Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Italiumaðurin hevði longu eitt gult kort undan støðuni. Tað eru ymiskar meiningar um umstríddi fram­herjin rakar Scott Parkar við vilja ella ikki. – Hann sparkar Scott Parker við vilja og skuldi verið útvístur. Vit hava sæð hann gjørt hatta fyrr, segði ein firtin Harry Redknapp eftir dystin, Tað var Mario Balotelli, ið bleiv feldur í yvirtíðini, tá Manchester City avgjørdi dystin. Mario Balotelli tók sær sjálvur av brotssparkinum og skoraði trygt hóast nógv trýst var á. – Hann er kanska tann besti brots­sparksskjúttin eg nakrantíð havi sæð, segði liðfelagin, James Milner, eftir dystin við Sky Sports. King Kenny í øðini Leygarkvøldið var Liverpool á vitjan í Bolton. Reebok leikvøllurin hjá Bolton liggur á einum vinnulívsøki við atgongd til høvðusveg, tokstøð og góð parkeringsviðurskifti. Ein leikvøllur bygdur á eitt rationelt grundarlag. Tað sama kann ikki sigast um Anfield, sum liggur í ein­ um búðstaðarøki við vánaligari at­gongd til høvðusvegin, tok og parkering. Í vikuni kom tó fram, at Liver­ pool í framtíðini er sinnað at flyta til ein nýggjan leikvøll. Fleiri tekningar eru gjørdar av møgu­ ligum nýggjum leikvøllum, men nú er greitt, at leikvøllurin, ið gomlu eigarnir, Tom Hicks og Geroge Gillett, vildu lata byggja, ikki verður nýggi leikvøllurin. Liverpool hevur havt eitt mis­ javnt kappingarár og leygarkvøldið fingu kritisku røddirnar meiri at rópa um. Liverpool tapti greitt 3-1 móti Bolton, sum var omaná á allan dystin. Liverpool hevur annars í ár spælt fínan fótbólt og skapt møgu­ leikar at vinna at kalla hvønn dyst. Tí hava Liverpool viðhaldsfólk ikki verið so ágangandi, tá liðið hevur tapt. Nú er tolið um at verða uppi. Bolton kom á odda við tveimum málum áðrenn Craig Bellamy, sum tann fyrsti Liverpool leikarin í ár, megnaði at skilja hugskotið við at Andy Carroll stútar bóltin víðari, minkaði um munin. Málið broytti einki og Bolton avgjørdi dystin í seinna hálvleiki, tá íslendingurin, Gretar Steinsson, skoraði eftir horna. Hetta er annar dysturin á rað har Liverpool hevur havt stórar trupul­ leikar við spælinum. Venjarin, Kenny Dalglish, var heldur ikki blív­ur eftir dystin. – Um leikarar halda fram at spæla sum teir gjørdu í dag, so verða teir ikki í felagnum leingi afturat, segði ein óður Kenny Dalglish við BBC eftir dystin. Viðhaldsfólk í øðini á Wenger Manchester United visti áðrenn teir fóru á Emirates leikvøllin, at teir máttu vinna á Arsenal fyri at hanga í grannunum, sum vunnu í evstu løtu. Fyrri dysturin millum lið­ini í hesum kappingarárinum end­aði við einum knúsandi 8-2 sigri til Manchester United. Úrslitið kundi verið tað sama hesa ferð, men neyv­leikin hjá gestinum manglaði. Arsenal, sum annars er komið fyri seg eftir eina ringa byrjan, vóru hepnir bara at verða aftanfyri við einum málið í hálvleikinum. Tað var Ryan Giggs, sum legði bóltin í pann­una á Antonio Valencia. Í seinna hálvleiki hildu gestirnir fram við at trýsta, men mitt í tí heila vendi dysturin á høvdið. Alex Oxlade-Chamberlain fann málrevin, Robin Van Persie, sum skoraði. Tað kom veruliga lív í Arsenal, men tríggjar minuttir seinni skifti Arsene Wenger, Alex Oxlade- Chamberlain, út. Tað komi ikki væl við hjá Arsenal viðhaldsfólkunum, sum fyrst og fremst vildu hava unga vongin at halda fram á vøllinum, og somuleiðis ikki vilja vita av Andrey Arshavin. – Eg havi verið venjari í 30 ár og havt gjørt 50.000 útskiftingar. Mær nýtist ikki at forklára hvørja ein­astu eina av teimum, segði Arsene Wenger eftir dystin. Hann vildi verða við, at Alex Oxlade- Chamberlain ikki er vanur at spæla á besta liðnum og tí metti hann, at orkan var við at ganga undan hjá unga onglendinginum. Hann vísti somuleiðis á, at Andrey Arshavin er liðskipari á russiska lands­lið­ num. Nakað sum flestu Arsenal við­haldsfólkini ikki tykjast leggja so nógv í. Manchester 2 – London 0 Tað gerst alsamt meiri greitt, at talan verður um eitt stríð millum Man­chester liðini um hvar meistara­heitið endar. Tottenham vóru óhugnaliga nær við at blanda seg upp í, men onkursvegna prógvar viku­skiftið eisini, at árið í ár er árið hjá Man­chester og ikki London. Millimetrar og marginalar koppa til fyrimuns fyri United og City, sum vóru tey einastu, ið vunnu av átta teimum fremstu í Premier League um vikuskiftið. Tað kundi havt verið so øðrvísi um Jermain Defoe bara hevði ver­ ið ein lítlan sentimetur størri, men hatta er fótbóltur – hann er eirinda­ leysur. trondur@sosialurin.fo Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester City 22 17 3 2 60-18 54 2 Manchester United 22 16 3 3 54-21 51 3 Tottenham 22 14 4 4 41-24 46 4 Chelsea 22 12 5 5 40-25 41 5 Arsenal 22 11 3 8 39-33 36 6 Newcastle 22 10 6 6 32-30 36 7 Liverpool 22 9 8 5 25-21 35 8 Stoke 22 8 6 8 23-33 30 9 Norwich 22 7 8 7 32-36 29 10 Sunderland 22 7 6 9 29-24 27 11 Aston Villa 22 6 9 7 26-29 27 12 Fulham 22 6 8 8 28-31 26 13 Swansea 22 6 8 8 23-27 26 14 Everton 22 7 5 10 22-26 26 15 West Bromwich 22 7 4 11 22-31 25 16 Queens Park Rangers 22 5 5 12 22-37 20 17 Bolton 22 6 1 15 28-47 19 18 Blackburn 22 4 6 12 33-45 18 19 Wolverhampton 22 4 6 12 25-40 18 20 Wigan 22 3 6 13 19-45 15 Premier league Ryan Giggs dugur enn Ryan Giggs leggur upp til eitt mál fyri hvørjar 95 minuttir hann er á vøllinum. Tað er betri enn nakar annar. David Silva hevur hinvegin lagt upp til flest, 12. (Opta) Neyðars Fernando Torres Fernando Torres megnaði ikki at skora móti Norwich um vikuskiftið. Hann hevur nú ikki skorað í 11 Premier League dystum á rað. Tað er nýtt met fyri spaniólan. (Opta) Mynd: Polfoto