Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein »Gass«, »puff«, »øv«. Tað eru tríggj­ar av við­merk­ing­u­num frá við­merkj­ar­a­num heima á Sandi, fyrr­ver­andi løg­tings­ manni Fólk­a­floks­ins, Eyð­un Mohr Vid­erø, sum held­ur, at alt sum kem­ur frá Miðla­húsi­ num er nið­ur­set­andi. Hann er alt ann­að enn fe­g­in um, at Miðla­hús­ið er far­ið at hjálpa Kaj Leo at finna inn­tøk­u­r, nú tað bara er Fólka­flokk­ur­ in sum fær nak­að burt­ur úr pol­i­tikk­i­num hjá lands­stýr­i­ num. Tað longsta, sum fyrr­ver­ andi ting­mað­ur­in held­ur, at Miðla­húsið kann koma við at hjálpa Kaj Leo er at geva Her­manni Osk­ars­son ein fas­t­an teig at um­ m­æla sam­ gong­u­pol­i­ tikk­in.­ Tað hevur eftir øllum at døma notið fast hjá sam­bands­monn­um, at Kaj Leo Jo­h­ann­e­sen ikki hevði eydnuna við sær á fyrs­ta stevnumøtinum við Helle Thorn­ing-Schmidt. Tá fíggjarlógin var fyri í Fólka­ ting­i­num týs­dag­in 29. nov­em­b­er í fjør gjørdu øll fram­søg­u­fólk­ini greitt, at tað fór ikki at blíva tal­an um at hækka blokkin á nakr­an hátt aft­ur­eft­ir. Men talan kundi verða um at prís­tals­við­gera blokk­in fram­ yvir, tað lótu flestu framsøgufólkini hurð­ina standa á gloppi fyri. Tá orðaskiftið endaði, skar Bjarne Cor­y­don, fíggj­a­rmála­ráð­ harri, møg­u­leik­ar­n­ar út í papp, tá hann segði: – Eg havi móttikið eina frá­boð­ an frá lands­stýr­i­num við ynski um at hækka blokkin, og bæði danska stjórn­in og eg sjálvur eru greitt av teirri fat­an, at blokkstuðulin antin verð­ur latin nominelt óbroyttur, eins og við avtalunum millum fyrr­ ver­andi donsku stjórnina og fyrr­ ver­andi landsstýrið, ella kunnu vit fra­myvir gera eina prístalsviðgerð, eins og vit gera við blokkstuðlin til Grøn­lendska sjálvstýrið. Gevið gætur, at Bjarne Cory­don vísir á avtalu millum fyrr­verandi donsku stjórnina – sum Sam­ bands­flokk­ur­in var part­ur av – og fyrr­ver­andi lands­s­týr­ið í Før­oy­um, sum varð stjórnað av Kaj Leo Jo­ hann­e­sen! Eitt er so tað, at Bárður eins og Ed­mund og Kaj Leo geva Sjúrði Skaale skylduna, men tað sum var enn meira á­hugavert í kjakinum í Degi og viku í gjár­kvøld­i­ð var, at Bárð­ur Niel­sen als ikki bakkar sín egna lø­g­mann upp. Løgmaður er í trongum skóm, og hann treingir til eina uppreisn, um sam­gonguni skal verða lív lag­að. Tí er tað eitt upplagt høvi hjá løg­manni nú at koma fram við til­feing­is­gjaldi, sum er eisini eitt barn hjá Sa­m­bands­flokki­num, so hann kann vísa styrki yvir fyri Fólk­a­flokkinum. Tá so Bárð­ur Niel­ sen bara arr­o­gant svar­aði, at løg­ m­að­ur má sjálv­ur svara fyri, hvat hann meinar..., so loyp­ir ketan av. Tí sjálvandi hava Bárð­ur Nielsen og løgmaður tosað sam­an um hendan trupulleikan. Slíkt verður avstemmað í einum flokki, har semja valdar. Johan Dahl og løg­mað­ur eiga makre­l­semj­una við Tobba, Aks­el og Poul Mic­helsen. Tá for­mað­ur­in í fíggj­ar­nevnd­i­ni soleiðis fyri opnum skíggja sting­ur sín egna for­mann, sum er eis­ini er løg­maður og sigurs­ harri á vali­num – so­leið­is í rygg­in, so spyr veljarin: Hvønn umboðar Bárð­ur Nielsen? Jørgen Niclasen ella løg­mann? Nógv bendir á, at Bárð­ur Niel­ sen ikki stuðlar løg­manni við tilfeingisgjaldinum. Hvar solidariteturin hjá fíggjarnevndarformanninum? Hósdagin hevði Jørgen Nic­l­ a­sen onga viðmerking, tá vit spurdu hann um tær níggj­u mill­i­ónirnar, sum blokkurin skal hækka næsta ár – og tað, sum henda øking skal lækka – tað sum svarar til 15 pro­sent av vøkstr­i­num í van­ligu inn­øk­um lands­ kass­ans. Ta øk­ing­ina met­ir lands­stýr­ið til 106 mill­i­ón­ir, og 15 prosent av tí er um 16 mill­i­ónir krónur. Sambært sam­gong­u­ skjal­i­num, so skulu hesar 16 mill­i­ón­ir­nar mótroknast teim­um 9 – og so verður úrs­l­it­ið negativt. Alt annað líka, so átti tað at merkt, at blokk­stuð­ulin ikki hækkar eitt oyra. Men hóast bæði Kári Post og Jenis av Rana skilja sam­gong­u­skalið soleiðis, sum skriv­að stendur, so hev­ur løg­m­að­ur onkra aðra frá­greið­ing. Tað er tí, at vit fegin vildu fingið svar frá Jørgen Nicl­a­sen um hetta mál, men hann vil ikki svarað, hóast vit hava fingið orðið á hann. Á landsfundi hjá Fólka­ flokk­i­num 26. november boð­aði Jørgen Niclasen frá, at tað als ikki var vist, at rík­ is­veit­ing­in fór at hækka: Hann vísti á nevndu orð­ing í sam­gong­u­skjal­i­ num og stað­festi, at und­ir van­lig­um um­støð­um, við van­lig­um inn­tøku­vøkstri í lands­kass­an­um, fer danska rík­is­veitingin ikki at veksa. Og so kom hann til poengið við hesi orðingini: – Í veruleikanum verður úrs­litið, at eisini framyvir verð­ur ríkisveitingin akk­ ur­át líka fastfryst, sum hon hev­ur verið seinastu árini. Vit vildu fegin fingið Jørgen Niclasen at svar­að okkum uppá, um blokk­stuð­ uli­n hækk­ar, og um tað er í tráð við sam­gong­u­skjalið og politikkin hjá Fólk­a­flokk­ inum – ella um hetta er ein av kam­el­unum, sum Fólka­ flokk­ur­in nú skal svølgja. Jørgen: Blokkur verandi frystur Bakkaði ikki løgmann upp 30.000 í part fyri »fólksins ogn« Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Góð ráð heiman av Sandi... Fyrrverandi business-partn­ ar­in hjá løgmanni, Rói Eg­ holm, fiska­søl­u­mað­ur, hev­ur sítt boð uppá, hvussu virðið av fólks­ins ogn kann být­ast út til onnur enn tey, sum Fólk­a­flokk­ur­in og løg­mað­ur halda skulu eiga hesi virði. Hann sær fyri sær, at øll fiski­vinnu- og aliloyvi verða selda á u p p ­ boðs­ sølu í frí­ ari kapp­ing. Virð­ið av hes­um met­ir hann at liggja um 1,5 mill­i­ardir krónur. Tað sum svar­ar til um 30.000 krónur til hvønn føroying. Hann sær fyri sær, at með­an lands­kass­in fær helm­ing­in av hesum, so kann hvør før­oy­ing­ur fáa út­gold­ið 15.000 krón­ur skatt­ a­frítt á hvørj­um ári. Fyri eitt hús­ar­hald við fimm fólkum merkir hetta, at tey fáa 75.000 krónur útgoldið skattafrítt um árið – sum kemur oman á alla inntøku annars. Rói Egholm vísir á, at støk foreldur við tveimum børnum soleiðis fáa 45.000 skattafríar krónur, og at eitt pen­sjón­ist­a­par fær 30.000 skatt­a­frí­ar krónur. Hann vísir soleiðis á tríggj­ar »val­møg­u­lei­kar«, sum vit hava: – At býta pen­ing­in javnt mill­um før­oy­ing­ar, sum víst om­an­fyri. – At allur ágóðin fer til lands­kass­an. – At vit øll frásiga okkum hes­ar inn­tøk­ur og geva lands­ stýr­is­mann­i­num ­virð­ini, sum hann so frítt kann út­flýggja út­vald­um før­oy­ing­um og út­ lend­ing­um. Rói Egholm heldur, at eingin keypir eitt loyvi á uppboðssølu, uttan at vita, at vinningur fæst burturúr. – Um fyritøkurnar, sum virka í dag, eru kapp­ing­ar­ før­ar, so vinna tær fríu kapp­ ing­ina, heldur hann. Men ver­andi fyr­i­tøkur, sum ikki klára at keypa síni rætt­ind­ini til rá­vør­una í fríari kapping, eru ikki kapp­ing­ar­før­ar, og eiga tí ikki at vera í vinnuni, sigur Rói Egholm. Greinin hjá Róa Egholm kann lesast á síðu 26 Tjóðar­ semja um fiskivinnu­ politikkin Gunnvør balle kjak á síðu 27 Við­ merk­ing­ ar til Teit Vágadal Jógvan við keldu kjak á síðu 26