Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið kvinnuflogbóltur Uni Holm Johannesen Tað var púra greitt fyri sjey døgum síðan, at upplagdur møguleiki var fyri, at seks stig skuldu skilja liðini. Tað hevði verið ein ynskistøða, nú farið verður undir seinasta triðingin av landskappingini. Fleyr tóku hin­ vegin ikki av. SÍ hevur hinvegin lagt havnarkvinnurnar aftur um seg á stigatalvuni, tí sørvágskvinnur hava betur málúrtøku. Tað eru SÍ og Fleyr, sum tog­ aðst um annað finaluplássi í bestu kvinnudeildini. Mjølnir hevur enn fult stigatal við beinari kós í finalurnar um føroya­meistara­ heitið. SÍ og Fleyr brustu saman í høll­ini í Sørvági í gjár. Heimaliðið vann uppiborið 3-0, settúrslitini vóru 25-17, 25-23 og 25-21, og sigurin ber við sær, at sørvágskvinnurnar eru nummar tvey í røðini á stiga­ talvuni. Greiður sigur Sørvágskvinnur vóru við yvirlutan mest sum allatíð. Tað vóru knotur í gestunum í løtum, men tær bitu ongantíð so mikið frá sær, at SÍ var undir trýsti. Tað var serliga í øðrum setti, at tað var um reppið, at Fleyr vann seg upp á javnt, men sørvágskvinnur høvdu neyðuga tolið, tá tað stóð á. Sigurin á Fleyr er bara ein av nógvum sigrum seinastu vikurnar. SÍ hevur vunnið seinastu seks dyst­ irnar upp í slag, og mongu stigini, liðið hevur skavað saman, ber við sær ta støðuna, at sørvágskvinnur er best fyri í stríðnum við Fleyr um annað finaluplássið – hóast tað kann broytast næsta vikuskiftið. Pílurin peikar brádliga hjá kvinn­ unum í Fleyr, tí liðið hevur báðar oddadystirnar seinastu vikuna. Næsta vikuskiftið kunnu tær reisa seg aftur, tá TB bíðar teimum í høllini í Trongisvági. Mjølnir vann aftur Mjølnir hevur verið einaráðandi í hesum kappingarárinum. Kvinnur­ nar úr Klaksvík vunnu tepurt á Fleyr síðsta vikuskiftið, men hesa ferð vunnu tær lætt og einfalt á ÍF. Settúrslitini vóru 25-4, 25-12 og 25- 20. Mjølnir er enn ósigrað. Hóast stórslignu gongdina, hava klaksvíkskvinnur bara trý stig fleiri enn nærmastu kappingarneytarnir, sum eru SÍ og Fleyr. Stigini verða nú aftur býtt í helvt, og stigaúrtøkan hjá Mjølnir fer úr 28 stigum niður í 14 stig. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað vóru bara spældir fáir dystir í hesum kappingarárinum, tá greiðar ábendingar vóru um, at liðini býttu seg í tríggjar bólkar á stigatalvuni. Í miðbólkinum hava Ternan, Dráttur og ÍF stríðst um at fáa fjórða plássi, tí gloppið er ov stórt upp til ovastu liðini. Hesi liðini, Ternan, Dráttur og ÍF, hava í roynd og veru bara æruna at spæla fyri við møguleikanum at arga ovastu liðini. Tað stóð tískil heldur ikki stórvegis upp á spæl, tá Dráttur vitjaði TB í gjár. Tvørákvinnur løgdu bragdliga fyri og vunnu óvæntað heili 25-6 í fyrsta settinum. Tá ressaðust gestirnir, sum vunnu næstu trý settini. Settúrslitini vóru 15-25, 17- 25 og 24-26. uni@sosialurin.fo Nú riggaði aftur FLOGBÓLTUR Dráttur hevði tapt tríggjar dystir upp í slag undan vitjanini í Trongisvági hetta vikuskiftið. Hesaferð eydnaðist aftur at fáa fult Pílurin peikar niðureftir FLOGBÓLTUR Fleyr hevur ikki staðið torføru próvtøkurnar seinastu sjey dagarnar. Havnarkvinnurnar taptu fyri oddaliðnum Mjølnir í Gundadalshøllini síðsta vikuskiftið, og sørvágskvinnur vóru somuleiðis omaná, tá Fleyr vitjaði í Sørvági í gjár. Nú verða helvtin av stigunum aftur tikin frá liðunum Mjølnir - ÍF 3-0 (25-4, 25-12 og 25-20) SÍ - Fleyr 3-0 (25-17, 25-23 og 25-21) TB - Dráttur 1-3 (25-6, 15-25, 17-25 og 24-26)