mikudagur 25. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vónandi gevast Dimmalætting og Kringvarpið ikki her. Tað gera vit í øllum førum ikki, tí
vit hava framvegis ov mikið av hugskotum frá okkara lesarum at varpa ljós á, umframt
at vit framvegis ynskja góð sparihugskot til samgonguna. Send uppskot til sos@sos.fo
við heitinum »Kreppuhjálp til Kaj Leo« ella send sms-boð til 225000.
kreppuhjálp til kaj leo
Fleiri veita
kreppuhjálp
»Kreppuhjálp til Kaj Leo« varð skotið í gongd
mánadagin og lesarar hjá Sosialinum, lurtarar hjá
Rás2 og vitjandi á Portalinum eru komin við sera
nógvum hugskotum. Mánadagin prentaðu vit trý
sparihugskot og í dag prenta vit trý aftrat. Men
bæði Dimmalætting og Kringvarpið hava tikið táttin
upp. Mánadagin varpaði Útvarpið hjá Kringvarpinum
ljós á átak okkara og týsdagin borðreiddu tey við
søguni um, at húsaleigan hjá sendimonnum og
skrivstovuleiga kostar næstan 300.000 krónur
um mánaðin – ella tilsamans 3,6 milliónir krónur
Fleiri lesarar okkara hava
víst á, hvussu fiskivinnu-
og aliloyvini áttu at verið
øðrvísi skipað enn í dag.
Rói Egholm er ein teirra,
sum alment hevur funnist
at verandi skipan og víst á
aðrar loysnir. Ein loysn, sum
gongur uppá, at selja verð
andi fiski- og æliloyvi, sum
hava eitt samlað virði á 1,5
milliardir krónur.
Rói Egholm ímyndar sær
eina fólkaatkvøðu, har allir
føroyingar, sum jú eiga ogn
Føroya fólks, sleppa á fólka
atkvøðu um fiskitilfeingi.
Her skulu teir sjálvir gera
av, hvat skal enda við teirra
parti, sum svarar til umleið
30.000 krónur árliga, um vit
siga, at 48.000 fólk búgva í
Føroyum.
Rói Egholm spælir við
tankan um, at hvør einasti
føroyingur
árliga
fær
útgoldið helvtina av sínum
parti, tað vil siga 15.000
krónur skattafrítt, aftrat
vanligu inntøku síni. Hin
helvtin fer til rakstur og
menning av samfelagnum.
Hetta merkir, at eitt húski,
sum telur eitt foreldrapar
og trý børn hevði fingið
fimm ferðir 15.000 krónur,
sum er 75.000 skattafríar
krónur, umframt vanligu
inntøkuna.
Um
føroyingar
valdu
henda leistin, hevði búskap
urin í 2012 fingið eitt yvir
skot á umleið 250 milliónir
krónur, metir Rói Egholm
aðrastaðni í dagsins blað.
- Um allir føroyingar
taka av hesum tilboðnum,
so fær landsbúskapurin í
2012 eitt yvirskot áljóðandi
uml. 250 mió. Kr.
Rói Egholm sær eisini ein
annan møguleika og tað er,
at allur ágóðin av søluni fer
til Landskassan, og kunnu
Føroyar soleiðis fáa ein sera
sterkan landsbúskap, til
rakstur og framtíðar menn
ing.
Hetta hevði broytt ver
andi støðu, har Rói Eg
holm rør upp undir, at
vit hava frásagt okkum
omanfyri nevndu inntøkur
og gevur hesi virðini til
landsstýrismennirnar
í
fiskivinnumálum og, fyri
aliloyvini, til landsstýris
mannin í vinnumálum at
umsita.
-
Teir
kunnu
síðani
útflíggja hesi virðir til út
valdar føroyingar og út
lendingar,
uttan
nakran
kostnað. Hetta førir so við
sær, at tú frásigur tær, tín
part av sølu inntøkunum.
Um allir føroyingar velja
hesa frásøgnina, fara hesar
1,5 milliardir krónur í mill
um skins og hold í fiski
vinnuni, har ein parturin
endar sum skattakrónur av
lønum og partafelagsskatti,
ein partur fer til virðis
minking í einari til tíðir ikki
kappingarførari vinnu, og
restin fer til virðisøking og
endar sum vinningur hjá
nøkrum
fáum
føroying
um og hjá nógvum útlend
ingum, skrivar Rói Egholm
millum annað.
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Selja fiskivinnu-
og aliloyvi á
uppboðssølu
SPARIUPPSKOT Øll fiskivinnu- og aliloyvi skulu
seljast á uppboðssølu í fríari kapping. Árliga
søluvirði er umleið 1,5 milliardir krónur
Og seinnapartin í gjár fór Dimmalætting í dýpdina við hesum máli, har teir nágreinaðu
útreiðslurnar av sendistovuni í London. Blaðið vísti á, at bara húsaleigan fyri búðstaðin
hjá sendimannin, er sløk hálv millión árliga. Harumframt kemur so leiga fyri hjá
sendistovuna, løn til sendimannin og aðrar útreiðslur.