mánadagur 23. januar 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Í greinini »Føroyskir dómarar
til Spania« úr blaðnum fríggja
dagin, skrivaðu vit, at Lassin
Isaksen á ferðini skal luttaka
sum altjóða eygleiðari, har
hann saman við øðrum skal
leggja eina ætlan fyri altjóða
eygleiðing í komandi kapp
ingarári.
Hetta er ikki rætt. Hann
skal til La Manga at eygleiða og
tosa um viðurskiftir í samband
við norðurlandasamstarv við
víkjandi umbýti av dómar
um
ímillum
norðurlond
– Ísland, Føroyar, Danmark,
Norra, Svøríki og Finnland og
eygleiðing av teimum dómar
unum.
Vit umbera mistakið.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Innleiðandi úrslitini í recurve:
Hjá monnum var Eggaba
Andreasen nr. 1 við 548 stigum,
nr. 2 var ein íslendingur við
528 stigum og nr. 3 var Tórfinn
Hansen við 509 stigum.
Hjá kvinnum var Jastrid M.
Jensen nr. 1 við 500 stigum.
1/4-finalurnar: Eggaba vann
sín dyst 109-68 og Tórfinn tapti
90-100.
1/2-finalurnar: Eggaba vann
sín dyst 102-91.
Gullfinalan: Eggaba vann í
einum spennandi dysti 108-106
Jastrid M. Jensen vannn
sína gullfinalu við 100-64.
Innleiðandi úrslit í com
pound:
Hjá
monnum
var
Jógvan Niclasen nr. 2 við 566
stigum, meðan Jim S. Guttesen
nr. 5 við 549 stigum.
Hjá kvinnum var Rakul
Dam nr. 1 við 540 stigum og
Sascha Due Niclasen nr. 2 við
513 stigum.
1/4-finalurnar:
Jim
S.
Guttesen tapti sín dyst í spenn
andi skjóting 105-106. Jógvan
Niclasen vann sín dyst 115-101.
1/2-finalurnar: Jógvan vann
sín dyst 112-110.
Gullfinalan: Jógvan tapti
enn eina spennandi finalu 111-
112.
Rakul vann sína gullfinalu
móti Saschu í einum sera
spennandi dysti, sum endaði
109-108.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
AFC- og NFC-finalurnar, sum geva
atgongd til Super Bowl, vórðu
spældar í gjárkvøldið og í nátt. Ser
merkt fyri báðar finalurnar var,
at tær vóru tættar, rokmiklar, av
gjørdar í síðstu løtu og høvdu hvør
sín syndara.
Cundiff stórkiksaði
Í AFC-finaluni hittust Baltimore
Ravens og New England Patriots.
Ravens var væl við allan dystin og
hevði møguleikan at avgera í sein
astu minuttunum, men heldur var
tað Patriots, ið svaraði aftur og
gjørdi tað til 23-20 stutt fyri leiklok.
Ravens hevði tá ið fá sekund vóru
eftir ein gyltan møguleika at javna
og senda dystin í yvirtíð, men Billy
Cundiff sparkaði eitt annars lætt 32
yards field goal við síðuna av. Hann
gjørdist stóri syndarin og Patriots
sleppur í Super Bowl umvegis AFC-
finaluna.
Giants vann
Í NFC-finaluni tók stóra yvir
raskilsið í ár, San Fransisco 49'ers,
ímóti New York Giants, sum eftir
spaka byrjan í ár veruliga hevur
víst styrki í play-offs. Hóast líkind
ini ikki vóru til vildar og nógv regn
sílaði niður á Candlestick Park, so
var undirhald fyri allar pengar
nar. Giants var á odda 10-7 í hálv
leikinum og somuleiðis á odda
17-14 stutt fyri leiklok, áðrenn
49'ers svaraðu aftur við einum
field goal og sendu dystin í yvirtíð.
Her leikaði leingi javnt á, men so -
fyri aðru ferð í dystinum - megnaði
Kyle Williams hjá 49'ers at gera eitt
stórt mistak, hesaferð eitt fumble,
sum Giants gagnnýtti til fulnar;
sparkaðu
eitt
dystarvinnandi
field goal og harvið sluppu í Super
Bowl.
Eli ella Peyton?
Quarterback hjá New York Giants,
Eli Manning, er úr einari sannari
NFL-familju.
Pápin,
Archie
Manning, spældi nógv ár í NFL,
meðan stóribróður Peyton Manning
er ein sonn stjørna – eisini sum
quarterback – í Indianapolis Colts.
Peyton gongur undir at vera millum
aldarinnar
bestu
quarterbacks,
men hevur hann bara vunnið eina
Super Bowl, meðan lítlibróður Eli,
sum altíð hevur staðið í skugganum
av Peyton, nú hevur møguleikan at
vinna sína seinnu.
Hetta er ein andsøgn í mun til
allar tær útnevningar og rós, sum
Peyton fær, og kann kjakið nú
gerast – um ikki umvent – heilt
øðrvísi í mun til tað, sum tað hevur
verið.
Stórt tiltak
Super Bowl 46 ímillum New
England Patriots og New York
Giants verður leikt 5. februar á
Lucas Oil Stadium í Indianapolis.
Hetta er ein endurtøka av Super
Bowl í 2008, tá ið Giants vann 17-14.
Super Bowl er eitt risa stórt ítróttar
tiltak í Amerika, og kann sum dømi
nevnast, at sjónvarpsrásin NBC,
sum vísir dystin beinleiðis, hevur
sett eitt prísskelti upp á 20,1 mió.
kr. fyri sjónvarpslýsingar undir
dystinum, sum eru 30 sekund til
longdar. Øll hesi lýsingaplássini eru
longu langtsíðani útseld.
albinus@sosialurin.fo
Rætting
Nógv heiðurs
merki í Íslandi
Bogaskjóting Við luttøku av sjey
føroyskum bogaskjúttum í Reykjavik
International Games 2012, sum var
um vikuskiftið, skutu teir seg til trý
gull og tvey silvur. Eggaba Andreasen,
Jastrid M. Jensen og Rakul Dam fingu
gull, meðan Jógvan Niclasen og
Sascha Due Niclasen fingu silvur
Patriots og Giants
í Super Bowl
NFL Eftir tveir sera tættar og rokmiklar dystir náttina til
mándagin, gjørdist greitt, hvørji tvey lið skulu manna Super
Bowl, sum er stóra finalan í amerikonskum fótbólti. Tað verða
nevniliga tey bæði New England Patriots og New York Giants
Jógvan Niclasen, ein av ímyndunum innan føroyska
bogaskjóting, vann silvur í compound
Pætur Albinus
Best lá fyri í U-13, har føroyingar
vunnu allar tær fimm kappingarnar,
sum vóru á skránni. Í einmansleiki
hjá dreingum vann Bartal Poulsen,
VÍF gull, meðan Dann Fróðason,
MBF og Brandur Jákupsson, HBF
deildu triðjaplássið.
Í einmansleiki gentur vann
Gunnva Jacobsen HBF gull, meðan
Marjun á Lakjuni, KBF endaði
á triðja plássi. Í Tvímansleikin
hjá dreingum vunnu Brandur
Jákupsson HBF og Bartal Poulsen
VÍF gull, meðan Dann Fróðason og
Andras Dánjalson, MBF endaðu
á triðjaplássi. Tvímansleikin hjá
gentum vunnu Marjun á Lakjuni,
KBF og Gunnva Jacobsen HBF.
Blandaða tvímansleikin hjá U-13
vunnu Gunnva Jacobsen HBF og
Bartal Poulsen VÍF. Sostætt kann
staðfestast, at Bartal og Gunnvá
vunnu hvør síni 3 gull heiðursmerki
á leikunum í Reykjavík.
Í U-15 vunnu Kristina Eriksen
HBF og Sólfríð Hjørleifsdóttir
VÍF silvur, tá tær í finaluni taptu
tepurt í einum trísettara móti
einum íslendskum pari. Magnus
Dal Christiansen frá HBF leikti
seg eisini í fleiri semifinalur, men
eydnaðist honum ikki at vinna seg
í nakra finalu á hesum sinni. Í U-17
var Heðin G. Poulsen KBF sera nær
við at vinna seg í finaluna, men
tapti hann í einu jøvnum trísettara
í hálvfinaluni í móti einum sterkum
íslendskum leikara.
albinus@sosialurin.fo
Badminton Nú badmintonkappingarnar í Reykjavik International
Games 2012 eru lidnar, má staðfestast, at væl hevur gingist
føroysku leikarunum. Føroyskir leikarar megnaðu at koma í
hálvfinalurnar í øllum teimum fýra aldursbólkunum, sum teir
høvdu við á leikunum - t.v.s U-13, U-15, U-17 og U-19
Góð úrslit í Reykjavík