Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Tað var lagt upp til eina sera spennandi finalu ímillum Challenge Trophy-bólka­ vinn­arar­nar báðar, Føroyar og Moldova, sum varð leikt í Belgrad í Serbia, har EM-enda­ spælið í hondbólti eisini verður leikt í løtuni. Føroyar hevði við stórum stíli spælt seg í finaluna. Í bólkaspælinum, sum varð leikt í írska býnum Limerick í novembur í fjør, vundu Føroyar burturúr Onglandi og Írlandi ávika­vist 40-22 og 30-20, áðrenn teir vunnu tætta og avgerandi dyst­in ímóti Georgia við 23-21. Hetta tryggjaði teimum pláss í finaluni, sum altso varð leikt í serbiska høvuðsstaðnum, Belgrad, leygardagin. Moldova við áræði Moldova vísti meiri áræði í fyrra hálvleiki og trýstu føroysku leik­ararnir til at spæla upp til sítt allarbesta, sum teir í stórum løt­um ikki gjørdu og misnýttu alt ov nógvar málmøguleikar. Mál­ mað­urin hjá Moldova stóð sera stinn­ur og gjørdi tað trupult fyri okkara menn. Tað var serliga Anatollo Bulov hjá Moldova, sum setti sín dám á fyrra hávleik. Hann skeyt fimm mál bara í hesum hálvleikinum og var høvuðsorsøkin til, at Moldova slapp til hálvleiks við einari 15-9-leiðslu. Spældu seg upp Í seinna hálvleiki spældu føroysku menninir seg spakuliga upp og Moldova sá út til at vikna nakað í bæði álops- og verjupartinum. Leiðslan hjá moldovum var tó nakað stór at fáa tamarhald á, og tá ið málmaður teirra helt fram við at vísa stórspæl, gjørd­ist mótbrekkan ov brøtt. Før­oyar hevði framvegis stórar møgu­leikar, ið vórðu misnýttir, og bara ein minutt fyri leiklok høvdu teir møguleika at minka um niður í bara eitt mál, men aftur stóð mál­maðurin fyri. Føroyar komu ov seint í gongd við góða spælinum, og hóast Dánjal Tórgarð skaraði framúr við 10 málum, so var ov seint og Moldova vann finaluna 30-28. Forkunnug vitjan Finalan varð spæld mitt í EM-meldr­inum í Belgrad, og í hesum sama sambandi er øll leiðslan í EHF, altjóða hondbóltssambandinum, savnað har. Tað var forsetin í EHF, Tor Lian, og varaforsetin, Miguel Roca Mas, ið handaðu gull- og silvurkrónurnar til leikararnar. Hjá føroyska liðnum varð tann bara 17 ára gamli Jóhan á Plógv Hansen kosin dagsins leikari. Hann spælir við Skanderborg Hånd­bold í fremstu donsku hond­bólts­ deildini. Føroyar – Moldova 30-28 (15-9) Føroyar: Dánjal Tórgarð (10) Jóhan á Plógv Hansen (5) Andreas Nielsen (3) Rúni V. Højgaard (2) Rógvi Sørensen (2) Niklas Reginsson (2) Hans Eli Sigurbjørnsson (1) Joen Pauli Høgnesen (1) Bartal T. Kamban (1) Sigmundur Dahl (1) Útvísingar: 6x2min. Moldova: Anatolli Bulov (7) Ivan Maruha (4) Mihail Maruha (4) Serghei Costin (4) Alexandr Lupasco (4) Iaroslav Vitehovschi (3 )Eduard Scripinic (2) Evgheni Ursuleac (2) Útvísingar: 4x2min. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus VB hevur havt eitt sera gott kappingarár og ligið væl fyri at røkka FM-finaluni umvegis eitt 2. pláss. Tær hava tó verið í hørðum stríði við Stjørnuna, sum leggur trýst á við at vinna at kalla hvørjaferð. Og hesaferð glapp tað vágskvinnum, sum máttu ásanna, at oddaliðið Neistin var eitt ov sterkt mót­støðulið. Ein góð løta VB var annars væl við frá byrjan og lat ikki Neistan renna av­stað. Tær spældu við upp til støðuna 4-4, tá ið Neistin – eftir eitt korter – kom í gongd og dróg eitt sindur frá VB. VB gav tó ikki skarvin yvir og helt munin niðri á tveimum málum, men stutt undan hálvleikinum skrædnaði. Tríggjar minuttir fyri hálvleik var støðan 13-11 til Neistan, men so fingu tær trý skjót mál á rað við bara ein­um aftursvari, soleiðis at Neistin vann sær eina 16-12-hálv­ leiks­leiðslu. Ov tungt VB var væl við frá byrjan í seinna hálvleiki og helt munin, men eftir tíggju minuttum fór spælið at koyra betur hjá Neist­anum og tær drógu av álvara frá. Tær fóru frá 19-16 til 24-16, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Seinastu seks minuttirnar fekk VB einki mál, og tá ið so Neistin skeyt heili fimm mál hesa løtuna, kundu tær fegnast um at hava bukað VB heili 32-21 í einum dysti, sum annars varð spáddur at gerast sera spenn­andi. Dýrt tap Tapið kann vísa seg at vera dýrt hjá VB, sum kundu frætta úr Havn, at Stjørnan hevði vunn­ið stórt á Kyndli og harvið lagt seg fýra stig framum í stríð­num um FM- finaluna. VB hevur gaman í ein dyst til góð­ar, men tað kann gerast tungt at vinna seg inn aftur á Stjørn­una, sum í løtuni er væl koyr­andi og hevur vunnið seks dystir á rað. albinus@sosialurin.fo VB – Neistin 21-32 (12-16) VB: Gurið K. Mortensen (7) Bára K. Mortensen (6) Ana Lukic (6) Rannvá Johannessen (1) Natasha Ivanovski (1) Útvísingar: 2x2min. Neistin: Barbara Brauer (7) Birita Wardum (7) Nicoleta R. Hansen (5) Jacklin Durhuus (4) Marjun F. Danberg (4) Annika Thomsen (3) Anja Eliasen (2) Útvísingar: 3x2min. hondbóltur Vágskvinnur settar upp á pláss Hondbóltur VB hevði lítið og einki at gera ímóti oddaliðnum Neistanum, sum vann stórsigur 32-21 í Vági. Við tapinum misti VB týdningarmikið fet í FM-stríðnum Hóast yngstur á liðnum, so hevur tann bara 17 ára gamali Jóhan á Plógv Hansen veruliga gjørt seg galdandi í Challenge Trophy. Hann skeyt fimm mál í finaluni og varð kosin dagsins besti hjá Føroyum. Heimasíðan hjá altjóða hondbóltssambandinum fekk orðið á hann eftir finaluna. – Fyri mítt viðkomandi var hetta ein dreymur, ið gjørdist veruleiki. Tað, at spæla í finaluni í Challenge Trophy í eini høll við 20.000 áskoðaraplássum. Tað var ein fantastisk kensla, segði Jóhan á Plógv Hansen við eurohandball. com eftir dystin. albinus@sosialurin.fo Jóhan á Plógv Hansen: Ein dreymur! Føroyar taptu finaluna challenge trophy Tað eydnaðist ikki føroyska U23-manslandsliðnum at vinna finaluna í Challenge Trophy, sum teir leygardagin taptu tepurt 28-30 ímóti Moldova