Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Fyrsta hoppið á lopfjølini til nýtt landsliðsár og nýggja HM undan­ kapping saman við nýggjum lands­ liðsvenjara og nýggjum hjálpar­ venjara var í Gundadali leygardagin og sunnudagin. Lars Olsen hevði boðsent 34 spæl­ar­um til fyrstu mini venj­ ingar­leguna. Í vikuskiftis­blaðnum varð sagt, at allir uttan tveir av teim­um boðsendu fóru at taka lut. So nógvir møttu kortini ikki, men lut­takaratalið bendir á, at tað valdar spenningur millum spæl­ ararnar, og eftir venjingarnar er niður­støðan, at fyritreytirnar und­ an landsliðsárinum tykjast vera góðar: – Spælararnir sýndu avrik á hægri støði, enn tað kanska varð roknað við, tá ið tað ræður um bóltførleika og um venjingarstøðuna. Eingin dumpaði, og tað er ein góð kensla hjá okkum, sum skulu arbeiða víðari við at finna fram til, hvørjir skulu manna landsliðshópin, staðfestir landsliðsvenjarin Lars Olsen. Næsta stigið í landsliðs­arbeið­ num er venjing mikudagin 8. februar. Eftir ta venjingina verð­ur greitt, hvørjir skulu við á venjingar­ leguna, sum verður í Spania um mán­aðarskiftið februar-mars. Tað sigur seg sjálvt, at úttøkan verður fyrst og fremst grundað á tann hópin og tað liðið, sum hevur vart Føroyar undir leiðslu av Brian Kerr, men tað verður undirstrikað, at bæði ungir og meiri royndir spæl­arar hava møguleika at spíla seg út og sannføra um, at júst teir eiga pláss millum teir bestu. Lands­ liðsvenjarin ætlar ikki so at siga at sleppa teimum upp á fjall, sum ikki verða úttiknir til veningarleguna í Spania: – Eg ætli at fylgja væl við í lands­kappingini. Tit kunnu rokna við at síggja meg her einar 8-10 dagar um mánan, og so er tað sjálv­andi týdningarmikið at fylgja við, hvussu tað gongst teimum, sum spæla uttanlands, sigur Lars Olsen. Jóannes Jakobsen var í viku­ skift­inum fyri fyrstu ferð í leik­ lutinum sum hjálparvenjari hjá Lars Olsen. Hjálparvenjarin kennir væl spælararnar, og hann sigur seg vera ovfarnan av, hvussu væl tað hiln­aðist í vikuskiftinum: – Tað var harmuligt, at tað var eitt sindur hált á vøllinum, tá ið innanhýsis dysturin var á skránni. Spælararnir eru sjálvandi ikki í góð­ ari venjing, tí teir eru júst farnir undir aftur venjingarnar í feløg­ unum, men støðan er væl betri, enn hon var hesa tíðina á árinum fyri ikki so nógvum árum síðani. Tað er heilt týðuligt, at talan hevur verið um stóra framgongd soleiðis at skilja, at spælararnir hava hildið venjingina við líka í vetur, og at tað tískil er hópin lættari hjá teimum at koma fyri seg aftur, enn tað áður var. Hugaligt var eisini at staðfesta, at talan var um góðan intensitet, og at lagið og hugburðurin benda á, at tað gongur rætta vegin. Liðbandsskaðar arga illa Sum tað varð sagt í vikuskiftis­ blað­num, so vóru tveir av teimum, ið høvdu fingið boð, staddir uttan­ lands, og tískil bar teimum ikki til at møta. Talan var um Atla Danielsen og Pól Jóhannus Justinussen. Tríggir aðrir spælarar, ið vóru út­tiknir, góvu avboð orsaka av skaðum. Ein teirra er Símun Samuelsen. Mest sum alt árið í fjør var hann plágaður av skaða í fótliðnum, og hann er framvegis plágaður av hes­ um skaðanum. Liðfelagin hjá Símuni Samuelsen í HB, Christian R. Mouritsen, sum fyri stuttum flutti úr Vali í Reykjavík og til HB, møtti heldur ikki. Hann er darvaður av skaða í knænum. Tað skilst á lagnum, at hann varð skaddur í venjingardysti næstsíðsta vikuskifti. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsamur løsturin er, men tað verður ikki roknað við, at Christian verður førur fyri at venja saman við liðfeløgunum næstu vikurnar. Heini Vatnsdal úr FC Suðuroy møtti heldur ikki til venjingarnar í vikuskiftinum. Eisini hann er plág­ aður av liðbandsskaða. Tað verður tó ikki hildið, at skaðin er so mikið álvarssamur, at tað verður neyðugt hjá Heina at halda seg burtur frá venjingunum í fleiri vikur. joannes@sosialurin.fo Høgur landsliðsfepur í vetrarkuldanum FÓTBÓLTUR Landsliðsvenjarin er ovfarin av støðinum og fegnast um intensitetin, sum spælararnir vístu, nú sjøtil varð settur á nýtt kapitul í landsliðshøpi A-landsliðið Myndir: Álvur Haraldsen