mikudagur 25. januar 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
– Hann er skilagóður. Onkur vil
vera við, at hann er skilabetri enn
stóribeiggi sín, men tað trúgvi eg
lítið uppá, sigur Heini skemtandi
økinum, tá ið eg búði í Danmark,
og var eg eisini nógv sterkari tá
ið eg kom heimaftur til Føroya.
Nú havi eg ikki tíð til at ganga í
vektrúminum, eg má ansa eftir
teimum
smáu,
puffar
Heini
og toyggir seg niður eftir lítlu
Andreu, sum grulvar á gólvinum
og hevur hug at sleppa upp í
part.
Fyrimunir sum brøður
Tað, at teir eru brøður, kann av
gjørt koma at hava sínar fyri
munir á vøllinum. Tað eru fleiri
dømi um bróðurpør, ið bara hava
samstarvsevnini viðfødd og rigga
sera væl saman í ítrótti. Hond
bólturin hevur eisini sítt dømi
um hetta í polska bróðurparinum
Krzysztof og Marcin Lijewski, sum
gera um seg á hvør sínum bakk
plássi í týska HSV Hamburg og
á polska landsliðnum. Møguliga
Føroyar fáa sítt egna dømi um
hetta í Hanusarson-brøðrunum.
– Vit minna eitt sindur um
hvønn annan mentalt. Eg vænti
eg fari at duga at seta meg í støð
una, hvussu hann man hava tað,
og hann hvussu eg man hava tað.
Vit fara helst at hava lætt við at
vita hvat vit skulu tosa við hvønn
annan um, nær vit skulu trýsta
hvønn annan og nær vit skulu
sissa hvønn annan, heldur Heini.
Eldri tekur ábyrgd
Heini vil ikki køva út yvir ivasomu
gongdina hjá Neistanum í ár og
viðgongur, at tað ikki hevur verið
nøktandi.
– Liðið er amputerað, bæði so og
so. Í mun til í fjør mangla vit seks
leikarar. Bara í ár hava vit eisini
havt seks ymiskar spælskiparar,
og ofta er tað spælskiparin, sum
orðið eisini sigur, ið ræður fyri,
hvørja spælskipan vit koyra. Av
tí sama hevur tað verið vánaligt
glið í spælinum og tað hevur verið
syrgiligt at sæð, sigur Heini, sum
tó sær bjartari upp á ta stuttu
framtíðina, nú nýggir leikarar
eru komnir at styrkja um. Eisini
peikar hann á, at nýggi venjarin,
Páll Poulsen, er ógvuliga skipaður
og hevur eina ætlan við liðnum.
Heini er sum vera man undan
gongumaður á liðnum, og ábyrgd
er ikki nakað, ið hann ræðist.
Kanska heldur tvørturímóti er
tað við at gerast ein vanasak fyri
hansara viðkomandi.
– Eg eri vanur við, at ábyrgdin
liggur á mær. Tað hevur ligið nær
til mín øll árini – tað, at gingið
undan. Eg eri vanur við trýstið,
sum liggur á mær, so tað hugsi eg
als ikki um, sigur Heini.
Pápin eigur heiðurin
Sum yngri búðu teir báðir brøð
urnir í Kollafirði, har teir spældu
nógv hondbólt í kjallaranum, har
tvey mál stóðu. Eisini spældu teir
við KÍF, har venjari teirra var pápi
teirra, Hanus Joensen, ið – sum
nevnt – er ein av slóðarunum
innan føroyskan hondbólt. Hann
hevur leikt 60 landsdystir fyri
Føroyar og verið landsliðsvenjari
í 15 ár, og hevur hann eisini at
kalla eisini altíð verið venjari hjá
synum sínum – hetta eisini eftir
at familjan flutti til Havnar; tá í
Kyndli.
Tá ið Heini Hanusarson heim
afturkomin úr Danmark valdi at
skifta til Neistan og ikki gamla
felag hansara, Kyndil, mátti hann
leggja oyra til nógvar viðmerk
ingar um, at hetta ikki var serliga
kært av honum mótvegis Kyndli,
men viðmerkingar sum »Vit hava
lært teg so nógv, og so rýmir tú
nú« kveistraði Hanus burt við at
svara aftur og vísa á, at allastaðni,
har hann hevði spælt, var pápi
hansara venjari, og at tað var
hann, ið hevði lært hann alt.
Enn tann dag í dag situr Hanus
trúðfastur á áskoðaraplássunum
og fylgir við gongdini hjá soninum
– nú synunum.
– Hann er altíð til staðar.
Kritiserar og kemur við eftirmet
ingum um hvussu dysturin var
og kemur við góðum ráðum. Tað
hevur altíð verið gott hjá okkum,
staðfestir Heini og gevur pápa
sínum allan heiðurin:
– Pápi er rótin til at vit eru so
frægir, sum vit eru.
albinus@sosialurin.fo
Marianna Holm Jacobsen,
starvsnæmingur
Hanus Joensen, ið er pápi til
Heina og Tummas Paula, heldur
tað vera stuttligt, at teir nú báð
ir skulu spæla á sama liði, men
tað er ikki tað, sum er mest
umráðandi fyri hann, tí tað
er nevniliga, at teir yvirhøvur
spæla hondbólt. Um tað fer at
venda gongdini hjá Neistanum,
at Tummas Pauli nú fer at spæla
við Neistanum, dugir hann ikki
at meta um, men hann gleðir seg
at síggja báðar synirnar á sama
liði fyri fyrstu ferð.
Tað er týðiligt, at Hanus hev
ur verið nakað serligt fyri Heina
og Tummas Pauli innan fyri
hondbóltin. Hann hevur í mong
ár verið venjari á tí liðnum, teir
hava spælt við. Í ungdómsárum
teirra, hevur hann verið venjari
hjá teimum báðum, líka til teir
blivu 18 ára gamlir, til teir so
skuldu í mansdeildina, har onk
ur annar slapp at taka sær av
teimum.
Spurdur, um hann nakrantíð
hevur trýst teir til at gerast
góðir hondbóltsleikarar, svarar
hann, at tað ongantíð hevur
verið neyðugt. Hondbólturin
hevur altíð ligið fremst í huga
teirra.
– Men sjálvandi hugsaði eg
, at tað er gott fyri heilsuna at
íðka ítrótt. Hondbóltur er ein
kappingarítróttur og tað eigur
mann ongantíð at fjala, sigur
Hanus.
Honbóltur hevur sum nevnt
altíð verið høvuðsítróttur í heimi
teirra. Hanus hevur sjálvur spælt
sera nógvan hondbólt, hevur
m.a. 60 landsdystir á baki, og tí
hevur hondbólturin av tí sama
altíð verið nakað, sum hevur
fylgt við báðum beiggjunum
líka síðani teir vóru lítlir smá
dreingir. Heini og Tummas Pauli
vóru mangan niðri í høllini tá
pápin vandi hondbólt, og tá
hava teir altíð gingið runt við
einum hondbólti í hondini og
hugnað sær í høllini.
post@sosialurin.fo
Hondbólturin
fremstur í huga teirra
Pápin: