mánadagur 23. januar 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Fleiri hava longu ummælt
bókina »Tey sóu reytt« hjá
Pálli
Holm
Johannesen,
m.a hevur Bergur Djurhuus
eina
skilagóða
umrøðu
av bókini í Dimmalætting
medio december. Eg loyvi
mær kortini at supplera við
nøkrum søguligum upplýs
ingum, sum hvørki Bergur
ella Páll kunnu vita av, og
sum teirra ”keldur” hava lopið
um ella dult fyri teimum,
antin av berum gáloysni ella
við vilja.
Audiatur et altera pars
Bókin hjá Pálli er avgjørt
skrivað við góðum vilja, men
skal man gera dokumen
tariskan journalistikk um so
feska søgu, mugu keldurnar
verða nógvar ferðir breiðari
og meira umfatandi, enn hjá
Pálli. Hann hevur t.d. mest
havt leysaprát við reyd
lingarnar sjálvar og letur
teir vera krónvitni og høv
uðskeldur um teirra egna
aktivitet. Ein høvuðskelda
tykist vera Gunnvør Hoydal,
og so verður objektiviteturin
hareftir. Hetta gevur bókini,
sum Bergur eisini nevnir,
risastóra
slagsíðu.
T.d.
fær man næstan ta fatan,
at
Framamenn
longu
í
60´unum skuldu vera ein
fryktaður maktfaktorur í tí
føroyska útisetalívinum, og
at teir høvdu vælvitjaðar og
fjølmentar studentafundir.
Hetta er faktuelt blóðskeivt.
Skal
man
strukturera
Framasøguna kronologiskt,
er tað neyðugt at skilja
hvast millum tíðina fram
til heystið 1968, tá ið Atli
Dam, meginfíggindin hjá
framamonnum fór til Kuwait
at arbeiða og gav frama
monnum pláss til at anda
og politiskt skotbrá til at
missionera og indoktrinera
tann politiskt labila skaran
av
studentaungdóminum.
Fleiri
framamenn
høvdu
beinleiðis á orði, tá ið Atli var
farin úr Kjøpinhavn: »Når
katten er ude, danser musene
på bordet!«
Eg fari tí at viðgera tað
fyrra skeiðið í einum parti
fyri seg, meðan tann absurda
tíðin aftaná 1968 má viðgerast
í einum øðrum parti. Tíðin
eftir 68 verður nevniliga
merkt av antiautoriterum
ungdómsuppreistri og so
nevndum
»hippie-kulturi«
afturvið markantum frak
tiónsdannilsi í øllum reyd
linga-umhvørvinum. Tá fóru
teir næstan at berjast líka
so nógv sínamillum sum
móti tí »kapitalistiska« borg
araskapinum
Fyrsti partur
Framamenn vóru líka frá
1962 til 1968 ein pinkulítil
smákomisk
kommunistisk
sekt í tí føroyska studenta
umhvørvinum, og tað var
avgjørt ikki Framin, men
Studentafelagið, sum tá var
okkara stóra fjølmenta for
um og arena fyri politiskar
hólmgongur og debattir, um
framt alskyns annan kultu
rellan aktivitet. Framamenn
komu sjálvandi eisini við
til okkara fundir, men teir
høvdu eina rættiliga margi
nala rollu, sjálvt um teir
viðhvørt royndu at markera
seg við ekstremum sjónar-
miðum.
Atli Dam var tá tann
politiskt mest dominerandi
maðurin í útisetaheiminum,
og hann var sam-stundis
tann mest óforsónligi mót
støðumaðurin hjá frama
monnum. Ein ofta citerað
teori er, at Framin varð
stovnaður, tí tjóðveldismenn
í Føroyum skuldu ræðast
bæði fólkatingsmannin Jó
han Nielsen, og Atla, sum
høvdu fingið so stóra fólka
eydnu millum útisetar. Atli
var oddamaður fyri javn
aðarfraktiónini í Studenta
felagnum, og hon var tann
størsta og hevði á nógvum
fundum til ítriv at petta
tey infantilu og fjákutu
argumentini
hjá
Frama
monnum sundur í kommun
istiskar molar. Atli plagdi at
karakterisera
framamenn
inar sum pubertilar salon
kommunistar og fjarstýrdar
ørindadreingir hjá DKP. Tað
hóvaði teimum lítið, men
teir komu í defensivin á
fundum hvørja ferð. Aftur
fyri spældu teir raskir menn
og kompenseraðu við at
útgeva tað láturliga blaðið
Framan, sum kanska impo
neraði ella forargaði onkran
heimaføroying, men flest
ir útisetar hildu, at blaðið
bæði var hjálparleyst, veru
leikafjart og stakilla skrivað,
burtursæð frá teimum fáu
stubbum, sum tann mál
køni André Niclasen komp
oneraði.
Tá ið man veit, hvussu
hvast orðaskiftið var millum
okkum
socialdemokratar
og framamenninar, er tað
fantastiskt at síggja, at Páll
er komin til tað úrslit, at Óli
Breckmann og Dimmalætting
skuldu vera teirra størstu
fíggindar. Hetta er ein løg
in
eftirrationalisering,
tí
framamen
ræddust
valla
fólkaflokkin, men teir rædd
ust avgjørt Atla! Páll hevur
eisini tað postulat, at fleiri
javnaðarmenn vóru í Fram
anum.
Gaman í, kanska hava teir
billað sær inn, at teir vóru
socialdemokratar, men tað
góðkendi Atli aldrin; hann var
forharmaður og roknaði teir
sum fráfalnar, so leingi sum
teir vóru limir av Framanum.
At so nakrir av reydlingunum
seinni kvittaðu við Framan
og gjørdust limir av javn
aðarflokkinum, er eitt heilt
annað mál.
Men fyri okkum var og
bleiv Framin ein klika av for
stokkaðum fantastum, sum
forlongdu sær pubertetin
við kommunistiskum spølni
og fjákalótum.
Framamenn søgdu sjálv
ir um javnaðarmenn, at vit
vóru teirra absolutti høvuðs
fíggindi, og vit fingu eisini
javnan at vita, at vit vóru
revisionistar og socialistiskir
”klassasvíkjarar”. Hesi eyk
nevni høvdu teir tó ikki tik
ið úr egnum barmi; hetta
var plagiat og teir klassisku
fótatraðks-flosklarnir, sum
teir vórðu mataðir við hjá
DKP og teirra einoygda mál
gagni, »Land og folk«.
Tað, sum eyðkendi flestu
framamenn, var, at teir næs
tan aldrin gjørdu sær egnar
tankar; men gloyptu øll
um harraboðum úr Kreml.
Vit høvdu nógvar verbalar
samanbrestir við reydlingar
nar, bæði í smáum bólkum,
á matstovum, á vertshúsum
og sjálvandi á størri fundum,
og felags-nevnarin var altíð
tann, at teir vórðu trongdir
upp í ein krók og barnsliga
trúttandi bóru í bøtuflaka
fyri
bæði
sovjettiskan,
cubanskan og kinesiskan
yvirgang, uttan nøkur onnur
argument enn, at teir høvdu
patenterað sannleikan ella, at
vit brúktu CIA og Washing
ton sum keldur. Teir dugdu
og vildu ikki síggja, at vit
hvørki vildu vita av einum
sovjettiskum
ella
einum
amerikonskum
sannleika,
men heldur lurtaðu eftir
Olof Palme, Willy Brandt og
øðrum, sum kendu ta triðju
leiðina. Endiliga vóru hópin
av neutralum europeiskum
tíðindakeldum at oysa úr.
Hesar ignoreraðu reydling
arnir heilt.
Forstokkadir
betongdreingir
Úr tí banalu hendinga-rúgv
uni kann eg nevna hesi dømi,
sum kunnu dokumentera,
hvussu heilavaskaðir, teir
vóru ella lótust at vera:
Teir leikaðu í um VietNam-
kríggið næstan sum um, teir
vóru teir einastu, sum and
øvdu ímóti, og vildu ikki
viðurkenna, at størsti og
mest
effektivi
kritikarin
móti VietNamkrígnum ikki
var
nakar
kommunistur,
men javnaðarmaðurin, Olof
Palme.
Og sjálvt um vit alsamt
fingu tíðindi um dagligt
nervakríggj og surrealist
iskar tilburðir við Berlin
múrin, fyri ikki at tosa um
jólamorðini í 1963 og 1965,
umframt alskyns chikanu av
vesturberlinarum, so trúttaðu
teir flestu reydlingarnir, at
Berlinmúrurin var eitt polit
iskt bragd! Heiðursmannin
og javnaðarmannin Willy
Brandt brúktu teir alskyns
ókvæmisorð um, tí hann ikki
vildi lúta fyri kommunist
iskum trýsti.
Hóast óhugnaligar rætt
argongdir móti skrivandi
russarum sum Alexander
Ginsburg, Andrej Sinjavskij
og Julij Daniel, so sótu
framamenn dagliga á Kanni
balinum og fortaldu, at slíkir
skribentar høvdu uppiborið
langa
fongsulsrevsing.
T.d. skrivaði Sinjavskij um
Kolyma, sum var minst líka so
fúl fangalega sum koncentra
tiónslegan, Dachau. Felags
skapin Amnesty Internatio
nal løgdu framamenn fyri
svíðandi hatur og agiteraðu
hysteriskt fyri boykotti av
felagnum, tí A.I. vildi hjálpa
politiskum fangum í Sovjet-
ruslandi.
Systemkritikarin
og atomfysikarin, Sacharov
var systematiskt svínaður
út av Framamonnum, tí
hann loyvdi sær at mót
mæla ørskapinum í Sovjet
samveldinum.
Solzenitsjin
var álopin av reydlingunum
fyri
avdúkingarnar
av
Gulag-fangalegunum. Har
afturímóti hildu fleiri reyd
lingar, at teir kinesisku reyð
gardistarnar, sum saboteraðu
alla universitetsundirvísing
og gamla kinesiska mentan í
áravís, vóru maoistiskar hetj
ur, sum av røttum beindu fyri
leivdunum frá tí borgarliga
samfelagnum.
Tá ið tanks rullaðu inn
í Prag í august 1968 vóru
onkrir reydlingar eitt sindur
fjálturskotnir eina stutta tíð,
men skjótt kundu teir mest
dogmatisku fanatikararnir
fortelja okkum, at invasiónin
var ein neyðug og tiltrongd
”hjálp”
til
tað
tjekkiska
fólkið. Her leggur Páll Jo
hannesen André Niclasen
undir at vera kompromis
leysan í tí málinum. Tað
er løgið, tí eg minnist væl
fundir í Kjøpinhavn á heysti
1968, har júst André fekst
at viðganga, at invasiónin
var ein skemdargerð. Hetta
fingust nógvir av hinum
dogmatikarunum ikki til!
So her er Páll heldur ikki
rætt informeraður! Síðst í
60´unum fóru reydlingarnir
Guð hjálpi okkum at verja og
vísa stórt forstáilsi fyri bæði
Brigade Rosso í Italien og
Rote Armé í Týsklandi. Hesir
báðir terrorbandar vórðu
júst stovnaðir av vælbjarg
aðum miðalklassaungdómi,
sum keddi seg og vildi spæla
socialismu. Teirra barndóm
ur líktist ikki sørt tí lýggja og
sorgleysa uppvøkstrinum hjá
mongum framamanni (Ger
skálkinum gott, hann lønar
tær við háð og spott).
Postulatið hjá Pálli, at
flestir reydlingar seinni eru
blivnir javnaðarmenn, kann
eg ikki góðtaka: Kjartan,
Gunnar og Gunnvør Hoydal
eru tað avgjørt ikki. Hans
Jacob Debes var tað ikki.
Georg Egholm heldur ikki.
Líggjas í Bø er beinleiðis
javnaðarfíggindi. Men øll
hesi fólk vóru plágað av
kolossalari undirlutakenslu,
sum
tey
kompenseraðu
fyri
við
nationalistiskari
megalomani, sjálvt um teirra
týdningur ikki var nógv størri
enn hjá tí hananum, sum
heldur, at sólin kemur upp, tí
hann gelur! Tey goyðu nógv
undir vaðingini og millum
skinns og hold, men sluppu
ongantíð politiskt ordiliga
upp í part. Harumframt vóru
tey allatíðina illa camoufler
að tjóðveldisfólk!
Í øðrum parti fari eg at
viðgera tíðina frá heysti 1968
til Berlinmúrurin dettur í
1989. Ein stóran part av tí
tíðarskeiðinum var teirra
fyrrverandi meginfíggindi,
Atli blivin løgmaður heima í
Føroyum. Tað var ein hervi
liga eksistentiel avbjóðing hjá
teimum, men ein heilt onnur
søga, sum vit koma aftur til í
einum seinni blaði.
Teir studentikosu reydlingarnir
Virgar T. Dalsgaard
Fyri okkum var og bleiv Fram
in ein klika av forstokkaðum
fantastum, sum forlongdu sær
pubertetin við kommunistisk
um spølni og fjákalótum