mánadagur 23. januar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Premier league
Arsenal brúkt flest leikarar
Tá Arsene Wenger skifti Nicolas Yennaris inn í dystinum móti Manchester
United var tað leikari nummar 37, sum umboðar Arsenal í hesum
kappingarárinum. Tað eru fleiri enn nakað annað lið hevur brúkt. (Opta)
Liverpool uttan Luis Suarez
Liverpool hevur bara skotið fýra mál og fingið
fýra stig í fýra Premier League dystum síðani
leikbannið hjá Luis Suarez tók við. (Opta)
Tróndur Arge – Etihad Stadium
og Reebok Stadium
Fótbóltur er ein eirindaleys ítróttar
grein. Ein brotpart av einum sek
undi ov seinur og tú rakar ikki
bóltin. Mótstøðuliðið fer í álop og
vinnur dystin. Javnvágin koppar
frá at títt lið kann gerast meistari
til mótstøðuliðið. Tað var støðan
hjá Tottenham sunnudagin, tá teir
vitjaðu í Manchester.
Heimaliðið kom á odda 2-0
tíðliga í seinna hálvleiki við málum
frá Samir Nasri og Joleon Lescott,
men Tottenham svaraði aftur og
javnaði stutt eftir við málum frá
Jermain Defoe og Gareth Bale. Í
evstu løtu hevði Tottenham ein
risa møguleika at vinna dystin, men
brendi. Minuttin seinni bríkslaði
dómarin fyri brotssparki til Man
chester City, sum Mario Balotelli
umsetti til mál.
Millimetrar á muni
Tað er púra kvirt á Etihad leik
vøllinum meðan Gareth Bale fer
tvísporandi frameftir vøllinum.
Veikasta liðið á Manchester City
liðnum, miðverjin Stefan Savic,
hevur enn eina ferð ikki megna at
rudda vekk, og Tottenham er nærri
sigrinum enn nakrantíð. Tíðin er
farin um teir 90 minuttirnar tá
Gareth Bale leggur bóltin tvørtur
um til Jermain Defoe.
Øll halda ondini meðan bólt
urin rullar framvið Joe Hart í Man
chester City málinum. Myndirnar
av Jermain Defoe meðan hann
tveitur seg fram og roynur at prika
bóltin inn fara nokk at sita fastar í
minninum á flestu Tottenham við
haldsfólkunum í longri tíð. Hann
fær akkurát stórtá á bóltin, sum
trillar skeivu megin stongina.
Eina løtu er meginparturin av
áskoðarunum ikki heilt vísur í hvat
er hent. Tottenham viðhaldsfólk
hava hug at fegnast, men við eitt
kemur eitt brøl frá Manchester City
viðahldsfólkunum, sum sita heilt
tætt við málið. Tá gongur tað upp
fyri Harry Redknapp og Tottenham
leikarunum, at helst størsti møgu
leikin at av álvara at blanda seg
upp í stíðið um meistaraheitið er
brendur.
Manchester City viðhaldsfólkini
í hinum endanum á leikvøllinum
fegnast ikki, men tað tykist heldur
sum ein lætti, at Tottenham ikki fór
við øllum. Hjartað kann aftur byrja
at banka.
»Eg fari nú«
Við síðuna av situr ein ungur íðin
Manchester City fjeppari. Hann er
sum enskir fótbóltsfjepparar flestir.
Mælskur og ikki bangin fyri at
brúka málburð, sum fær »Moldvarp
Føroya« at síggja út sum ein barna
sending.
– Hvussu heita hula helviti kann
hatta verða fríspark, brølar hann,
tá ein Tottenham leikari verður
skumpaður um koll. Tað er einki
at ivast í at talan er um fríspark og
tað viðgongur ungi maðurin í Man
chester City troyggjuni eisini.
– Ja eg veit væl at hatta var frí
spark, sigur hann við einum smíli
til fólkini rundan um, sum hyggja
eitt sindur bilsin upp á hann. Eg
royni bara at stuðla liðnum, sigur
hann víðari.
Ungi maðurin hevur bil við og
skal til døgura hjá foreldrinum eftir
dystin fortelur hann, tá smáir fimm
minuttir eru eftir av dystinum.
– Eg haldi eg fari nú annars nái
eg aldrin til døgura, sigur hann og
hyggur eftir klokkuni. Hann veit
væl, at dysturin ikki er avgjørdur,
men tankin um at sita fastur í
trafikkinum er minni hugaligur.
– Her koma ikki fleiri mál. Eg fari
avstað, eru seinastu orðini hjá ídna
viðhaldsmanninum.
Hvar hann fekk tíðindini um
at Manchester City vann dystin í
evstu løtu, ella um døgurin hjá for
eldrinum varð góður, sigur søgan
einki um. Vit kunnu bara vóna tað
besta fyri mannin, sum also valdi
familjuna fram um fótbóltin!
Balotelli í brennideplinum
Oddabrakið á Etihad leikvøllinum
skuldi endaliga prógva, at Totten
ham hevur tað, ið skal til fyri at
vinna Premier League. Sosialurin
hevur fyrr víst á, at hetta helst er
seinasti møguleikin hjá hesum
Tottenham liðnum at gera seg
galdandi í oddinum fyribils, tí tað
verður ringt at halda fast í Harry
Redknapp, Luka Modric, Gareth
Bale og Emmanuel Adebayor.
Hóast Tottenham tapti dystin,
so prógvaðu teir, at teir framvegis
skulu takast í álvara. Manchester
City var marginalt omaná í spæl
inum, men serliga tvær støður
koppaðu til fyrimuns fyri heima
liðið.
Fyrst
sendi
Joleon
Lescott
albogan í høvdið á Tottenham
verjuleikarunum, Younes Kaboul.
Dómarin sá ikki støðuna, men við
merkjarar sum eitt nú Alan Hansen
á BBC metti at talan var um bein
leiðis reytt kort.
Hin støðan er tá Mario Balotelli
at síggja til dettur um Tottenham
miðvallarin, Scott Parker. Tá hann
dettur tykist hann at senda høgra
beini beint í høvdið á Scott Parker.
Fótbóltur er
eirindaleysur
Fótbóltur Jermain Defoe var bara millimetrar frá at tryggja
Tottenham ein týdningarmiklan sigur á Manchester City,
men tað endaði við at Mario Balotelli fór við yvirskriftini
og sigrinum. Sosialurin var eisini á Reebook, har Liverpool
fekk av at vita frá bæði Bolton og Kenny Dalglish