mikudagur 25. januar 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brøðurnir
báðir bláir
Fyrr í vikuni gjørdist tað alment, at Tummas Pauli Hanusarson skiftir til Neistan, har
stóribeiggi hansara, Heini Hanusarson, eisini spælir. Synirnir hjá undangongumanninum,
Hanusi Joensen, hava kappast um sama bólt í útivið tvey áratíggju, men nú er hetta søga.
Í kvøld og framyvir eru teir á fyrsta sinni á sama liði og skulu kasta bóltar ímillum sín
Pætur Albinus
Heini Hanusarson og Tummas
Pauli Hanusarson. Hávaksnir og
smílandi eru teir báðir tveir, tá
ið teir fryntliga taka ímóti í ný
mótans sethúsum eldra bróður
ins, Heina, í Sandavági. At leika
hondbólt duga teir sum fáur her
á landi, men tað er ikki løgið. Pápi
teirra, Hanus Joensen, er ein av
slóðarunum og myndaði hann
føroyskan hondbólt í nógv ár. Nú
hava synirnir tikið yvir. At kapp
ast ímóti hvørjum øðrum hava
teir gjørt alt lívið, og hevur tað
kastað mangan nærdystin av sær.
Men nú er tað søga. Nú eru teir á
sama liði og skulu snillingarnir á
fyrsta sinni tveita bóltar til hvønn
annan.
Valdi Neistan
Sum smádrongur spældi Tummas
Pauli Hanusarson við KÍF, men
tá ið familjan flutti úr Kollafirði
til Havnar, fór hann at spæla
við Kyndli. Hetta gjørdi hann
heilt fram til fyri tveimum árum
síðani, tá ið hann fór undir lesnað
í Danmark. Hann skúgvaði tó
ikki hondbóltin til viks og fór
fyrstu tíðina at spæla við HIK í
triðbestu deildini, áðrenn hann
skifti til Ajax København, har
stóribeiggi Heini eisini eitt skifti
leikti. Ajax hevur lið í bæði
næst- og fjórðbestu deildini, men
spældi Tummas Pauli einamest
við liðnum í fjórðbestu deildini.
Nú kemur Tummas Pauli tó aftur
til føroyskan hondbólt, og verður
tað hesaferð neistablusuna, hann
letur seg í.
– Tað verður bæði spennandi
og stuttligt at spæla saman við
Heina. Hann hevur roynt nógv
eftir hondini, bæði her heima
og uttanlands, og aðrir á lið
num hava drúgvar royndir í før
oyskum hondbólti. Hesum kann
eg læra nógv av, sigur 22 ára gamli
Tummas Pauli Hanusarson, sum
við sínum 194 cm er ein høgur
vinstri bakkur við góðari skot
styrki.
Vrakaði Kyndil
Tummas Pauli hevur bróðurpart
in av hondbóltsleið síni spælt
við Kyndli, og síðani Heini vendi
heimaftur til Føroya og Neistan,
hava teir báðir fýra ferðir spælt
ímóti hvørjum øðrum – í saman
lagt trimum FM- og steypafinalum
og einum landskappingardysti.
Tummas Pauli kundi velja at halda
fram við at kappast ímóti beiggja
sínum og velja Kyndil, men valið
fall á kappingarneytarnar úr
Neistanum.
– Eg umhugsaði ikki Kyndil
hesuferð, sum liggur og berjist á
næst aftasta plássi. Eg havi tosað
við Heina um at koma til Neistan
og royna at spæla har, sum tað er
stuttligt – at spæla um at koma í
FM-finaluna, vísir Tummas Pauli
á.
Hann er í løtuni heima í
vetrarferiu, men fer til Dan
markar aftur í komandi viku,
har hann er í holtur við lesnað
í Keypmannahavn. Ætlanin er,
at hann skal koma heim til allar
dystirnar hjá Neistanum, meðan
hondbóltsvenjingin heldur fram í
Danmark og tann nógva kropsliga
venjingin, ið hann roynir at byggja
uppá. Eitt nú súkklar hann 10 km
langa teinin í skúla hvønn dag.
Vil binda saman
Neistaliðið hevur verið illa darvað
av skaðum í ár, og hevur gongdin
eisini verið heldur ivasom hjá
verandi greipuvinnarunum, sum
hóast alt liggja stavn um stavn
við VÍF og H71 at røkka ávikavist
FM- og steypafinaluni. Tummas
Pauli vónar, at hann kann veita
liðnum betri breidd og annars fáa
alt at rigga betur.
– Eg meti meg kunna geva
Neistanum betri breidd, styrkja
um verjuna og skapa ein størri
stabilitet á liðnum. Eg ætli mær at
fordeila sæplið betur og ikki minst
fordeila kreftirnar í álopinum
betur. T.d. Kann Áki (Mørk, blðm.)
fáa ein steðg inn ímillum og hvíla
seg til avgerandi løturnar, tá
ið hann jú altíð er góður, sigur
Tummas Pauli, og heldur fram:
– Liðið hevur í nøkur ár verið
ávirkað av nøkrum einstøklingum,
og eg meti eisini, at tað er júst
har, ið Neistin er best. Leikarar
sum David Edvardsen, Heini
Hanusarson, Finnur Hansson,
Áki Mørk og ikki at gloyma besta
strikuspælaran í Føroyum í nógv
ár, Jugoslav Djumic. Eg havi ikki
sæð nógvar dystir í ár, men eg
hoyri, at spælið ikki hevur gingið
so væl í ár, og eg ætli mær inn á
vøllin at royna at binda alt hetta
sterka álopið saman, staðfestir
Tummas Pauli.
Nøs fyri spælinum
Heini Hanusarson, sum hevur
átta ára royndir úr donskum
hondbólti – eitt nú bestu deildini
har – og hevur verið ein av profil
unum í Neistanum seinastu ár
ini, fegnast um at hava fingið
lítlabeiggjan við á liðið, og metir,
at teir í honum fáa ein leikara við
nógvum góðum eginleikum.
– Hann hevur nøs fyri spæl
inum, hevur ró í sínum egna spæli
og dugir væl at taka rættar av
gerðir í síðstu løtu. Hondbólturin
er mentur frá at vera eitt spæl,
har tú líkasum kann bestemma
teg áðrenn, hvat tú ætlar tær, til at
vera eitt har tú beinanvegin mást
hugsa um tú skalt dribbla, spæla
ella skjóta. Har hevur hann eina
stóra styrki, sigur Heini og vísir á,
at hann umframt vera høgur eis
ini er væl fyri sálarliga.
– Hann er skilagóður. Onkur
vil vera við, at hann er skilabetri
enn stóribeiggi sín, men tað
trúgvi eg lítið uppá, sigur ein
skemtandi Heini, meðan Tummas
Pauli kastar eyguni eftir honum
og flennur.
Við sínum 194 sentimetrum
man Tummas Pauli teljast ímill
um hægstu leikararnar í deildini,
og aldur hansara tikið í huga
merkir tað sambært Heina, at
hann hevur nakað at arbeiða við
kropsliga.
– Hann minnir meg nógv um
Nikolaj Markussen á danska
landsliðnum. Eg spældi ímóti
honum fyri trimum árum síðani,
og eg haldi, at teir eru rættiliga
eins limaðir. Hann má arbeiða við
at fáa nøkur fleiri kilo, ein størri
massa upp á kroppin hjá sær,
sigur Heini um Tummas Paula.
Hann vísir í somu atløgu á, at
hann stríddist við sama trupul
leika, um ein kann kalla tað tað,
tá ið hann var yngri.
– Men eg menti meg nógv á tí
í meldrinum
Heini og Tummas Pauli í Neistanum::
– Eg havi ikki sæð nógvar dystir
í ár, men eg hoyri, at spælið ikki
hevur gingið so væl, og eg ætli
mær inn á vøllin at royna at
binda alt hetta sterka álopið
saman, sigur Tummas Pauli.