mikudagur 25. januar 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kongabrúgvin | Postsmoga 329 | FO-110 Tórshavn | www.trygging.fo
Í februar mánaði ár 2012 skulu 12 limir veljast til
Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna. Allir
tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum P/F eru
limir í felagnum. Limir, ið ynskja at verða uppstillaðir til
val sum umboðsfólk, skulu boða frá hesum skrivliga til
høvuðsskrivstovuna í Tórshavn innan 1. februar 2012.
Fráboðanin skal vera undirskrivað av í minsta lagi 25 stillarum, sum eru limir í
felagnum. Ein limur kann bert vera stillari hjá einum valevni, og tað kann bert
vera eitt valevni á hvørjum lista.
Eingin kann virka sum umboðsfólk, um tey eru sett í starv í ella arbeiða fyri
virki, sum er kappingarneyti hjá felagnum og tess dótturfeløgum.
Núverandi og fyrrverandi stjórar, innandura og uttandura starvsfólk í felagnum
og dótturfeløgum og teirra hjúnafelagar ella sambúgvar, kunnu ikki veljast
sum umboðsfólk. Tó kunnu fyrrverandi innandura og uttandura starvsfólk, tá
ið 7 ár eru liðin, síðani hesi fóru úr starvi, veljast til umboðsfólk.
Limirnir velja umboðsfólk at umboða atkvøðurættin hjá limunum á aðalfundi.
Til Umboðsráðið verða 35 fólk vald av og millum limirnar í felagnum. Val er
annaðhvørt ár - líka árstal.
Sambært viðtøkubroytingunum frá aðalfundinum 4. januar 2012 verða 12
nýggj umboðsráðsfólk vald fyri eitt tíðarskeið uppá 4 ár, tó soleiðis, at tey 6 við
fægst atkvøðum á valinum 2012 standa fyri vali í 2014 saman við teimum 11,
sum vald vórðu í 2008.
Um tú hevur spurningar til valið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Stjórnar skrivstovu okkara, antin umvegis teldupost til umbodsradsval@trygging.fo
ella við at ringja til tlf. 345 600.
Í februar mánaði verður kunngjørt í bløðunum og á heimasíðu okkara, nær
valið verður, og hvussu valið fer fram.
Viðtøkurnar fyri felagið lýsa nærri, hvør er valbærur, hvussu val fer fram og virki
felagsins annars. Viðtøkurnar eru at fáa á høvuðsskrivstovuni á Kongabrúnni
og á trygging.fo.
Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt felag, hvørs endamál millum annað
er, beinleiðis ella gjøgnum annað felag, at eiga partapening í Tryggingar-
felagnum Føroyum P/F og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi.
Val aV limum til umboðsráðið
fyri ognarfelag tryggingartakaranna
stilla upp til
umboðsráðið