Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 23. januar 2012 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á miðdegi í dag varð útvarpið komið so illa fyri, at neyðugt var at seta seg í samband við donsku veðurstovuna fyri at fáa at vita, hvussu veðrið hjá okkum er. Veðurfrøðingurin í DHI visti at siga, at okk­ ara vanlukka botnaði í einum lágtrystryggi sum hevur gingið norðanvert Føroyar allan vetur. Væl vitandi um, at danska veðurtovan helst er tann vánaligsta til at koma við veðurfor­søgn­ um fyri Føroyar, so vóru tað helst ikki nógv sum litu á hetta. Norsku og ensku veð­ urstovurnar eru vanliga sera beinraknar, tá tað kemur til forsøgnir um veðrið í Føroyum. Teim­ um á baki eru bæði ís­ lendsku og svensku veð­ur­stovurnar. Danska veð­urstovan er ikki ser­ liga álítandi. Um nú Útvrp Føroya ístaðin fyri hevði sett seg í sambnd við norsku veðurstovuna, so høvdu tey fingið at vita, at tað als ikki hevur ligið nakar lágtrýstryggur norðan fyri Føroyar allan vetur. Vit fingu nøkur bein­leiðis »hit« mánað­ arskiftið novembur/de­ semb­ur, men eftir hetta fór ryggurin suðurum og varð til stóran ampa fyri Skotland og Írland. Lágtrýstini fóru síðani dundrandi yvir Danmark og raktu Suðurnoreg, Suð- ursvøríki og Týskaland. Hereftir fóru tey langt norðurum ímillum Ísland og Grønland fyri síðani at koma spakuliga suðuraftur og geva Suð­ urlandinum í Íslandi toyggið. Vit hava í hesum tíð­ar­skeiði havt fleiri hugnalig hátrýst megan serliga okkara grannar sunnanfyri eru raktir av lágtrýstum. Seinasta vikuskiftið lá so aftur eitt hátrýst yvir okkum og gav okkum hita upp til eini 8 – 10 stig og blika logn. Og nú kom so aftur eitt lágtrýst beint á okk- um. Men hóast hetta, so hava grannar okkar, og serliga teir sum liggja sunnan fyri okkum fing­ ið av at vita í vetur. Men tað letur til, at Útvarp Føroya bert lítir á veðurtíðini, sum koma úr einum landssynningi. Eitt atburðarlag sum kallast »running back to mama«. Ein lágtrýst ryggur norðan fyri Føroyar Jákup Petersen Fyri stuttum mælti Fram­ sókn til, at vit góvu hvørj­um øðrum eitt felags nýggj­árs­ lyfti, sum skuldi miða eftir, at føroyingar fingu meira burtur úr okkara náttúruríkidømi, sum er fólksins ogn. Vit royndu at varpa ljós á týdn­ ingarmiklar spurningar í hes­um sambandi, eitt nú um vit vinna okkum nóg stór rættindi, og um vit gera av­talur við onnur lond um fiski­veiðu við teirri røttu javnvágini, sum tryggjar okkum tað, vit hava rætt til. Fyri at fáa eitt neyðugt orðaskifti í lag, loyvdu vit okkum enntá at spyrja um, hvørt tað yvirhøvur er rætt, at vit býta um veiðurættindi við onnur lond heldur enn sjálvi at fiska tað, vit hava í egnum sjógvi ella hava nátúr­ ligan rætt til á annan hátt. Boðskapurin frá sitandi samgongu er, at fiskivinnan bara skal hava frið til at gera tað, sum hon altíð hevur gjørt. Føroyingar kunnu sjálv­andi yppa øksl og bara lata standa til, og hetta er júst tað, sum er um at henda. Tað má bara ikki henda. Frá fiskivinnuni kemur týdn­ingarmesta inntøkan, vit hava. Kravið til politisku skip­anina, embætisverkið og fjøl­miðlarnar má og skal vera, at teir røttu spurn­ing­ arnir verða settir og svar­ að­ir, soleiðis at avgerandi nýskipanir verða framdar og vit fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi. Bara tað allarbesta er nóg gott, tá tað snýr seg um at tryggja okkara rættindi og at fyrisita tey. Vit kunnu ikki góðtaka, at alt bara heldur fram, sum tað hevur gjørt, vitandi um, at hetta førir til niðurlaging av okkara samfelag. Skulu útlendingar eiga okkara tilfeingi? Í nýggjársgreinini vístu vit á, at føroyingar í russara­ avtaluni millum annað keypa reiðaríum, sum útlendingar eiga partar av, fiskirættindi í Barentshavinum fyri uppi­ sjóvarfisk í føroyskum sjógvi. Hetta nevndu vit fyri at leggja dent á, at vit ikki hava ynskt at diskriminera móti útlendskum kapitali, soleiðis sum øll grannalond okkara annars gera. Í hesum føri hava vit fylgt okkara egnu lóggávu, sum bara er so nógv øðrvísi enn aðrar. Í Føroyum hava vit lóg­ givið soleiðis, at útlending­ ar uttan stórvegis hóva­sták kunnu eiga uppi í okk­ara fiskirættindum. Í granna­ lond­um okkara, eitt nú í Noregi og Íslandi, eru lóg­ir­ nar harafturímóti mun­andi strangari, tá talan er um at lata burturav land­sins náttúru­tilfeingi. Í Ís­landi slepp­ur als eingin út­lend­ ingur at eiga í fyritøkum ella skipum, sum hava rætt til havsins tilfeingi. Hetta tilfeingið er ogn hjá íslend­ ing­um, og so er ikki meira at tosa um. Hví man hetta vera so? Kann tað hugsast, at áhuga­ málini hjá útlendskum eig­ ar­um ikki verða mett at sampakka við áhugamálini hjá íslendingum? Kann tað samstundis hugsast, at ein partur av okkara til­feingi ikki kemur føroyska sam­ felag­num til gagns, og at vit eru um at gerast gestir í egnum húsi? Vit eiga at seta okkum hesar spurningar. Vit eiga at endurmeta ta lóg­ gávuna, sum ásetur rættin til tilfeingi okkara. Vit eiga at spyrja, hví vit loyva eini gongd, sum einki annað land uttanfyri ES loyvir. Sjálvur var eg í síni tíð ein teirra, sum atkvøddi fyri, at útlendingar eisini skuldu kunna seta pening í føroyskar fyritøkur, sum fáa rættindi til at gagnnýta føroyska til­ feingið, tvs. fólksins ogn. Eg helt hetta vera rætt tá, men síðani eri eg av álvara farin at ivast. Vit verða noydd til at endurskoða framtíðar fyri­siting av okkara náttúru­ ríkidømi. Í fyrsta umfari verða vit noydd at tryggja okkum, at verandi lóg virkar sum ætlað, tvs. soleiðis at út­lendingar veruliga eru minni­lutaeigarar, eins og lógin ásetir. Eitt professionelt sam­ráð­ingartoymi undir uttan­ríkis­ málaráðnum Sjálvandi skulu vit stremba eftir handilsavtalum og øðr­um millumlanda avtal­ um við onnur lond, her­und­ ir Rusland. Sjálvur kann eg bara harmast um, at vit ikki hava fingið eina tílíka avtalu fyri langari tíð síðani. Minnist meg rætt, var ein handilsavtala við russar fyrsta fríhandilsavtalan vit settu kós ímóti, so hon hevur verið á veg leingi. Tað, sum tó er avgerandi, er, at allar avtalur, vit gera, hava eina javnvág, soleiðis at vit fáa eins nógv, sum vit lata øðrum. Í sambandi við nýggjárslyftið, vístu vit á, at fiskiveiðiavtalan við russar ikki javnvigar, men at vit lata hópin meira, enn vit fáa. Tað er helst rætt, at avtalan elvir til ymiskt avleitt virksemi í Føroyum, og tað skulu vit sjálvandi rokna uppí. Men tað krevur, at vit fáa hetta avleidda virksemið lýst. Kanska kenna samráðingarfólk okkara nøkur tøl fyri, hvat avleidda virksemið gevur okkum, sum vit onnur ikki hava fingið kunnleika til? Undir øllum umstøðum mugu vit fáa samlaða virksemið lýst nágreiniliga alt fyri eitt. Tað er m.a. við hesum í kvittanum, at Framsókn hendan dagin tók framaftur val­tema okkara, sum fevndi um at stovna eitt super- pro­fessionelt samráð­ingar­ toymi – eitt toymi undir uttanríkistænastuni, sum hevur ein bæði breiða og djúpa vitan, og sum kann fevna um allar viðkomandi tættir í fiskivinnu og mill­ um­landa samráðing. Samstarvið við Ísland Millum Ísland og Føroyar hevur altíð verið gott sam­ skifti og samstarv, sum mang­ an hevur gagnað okkum før­oyingum væl. Men gera vit upp, hvussu handilsliga samstarvið okkara millum hevur ment seg tey seinnu árini, so skerst ikki burtur, at íslendingar - bæði við Hoyvíkssáttmálanum og við lógum okkara um ognar­ viður­skifti í fiskivinn­uni – eru slopnir munandi lættari framat okkara marknaði, enn vit eru sloppin framat teirra. Higartil hevur Hoyvíks­ sátt­málin ikki hildnast okk­ um serliga væl. Vit eiga tí beinanvegin at gera upp fyrimunirnar og vansarnar við sáttmálanum. Úrslitið kann so vísa okkum, um vit skulu siga hann upp ella endurnýggja hann. Tvær brøðra­tjóðir, sum hava so líkar lívs- og tilverutreytir, mugu hava fullkomna hand­ ils­liga javnvág sínámillum. Vit kunnu einki annað góð­ taka. Sannleikin er eisini, at meðan føroyingar slett ikki sleppa at eiga í íslendska fiskatilfeinginum, sleppa íslendingar ótarnaðir at eiga í okkara. Soleiðis eru lóg­ gávurnar, men eru tær so hóskandi? Norðmenn eru ikki minni protektionistiskir. Men tað kunnu vit venda aftur til seinni. Hvat gera vit við fólksins ogn? Poul Michelsen løgtingsmaður fyri Framsókn Í Føroyum hava vit lóg­givið soleiðis, at út­lend­ing­ar uttan stór­vegis hóva­sták kunnu eiga uppi í okk­ara fiskirætt­ indum. Í granna­lond­um okkara, eitt nú í Noregi og Íslandi, eru lóg­ir­nar har­ afturímóti mun­andi strangari At vanda sær um málið Var og vitjaði eina eldrui konu, ið býr í Sundalagnum, sum dugdi sera væl at tosa. Tá kom prátið inn á málburð, og hvussu vit vandaðu okkum um málið. Vit vóru bæði samd um, at tað er rættast at brúka tað, vit høvdu lært. Ordiliga well: Tað er ógvuliga gott, væl úr hondum greitt At slanga sær: Teir høvdu tveitt seg, ella at hvíla seg Upp í gjøgn: Upp í gjøgnum Við síðurnar av: Við síðuna av Ja-ligt: Tað er so lagaligt, hann var so lagaligur maður Annfinn Danielsen