Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið EM-hondbóltur Árni Joensen Fyri trimum døgum síðani var tað um reppið, at íslendingar ruku úr EM-kappingini í Serbia, men takk­að verði taktiskum spæli hjá slovenum duttu íslendingar inn í millumumfarið. Har spældu teir so sín fyrsta dyst í gjár. Mótstøðuliðið var Ungarn, sum mátti lúta fyri 27-21 fyri íslendingum eftir 14-10 í hálvleikinum. Í teirri innleiðandi kappingini vunnu ungarar á Fraklandi og spældu javnt ímóti Spania, og tí var væntandi, at hetta kundi gerast endabresturin hjá íslendingum. Liðini fylgdust upp til 8-8, men so fóru íslendingar frá hinum, serliga takkað verði góðum verjuspæli og málmansspæli. Í hálvleikinum vóru íslendingar á odda við fýra málum, og hóast teir brúktu fleiri ungar og óroyndar spælarar ein stóran part av seinna hálvleiki, eydnaðist tað ongantíð Ungarn at hótta íslendsku leiðsluna. Tvørturímóti vaks hon, og at enda vunnu íslendingar við seks málum, 27-21, og vónin um tað heilt stóra livir enn. Frakland úti á eggini Frakland er altíð ein av favoritt­ unum, tá kappast verður í hondbólti hjá monnum, men í EM-kappingini í Serbia hevur tað franska liðið verið eitt stórt vónbrot. Hóast eina røð av stjørnunøvnum hevur liðið ikki virkað, og tá Nikola Karabatic hevur verið sum ein skuggi av sær sjálvum, slepst ikki undan vón­ broti. Fransmenn høvdu ikki so mikið sum eitt stig við í millumumfarið, og tí høvdu teir knívin á barkanum, tá teir fóru á vøllin ímóti Slovenia í gjár. Tað hjálpti, tí fransmenn vunnu dystin 28-26. Tað sást frá byrjanini, at teir fronsku spælararnir vóru greiðir yvir, at tað var nú tað galt. Kortini vóru slovenar á odda tað mesta av dystinum, men við einum væl spælandi Thierry Omeyer í málinum bardu fransmenn seg upp á javnt og framum, tá 10 minuttir vóru eftir. Og so høvdu teir rutinuna til at varðveita leiðsluna. Aftan á dystin vóru teir fronsku spælararnir so fegnir, at tað minti um tær nógvu ferðirnar, teir hava fegnast um gull í EM, HM ella OL. Men enn er langt á mál hesaferð. Spania væl á veg Tað tykist alt meiri sannlíkt, at Spania verður eitt av liðunum í hálv­finaluni fríggjadagin, og hetta gjørdist ikki minni sannlíkt, tá lið­ ið í gjárkvøldið megnaði at geva kroatum tann fyrsta ósigurin í EM- kapp­ingini. Undan dystinum høvdu Spania og Kroatia ávikavist trý og fýra stig, so talan var um ein oddadyst. Hann bleiv eisini líka spennandi sum ein oddadystur, men tá liðugt var, høvdu spaniumenn vunnið 24-22. Tað vóru kroatar, sum byrj­aðu betur, og eina løtu í fyrra hálv­leiki skutu teir sjey mál á rað. Hálv­ leiksstøðan var 14-11 til kroatar. Í fyrra hálvleiki høvdu teir sponsku spælararnir stórar trupul­ leikar við at sleppa ígjøgnum ta kroatisku verjuna, men aftan á steðgin var øvugt. Nú vóru tað kroatarnir, sum høvdu ilt við at sleppa ígjøgnum, og tað sást eisini á mál­talvuni, tí kroatar fingu bara átta mál í seinna hálvleiki. Og tá er vert at hava í huga, at spanski stjørnu­málverjin Jose Javier Hombrados var ikki við í hesum dyst­inum. Men kroatiski málverjin, Mirko Alilovic, spældi sum so mangan fyrr væl, og tí vóru bara tvey mál á muni, tá av tornaði. Sigurin gav spaniumonnum odda­sessin í bólki 2 við fimm stig­ um, Kroatia hevur fýra, Ungarn trý, og Ísland, Slovenia og Frakland hava tvey í part. arni@sosialurin.fo Spania annan fótin í hálvfinalunum Hondbóltur Í bólki 2 í millumumfarinum staðfestu spaniumenn, at teir verða eftir øllum at døma eit av liðunum í hálvfinalunum fríggjadagin, og í hinum báðum dystunum í gjár fingu íslendingar og fransmenn ein kjans afturat Aftan á sigurin á kroatum hava spaniumenn annan fótin í hálvfinalunum, sum verða fríggjadagin Mynd: TV2 Íslendski málverjin Bjørgvin Gustavsson spældi sín higartil besta dyst ímóti Ungarn Teir fronsku spælararnir vóru ovurfegnir aftan á sigurin á slovenum Mynd: TV2) Norðurlendingar eru væl um­ boðaðir á málskjúttara­listanum í EM. Millum 10 teir bestu eru tveir danir, ein svii, ein íslendingur og ein norðmaður. Makedonski Kiril Lazarov er framvegis tann besti skjúttin. Listin við teimum bestu mál­skjúttunum sær soleiðis út undan dystunum í dag: Toppskjúttarnir: 1. Kiril Lazarov Makedonia. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34 2. Niclas Ekberg Svøríki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 3. Gudjon Valur Sigurdsson Ísland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 4. Mikkel Hansen Danmark. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 23 5. Erlend Mamelund Noreg. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 6. Momir Ilic Serbia. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 7. Hans Lindberg Danmark. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 8. Dragan Gajic Slovenia. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 9. Uwe Gensheimer Týskland. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 10. Ivan Cupic Kroatia. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20