mánadagur 23. januar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
EM-hondbóltur
Árni Joensen
Teir fyrstu dystirnir í millum
umfarinum í EM-kappingini hjá
monnum í bólki 1 vóru ikki fyri
fólk, sum ikki tola spenning, tí í
øllum trimum dystunum noyddu
spælararnir fólk til at sita sum á
nálum líka til allarseinasta sek
und.
Tað byrjaði við dystinum mill
um Svøríki og Pólland, men fyrri
hálvleikur var avgjørt ikki spenn
andi. Tvørturímóti gjørdu sviar,
sum teir vildu, og tá hallarklokkan
boðaði frá hálvleiki, var støðan
20-9 til sviar, og dysturin tóktist
avgjørdur.
Póllendingar søgdu einki um,
hvat venjarin hevði sagt við teir í
steðginum, men polska liðið var
sum eitt annað lið í seinna hálv
leiki. Samstundis gjørdu teir av
at mansverja Kim Andersson, og
tá hann ikki var at stýra svenska
spælinum, fór alt hjá svium í
upploysn. Úrslitið varð, at Pólland
vann seinna hálvleik líka greitt,
sum sviar vunnu tann fyrra, og so
endaði dysturin við, at liðini fingu
29 mál í part.
»Svineheldige«
Næstu lið á vøllin vóru Danmark og
Makedonia, og hjá dønum var bara
eitt mál, og tað var at vinna. Men
tað var Makedonia, sum byrjaði
best, og í hálvleikinum vóru teir á
odda 19-16.
Í hesum dystinum høvdu danir
fyri fyrstu ferð Kolding-spælaran Bo
Spellerberg á vøllinum, og tað bleiv
avgerandi fyri úrslitið. Hann spældi
sera væl, serliga í seinna hálvleiki,
og tað var týðiligt, at hansara spæli
háttur kom stórskjúttanum Mikkel
Hansen væl við.
Sum frá leið, togaðu danir seg
inn á makedonar, og tá ein minuttur
var eftir, var javnt 32-32. Makedonar
fóru í álop, men Niklas Landin
bjargaði, og so endaði bólturin hjá
Hans Ottar Lindberg, sum skoraði
sigursmálið í síðsta sekundi.
Aftan á dystin ásannaði danski
venjarin, Ulrik Wilbek, at danir
høvdu verið »svineheldige« at
vinna.
Sami spenningur
Aftan á teir báðar fyrstu dystirnar
var spurningurin so, at Serbia og
Týskland kundu geva áskoðarunum
sama spenning sum hini liðini í
bólkinum. Og tað kundu tey.
Serbar fingu sum væntað ta
betru byrjanina, og tá teir beint
fyri hálvleik komu upp 12-7, var
lítið, sum bendi á, at hesin dysturin
skuldi blíva so spennandi sum hinir.
Men hóast serbar eitt skifti vóru á
odda 16-10, góvust týskararnir ikki,
og løtu seinni stóð á jøvnum 18-18.
Í síðsta minutti var Serbia
frammanfyri 21-20, men í teimum
seinastu sekundunum tóku týsk
arar málverjan út og settu ein eyka
útispælara inn. Tað loysti seg, tí
júst hann skjeyt málið, sum gav
javnleik.
Tað skal sigast, at týski málverjin,
Silvio Heinevetter, spældi ein sera
góðan dyst ímóti Serbia.
Støðan í bólki 1 eftir tríggjar teir
fyrstu dystirnar er hendan:
1. Týskland 5 stig og málm. 74-68
2. Serbia 5 stig og málm. 67-61
3. Pólland 3 stig og málm. 74-77
4. Danmark 2 stig og málm. 81-83
5. Svøríki 2 stig og málm. 79-84
6. Makedonia 1 stig og málm. 81-83
Ikki fyri veikar sálir
Hondbóltur Eitt er, at ein hondbóltsdystur kann
vera spennandi til síðstu løtu, men at tríggir dystir á
rað í sama bólki í EM-millumfarinum skulu fáa avgerð
í seinastu sekundunum, er næstan ov mikið
Tá póllendingar fóru at mansverja svenska stjørnuspælaran Kim Andersson, datt tað svenska spælið sundur
Mynd: Ekstrablaðið
Kiril Lazarov og Mikkel Hansen skutu ávikavist 13 og 12
mál í dystinum millum Makedonia og Danmark
Mynd: Ekstrablaðið
Týski málverjin Silvio Heinevetter
spældi ein sera góðan dyst
ímóti serbum mog átti avgjørt
ein stóran part av heiðurinum
av, at Týskland fekk javnleik
Mynd: Ekstrablaðið