mánadagur 23. januar 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú er nógv, sjálvandi
gott skrivað um konsert
høllina. Jú, ójavnt er býtt.
Tað stóð ikki á at blaka
20 milliónir í ein gamlan
niðurdottnan
saltskúr
suðuri á Drelnesi.
Tað hevði verið spenn
andi at vitað, hvat enda
ligi kostnaðurin er, táið
hesin skúrurin er burtur
beindur og ein nýggjur,
helst av gulli komin í
staðin. Gott hevði eisini
verið at vitað, hvørjar
ársinntøkurnar av verk
inum blivu, og somuleiðis
hvørjar
útreiðslurnar
blivu, og so eisini hvør, ið
kemur at dríva verkið.
Eg ynski svimjaranum
í Vági alt tað besta; men
minnist meg rætt, so
blivu 2 milliónir settar
av til fyrireiking frá land
inum, so har fara nakað
nógvar milliónir. Um so
er, at svimjihylur skal
byggjast, hví ikki leggja
hann mitt í landinum, so
at allir Føroyingar kunnu
fáa gagn av honum.
Tað er langt at fara úr
Fugloy og til Suðuroyar
at svimja. Vágbingar eiga
besta svimjaran í dag;
men vónandi eru tað
aðrir, ið koma framat við
góðum úrslitum!
Eg haldi, at tað virkar
bara eitt sindur løgið fyri
mær, at sjálvt um tit eiga
eina hetju í svimjing, at
landið skal byggja hon
um ein svimjihyl í tún
inum.
Mær kemur tað fyri,
sum
til
næstseinasta
løgtingsval. Tá kappaðust
politikkararnir um, at
allir skuldu hava flogvøll
í sínum túni.
Orsøkin til at eg tók
pennin í hond, var tann,
at eg tonkti um, hvussu
lítið Sandoyggin verður
vird! Tað er tað sama,
hvat hon kemur upp á
tal, so eru ikki pengar
til nakað. Tað bleiv nú
biðið um 4 milliónir til
fyrireikan av tunlinum,
men tað er rímuligt ongir
pengar at finna til tað.
Eg hoyrdi, at løgmaður
úttalaði seg um, at vit
skuldu ikki halda, at vit
fingu nakran tunnil við
tað fyrsta. »Fittur fýrur«.
Tað verður tosað nógv
um ferðavinnu; hvussu
dýr er Sandoyggin ikki í
søgu, og allur útgrevstur
liggur undir mold – ikki
ein spaki verður settur í
jørðina, tað er nakað sum
hevði komið innaftur í
pengum, um rætt varð
atborið.
Ja, Sandoyggin hev
ur mangan verið illa
við. Her vóru ágrýtnir
menn, sum áttu tríggjar
trolarar, og eg veit, hvat
bátarnir áttu á bók. Men
tá ið kreppan kom, bleiv
bara alt blást undan
beinunum á teimum og
flakavirkini
stongd,
-
Geri so væl Sandoyingar,
hettar var tað!
Hesir
somu
menn,
sum beinini vórðu sligin
undan, hava síðani ført
stórar trolarar og hava
ríkað donsk reiðaríir, sum
teir skilamenn teir eru.
Spell varð fyri Sand
oynna at blíva av við slík
ar menn.
Ikki
skal
haldast,
at eg havi nakað ímóti
Suðuroyingum - tvørtur
ímóti - eg havi bert gott
at bera teimum, líka frá
tí eg sum blaðungur
fór
til
skips
saman
við Suðuroyingum, og
eg sendi teimum tær
bestu heilsanir. Men tað
er tungt at fylgja við,
hvussu lætt hesir høgra
sinnaðu tingmenn hava
við at loypa bukk um
Sandoynna.
N. B Spennandi verður at
vita, hvussu nógv er sett
av á fíggjarlógini, Sand
oynni at frama.
Neyðaróp úr
Sandoynni
Beint fyri at val varð útskriv
að í vár framdi Javnaðar
flokkurin saman við Sam
bandsflokkinum og Tjóðveldi
eina bústaðarpolitiska ný
skipan, tá lív aftur bleiv
blást
í
Húsalánsgrunnin.
Allir flokkar á tingið tóku
undir við ætlanunum utt
an Fólkaflokkurin og tá
málið varð við triðju viðgerð
atkvøddu núverandi lands
stýrismenninir hjá flokkinum
– Jørgen Niclassen og Jákup
Mikkelsen – ímóti.
Nú varðar annar nei-sig
arin av Húsalánsgrunninum
og tí er vandi fyri, at ætlaðu
broytingarnar eru farnar í
vaskið.
Yvirskipaða ætlanin við
nýskipanini var at fáa Húsa
lánsgrunnin at virka sum eitt
veruligt
bústaðarpolitiskt
amboð hjá politisku skip
anini at røkka ymsum samfe
lagsgagnligum málum, ið ikki
verða rokkin undir vanligum
marknaðarfortreytum.
Í
stuttum vóru broytingarnar:
1) at
Húsalánsgrunnurin
sjálvur ella saman við øðr
um kann byggja, eiga og
reka leiguíbúðir og lest
raríbúðir.
2) at
Húsalánsgrunnurin
kann veita lán til íbúðar
stovnar og íbúðarfeløg,
sum byggja ella útvega
íbúðarhús.
3) at
Húsalánsgrunnurin
kann veita realkreditt at
fíggja føroyskar bústaðir
Realkredittlán til
føroysku familjuna
Longu í heyst fór Fíggjar
málaráðið undir at kanna
møguleikarnar og grundar
lagið fyri føroyskari real
kredittfígging. Um tað vísti
seg at grundarlag var fyri
føroyskari realkredittfígging,
sum var bíligari enn tann set
húsafíggingin, sum føroysku
peningarstovnarnir bjóða, so
skuldi
Húsalánsgrunnurin
umsita føroyska realkreditt
fígging til føroysku familj
una.
Í dag er tað soleiðis, at
tú sum húsakeypari kann
fáa donsk realkredittlán í
gjøgnum føroysku peninga
stovnarnar. Føroysku pen
ingastovnarnir samstarva við
danskar realkredittstovnar
og formidla lán til føroyskar
lántakarar. Bankarnir taka
eitt umsitingargjald á 1,9
prosent afturfyri ómakin,
tað sonevnda bidragið, og
ikki óvæntað rinda føroysku
kundarnir munandi meira
í umsitingargjaldi enn teir
donsku. Hetta kemst m.a.
av, at føroysku bankarnir
veðhalda fyri donsku real
kredittlánini.
Hvussu er og ikki, so er
munurin stórur. Hóast um
sitingargjaldið hjá donsku
realkredittstov nunum
varierar nakað, so kemur
tað ikki uppum tað eina
prosentið,
svarandi
til
helvtina av tí, sum føroyski
lántakarin skal rinda. Og
tað eru nógvir pengar hjá
einari familju. Situr tú t.d. í
einum láni á 2 mió. krónur,
so svarar eitt prosent í rentu
til 20.000 krónur í rentu
árliga ella knappliga 1.700
krónur um mánaðin áðrenn
rentustuðul.
Og tað er her Húsa
lánsgrunnurin kemur inn.
Húsalánsgrunnurin kann ikki
veðhalda fyri lán, men greiðar
ábendingar vóru í heyst um,
at Húsalánsgrunnurin í sam
starvi við onnur kann veita
realkredittlán
við
somu
treytum, sum danskir lán
takarar hava. Umframt at
verið ein kærkomin eyka
lánimøguleiki fyri føroysku
familjuna, sum annaðhvørt
vil seta búgv ella hevur sett
búgv og situr trongliga, so
hevði hesin nýggi aktørurin
á lánimarknaðinum verið ein
veruligur kappingarneyti til
bankarnar.
Húsalánsgrunnurin
byggja leiguíbúðir
og lestrarbýli
Farna samgonga og Tjóðveldi
hevði stórar og ambitiøsar
ætlanir við nýskipaða Húsa
lánsgrunninum.
Ætlanin
var somuleiðis at útvega
leiguíbúðir av ymsum slagi,
sum
grunnurin
fíggjaði
annaðhvørt
einsamallur
ella saman við øðrum. Húsa
lánsgrunurin hevur eina tøka
ogn á umleið 350 mió., sum
beinanvegin kundu verið
brúktar til endamálið.
Við fænum kundi Húsa
lánsgrunnurin skjótt bygt
100-150
leiguíbúðir
kring
landið til ymiskar málbólk
ar við ymiskum tørvi til
ein lagaligan leigukostnað.
Í valstríðnum vísti Javn
aðarflokkurin á, at grunnurin
kann útvega íbúð á 60
kvm fyri um 4.000 krónur í
høvuðsstaðnum. Hetta vildi
loyst stórar trupulleikar á
alt ov lítið fjøltáttaða bú
staðarmarknaðinum
og
leiguíbúðirnar kundu verið
eitt veruligt alternativ til
stóru siðbundnu sethúsini.
Somuleiðis kundu fólk við
serligum tørvi endiliga fáa
teir hóskandi og virðiligu
bústaðirnar, sum tey hava
longst eftir í so drúgva tíð.
Men enn er einki frætt
frá samgonguni um hesar
møguleikar, sum Húsaláns
grunnurin hevur fingið. Í
farnu viku kom gaman í
kunngerð frá Fíggjarmála
ráðnum um fyrisitingarligar
mannagongdir og treytir fyri
virkseminum hjá grunninum,
men eingin politikkur var at
hóma.
Og havandi í huga, at
Jørgen Niclassen, fíggjar
málaráðharri, átti harðastu
mótmælini, tá hetta nýbrotið
í føroyskari bústaðarpolit
isku søgu varð framt, so er
vandi fyri at málið dettur
niðurfyri.
Bílig realkredittlán frá
Húsalánsgrunninum
Aksel V. Johannesen
tingmaður
Sólvit Simonsen
Longu í heyst vóru greiðar ábendingar um, at Húsalánsgrunnurin
í samstarvi við onnur kann veita realkredittlán við munandi
bíligari rentu enn føroysku peningastovnarnir.
Og havandi í huga, at
Jørgen Niclassen, fíggj
armálaráðharri, átti
harðastu mótmælini,
tá hetta nýbrotið í
føroyskari bústaðarpolit
isku søgu varð framt,
so er vandi fyri at málið
dettur niðurfyri