mánadagur 23. januar 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
70 ára
føðingardagur
Sunnudagin 26. febr.
fyllir Óli Steinberg 70 ár.
Dagurin verður hildin
leygardagin 25. febr. kl
18 í bygdarhúsinum í
Leirvík. Tey, ið ynskja at
gleða Óla við at koma,
verða biðin um at tekna
seg á tlf, 225542 í seinasta
lagi mánadagin 13. febr.
Nøvn
Kristian Meitil og Eyðfinnur
Stefansson vóru báðir kon
servatorar á Føroya Náttúru
gripasavni;
teir
einastu
savnið hevur havt í tey 57
árini, síðani tað varð stovn
að.
Eitt heilt ættarlið var
millum teir, Kristian var 80
ár og Eyðfinnur 52, nú teir
andaðust dag um dag.
Men
teir
verða
ikki
gloymdir. Sporini eftir teir
standa á savninum. Tann sera
vakra, stóra framsýningin
við eftirgjørdum fiskum, allir
fiskaðir í føroyskum sjógvi,
var lívsverkið hjá Kristiani.
Ein søga í tí sambandi var,
tá Kristian skuldi eftirgera
tann opaliserandi glansin
á síðuni á litføgru laksa
styrjuni. Kristian fór runt
Havnina í allar konufólka
handlarnar og royndi øll sløg
av neglalakki við perlumóðir
glansi. Hann smurdi eitt
slag á hvørja negl. Soleiðis
meiggjaður út kom Kristian
aftur og samanbar fingra
neglirnar við laksastyrjuna.
Úrslitið sæst í framsýningini
saman við øllum hinum fisk
unum, hann hevur gjørt.
Aftaná at Kristian kom
í starv á Náttúrugripasavn
inum, kom eitt samstarv í
lag við Nordsee Museum í
Bremerhaven í Týsklandi,
har tann sera dugnaligi
konservatorurin
Günther
Behrmann arbeiddi. Man
kom ásamt um, at sendu
vit tveir heilar hvalir niður
við skipi til Brehmerhaven,
fekk savnið tann eina aftur
sum
beinagrind
ókeypis.
Ein sera góður sáttmáli fyri
bæði søvnini. Kristian skuldi
bara
seta
beinagrindina
saman, tá hon kom heim
aftur.
Beinagrindinar
av
bæði grindahvali og bóg
hvítuhvali eru komnar til
savnið á hendan hátt, og
kom
Günther
Behrmann
sjálvur til Føroya, tá savnið
lat hvalaframsýningina upp
í Gl. Bókasavnshúsunum á
sinni.
Eyðfinnur var útbúgvin
til
konservator
áðrenn
skúlin varð settur á stovn
í
Keypmannahavn.
Jó
hannis
Rasmussen
setti
saman eina útbúgving, ið
lutvíst var her heima og
lutvíst uttanlands, millum
annað eitt ár hjá Günther
Behrmann í Brehmerhaven.
Sveinastykkið hjá Eyðfinni
er láturkópurin, ið børnini
spæla við í framsýningini.
Seinni fóru Kristian og
Eyðfinnur í holt við at fáa
eina beinagrind av einum
nebbafiski til vega. Ein tann
seinasti, ið varð veiddur í
Føroyum í 1984, var brúktur
til endamálið. Her var smíðað
eitt kar á hvalastøðini við
Áir, ið passaði í longd til
undirkjaftin.
Eyðfinnur hevði stóran
áhuga í stórhvalaveiðu bæði
í Føroyum og restini av
Norðurhøvum, og millum
annað var hann sendur sum
eygleiðari á norskum báti
á sildrekaveiðu úr Tromsø
og eisini í Baffin Island at
seta
fylgissveinasendarar
á hval. Hvalastøðin við Áir
var tann seinasta virkna í
Føroyum, og var Eyðfinnur
við at taka sýnir av teimum
11 nebbafiskunum, ið vóru
drignir upp har í 1980-84. Í
2010 vórðu pengar játtaðir
at fyrireika varðveitslu av
hvalastøðini við Áir, og her
var Eyðfinnur við. Ein filmur
varð tikið upp, har Eyðfinnur
sigur frá teimum ymsu bygn
ingunum á støðini, og sum
tann
nágreiniligi
maður,
Eyðfinnur var, hevur hann
fingið sera nógvar staklutir
við – ein av teimum mongu
varðunum, ið standa eftir
Eyðfinn. Her kom eisini tað
góða minnið hjá Eyðfinni
fram, eitt minni, vit øll nutu
gott av. Hvussu ofta hevur
tað ikki ljóðað: “Spyr Eyðfinn,
hann veit”.
Kristian fór frá vegna
aldur í 2001, og hansara
starv var spart burtur eftir
stuttari tíð. Eyðfinnur var
síðani einsamallur um alt
viðlíkahald,
konservator
arbeiði til framsýningarnar,
umframt at hann við lív
og sál tók lut í merkingini
við
fylgissveinasendarum
av hvali og kópi, og tá sýnir
skuldu takast av hvalum.
Saknurin er stórur og
ringt verður at fylla plássið.
Æraði vera minnini um
Kristian Meitil og Eyðfinn
Stefansson.
Starvsfelagarnir
á Føroya Náttúrugripasavni
Til minnis um Kristian Meitil
og Eyðfinn Stefansson
Heilsan
Góði Eyðfinn
Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum 22. januar og alt tað
besta í framtíðini.
Kærar heilsanir
vit á Toftavegi 103
80 ára føðingardagur
8. februar fyllir Gunhild
Djurhuus, Sevmýri 80 ár.
Dagurin verður hildin
heima og eru øll hjartaliga
vælkomin at heilsa uppá
Gunhild millum kl. 14 & 17
henda dag!
90 ára føðingardagur
24. januar verður John Jacobsen 90 ára gamal. Dagurin
verður hildin í Ellisheiminum í Runavík 24 januar frá kl.
15.00.
90 og 50 ára føðingardagar
Kristina Viberg Andreasen, Toftir, fyllir 90 ár 28. februar
og 25. februar fyllir sonurin Hans Óli Viberg 50 ár. Dagurin
verður hildin á Svangaskarði 25. februar frá kl 17, har øll
eru hjartaliga vælkomin.