liggur framvegis full
komiliga einsamalt á aftasta plássi
við einum stigi, meðan StÍF nú
hevur átta stig og nærkast hinum
liðunum. Næsta lið teimum er
Kyndil við 11 stigum.
albinus@sosialurin.fo
Tjaldur – StÍF 16-34 (8-19)
Tjaldur: Heidi Sevdal (6) Sófríða
Pattinson (4) Barbara Nygaard (3)
Ranvá Jacobsen (2)
Útvísingar: 3x2min.
StÍF: Birna Tummasardóttir (12)
Fríðrún Danielsen (6) Oddrún
Danielsen (5) Rebekka Justinussen
(5) Irena Dam (2) Ásgerð Káradóttir
(2) Mariann Petersen (1) Lilja
Gregersen (1)
Útvísingar: 2x2min.
hondbóltur
StÍF vann lættliga
Hondbóltur Tjaldur kom betur frá byrjan, men so kom stígur í og StÍF slapp av vísa
veruliga munin á liðunum og vann 34-16-stórsigur eftir hálvleiksstøðuna 19-8
Stjørnan dregur frá
kvinnuHondbóltur Stjørnan gagnnýtti til fulnar, at VB einki stig fekk hetta
umfarið. Tær gjørdu av við kyndilskvinnur við at vinna stórt 31-21, og við sætta
sigrinum á rað liggja nú sera væl fyri í mun til at røkka FM-finaluni
Mynd: Álvur Haraldsen