mikudagur 25. januar 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Umrøðan av sonevnda Pidda-
málinum hevur tikið seg upp
aftur, eftir at kriminalpolitiið
í gjár sendi út tíðindaskriv
har boðað verður frá, at dna,
ið stavar frá horvna Dánjal
Petur Hansen er staðfest í
Norðoyatunlinum.
Hetta er fyrsta ítøkiliga
prógvið fyri, at Piddi er
myrdur, sum almenningurin
fær at vita um.
Kriminalpolitiið
hevur
fingið atfinningar fyri, at
halda rimmarfast um prógv
ini í málinum, men tá tað
nú er staðfest, at líkið av
Pidda hevur verið goymt
í Norðoyatunlinum í eitt
tíðarbil, hevur politiið valt
at varpa ljós á hetta. Og tað
verður sjálvandi gjørt fyri at
almenningurin kann boða
kriminalpolitinum frá, um
tey hava sæð Skoda Fabia
bilin í Norðoyatunlinum ella
har nærhendis í døgunum
eftir drápið.
Og kriminalpolitiið ar
beiðir framvegis út frá teirri
teori, at Piddi er dripin
fríggjamorgunin
4.
no
vember, hóast í minsta lagi
fimm fólk svørja upp á, at tey
hava sæð Pidda leygardagin
5. november seint seinna
partin.
Hóast kriminalpolitiið nú
hevur sent út tíðindaskriv
um dna av Pidda í Norðoya
tunlinum, so vil kriminal
ovastin, Bergleif Brimvík,
einki siga um aðrar dna-
royndir ella aðrar tekniskar
kanningar yvirhøvur.
– Sum eg havi sagt tað
áður, so er hetta eitt mál fyri
afturlætnum hurðum, sigur
Bergleif Brimvík.
Eingin nummarpláta
Ein ógvuliga sentralur partur
í kanningararbeiðinum, er
nógv
umrøddi
silvurgrái
Skoda Fabia Hatchback bil
urin, sum politiið er sannført
um er nýttur at burturbeina
Pidda við.
Myndir av líknandi bili
hava verið sýndar í fjølmiðl
unum, men tað undrar mong,
at politiið ikki vil upplýsa
nummarplátuna á bilinum.
Tí mong meta, at hetta kundi
beint til viks ivamál um,
hvørt tað er ein viðkomandi
bilur, fólk hava sæð, ella ein,
sum bert spillir tíðina hjá
politinum.
Tað tykist staðfest, at bak
setrið er tikið úr Skoda Fabia
bilinum, og tað tykist líka
staðfest, at dna er útdrigið av
baksetrinum. Meira ivasom
er søgan um ein kodda, sum
skal vera funnin í samband
drápsmálið.
Sjálvandi skal politiið ikki
almannakunngera
hvønn
smálut í málinum, tí tað
kann sjálvandi skaða kann
ingararbeiðið. Men spurn
ingurin er hinvegin eisini,
um ein so total tøgn gagnar
arbeiðinum heldur.
At politiið í gjár læt eitt
lítið sindur upp fyri posa
bandinum má tulkast tann
vegin, at skuldsetti maðurin
skal í Føroya Rætt í dag, har
politiið fer at krevja varð
haldsfongslingina
longda.
Avdúkingin av dna frá Pidda
í Norðoyatunlinum vigar
tungt í so máta.
Og so kann bert endur
takast áheitanin frá poli
tinum á fólk, sum kunnu
hava sæð silvurgráa Skoda
Fabia bilin í ella nærhendis
Norðoyatunlinum í tíðar
skeiðinum 4. til 11. november,
um at boða politinum frá.
Leo Poulsen
Týsmorgunin var ein
maður førdur í grund
lógaravhoyri, eftir at
hann, saman við einum
øðrum,
hevði
brotið
inn í Etika fyri at stjala
brennivín.
Skuldsetti maðurin
greiddi frá, at tað í veru
leikanum var hin mað
urin, ið hevði trýst á,
fyri at gera innbrotið, tí
skuldsetti segði seg eiga
brennivín heima við hús,
og hevði tí ikki brúk fyri
meira.
Men hann lat sær
lynda, og teir báðir høvdu
so tveitt ein stein inn
gjøgnum glashurðina á
sushi matstovuni.
Skuldsetti maðurin
segði seg mest sum bert
vera áskoðara, meðan
hin dragsaði fløskur om
an á fløskur út úr Etika,
og krógvaði ymsastaðni
nærhendis.
Ákærin ramsaði upp
Single Malt Whiskey,
Cognac, fleiri fløskur av
hvítvíni og reyðvíni, eina
Sommersby,
umframt
nakrar øl.
Men skuldsetti segði
seg hava drukkið lítið
og einki av hesum, og
segði hinum seinni frá,
at hann als einki vildi
hava við tjóvagóðsið at
gera.
Tað
greiddi
hann
rættinum frá.
Rýmdi
Men hvussu lítið aktivur
skuldsetti enn var, hevði
tað
eydnast
honum
at missa fartelefonina
undir innbrotinum, og
tí kundi politiið rættiliga
skjótt leiða sín illgruna
til mannin.
Hann varð eisini tikin
seinni sunnudagin, og
undir politiavhoyri játt
aði hann seg sekan í øll
um ákærum í sambandi
við innbrotið.
Man av tí at hann
hevði mist fartelefonina
burtur, og politiið eyð
vitað hevði hana í varð
veitslu, lánti skuldsetti
eina fartelefon frá poli
tinum, so hann kundi
ringja til tann, hann
leigaði frá, at fáa hann
at læsa íbúðina.
Skuldsetti fekk frá
politinum at vita, at hann
fór at verða kravdur
varðhaldsfongslaður,
og hetta helt hann vera
undarligt, tá hann hevði
játtað seg sekan. Hann
gjørdi tí ikki mætari enn
at snúgva sær avstað, tá
hann sá sær møguleik
an.
Fartelefonina hevði
hann við sær, men av tí
at hon helt á at ringja,
legði hann hana frá
sær á eitt bussskýli,
har politiið fann hana
seinni.
Maðurin
bleiv
tó
handtikin
mánadagin
aftur, og í gjár var hann
so í grundlógaravhoyri,
skuldsettur
fyri
inn
brot, fyri at rýma frá
politinum, meðan hann
var í varðhaldi, og fyri at
hava tikið fartelefonina
hjá politinum.
Aftur her játtaði hann
seg sekan, men kort
ini kravdi ákærin varð
haldsfongsling í 14 dagar.
Verjin mótmælti, men
dómarin helt grundar
lag var fyri varðhalds
fongsling, millum annað
tí at skuldsetti maðurin
hevði ein dóm á níggju
mánaðir hangandi yvir
sær.
Skuldsetti maðurin
góðtók síðani varðhalds
fongslingina.
Fartelefon
avdúkaði
innbrot
Annar av monnunum, sum
sunnunáttina brutu inn í
Etika at stjala brennivín,
var ikki serliga heppin, tí
hann misti fartelefonina
undir innbrotinum – og so
hevði løgreglan lætt spæl
Dna av Pidda í
Norðoyatunlinum
Eftir at hava verið tigandi sum grøvin um øll teknisk prógv, íroknað
dna, sendi kriminalpolitiið í gjár út tíðindaskriv har boðað verður
frá, at dna, ið stavar frá Pidda, er funnið í Norðoyartunlinum
Tað er staðfest, at líkið av Pidda Hansen í eitt tíðarbil hevur verið goymt aftan
fyri ein betongskúr á einum víkiplássi í Norðoyatunlinum