Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óðalsjørð er tann jørð, sum einstaklingar eiga. Lands­ jørð­ina eigur landið. Og nær­um helvtini av jørð­ini í Føroyum eigur land­ið. So­ statt eru nógvir peng­ar at heinta her, um lands­jørðin verður seld – sum ein av okkara lesar­um skjýt­ur upp. Fyri mong­um ár­um síðani søgdu út­rokn­ing­ ar hjá Før­oya Óðals­felag, sum er felagið hjá priva­ tu jarðar­eigar­unum, tað vil siga ikki festar­um og trað­ar­mon­num, at henda inn­tøkan av at selja lands­ jørð­ina tá var um 600 millión­ir krónur. Hetta er tríggjar ferðir so nógv, sum ætlaða økingin av ríkis­veit­ingini skuldi vera – ella nakað sum svarar til umleið tað sama sum ár­ liga ríkisveitingin. Zakarias Wang telist mill­u­m teirra, sum hevur strongt á at einskilja landsjørðina. Á heysti í fjør segði hann millum ann­að soleiðis í skrivi stílað bein­ leið­is til festarar og traðar­ menn: - Munurin millum Før­ oyar og onnur lond, sum vit bríggja okkum um at saman­bera okkum við, er at her er tað almenna størs­ti jarðareigarin. Hvør­ ja ferð, nakað skal gerast á tí almennu jørðini, er tað ein almennur myndugleiki, sum skal taka støðu til mál­ið. Hetta er óhoyrt aðra­stað­ni, og tað er greitt, at hetta hevur sera stórar av­leið­ing­ar fyri tað virk­ semi, sum her fer fram. Sostatt sær Zakarias Wang – og fleiri við honum – annað enn fíggjarligan vinn­ing av at broyta býtið mill­um jarðareigararnar, so­leið­is at parturin hjá landi­num gjørdist mun­ andi minni. Og hvarv hann heilt – tað vil siga varð seldur og einskildur – hevði tað, sambært einari ikki heilt nýggjari kanning hjá Føroya Óðalsfelag, givið um­leið 600.000 milliónir krón­ur. kreppuhjálp til kaj leo Seljið almennu jørðina »Endamálið hjá Rús­drekka­ søluni er at innflyta og sel­ja rúsdrekka í Føroyum ábyrgdarfult, við denti á dygd í tænastu og úr­vali«. Soleiðis ljóðar mis­sjó­n­ in, sum tað verður kalla, hjá landsfyritøkuni Rús­ drekka­sølu Landsins. At selja rúsandi løg í Føroyum merkir, at deildir skulu vera kring alt landið. Rús­ drekka­søla Landsins hevur seks av slagnum. Í Skála­vík, Miðvági, Drelnesi, Klaks­ vík, Saltangará og Havn. Umframt hevur Rús­drekka­ søla Landsins trý onnur høli í Havn. Á Hjalla hava tey høvuðsgoymsluna, á Stara­ vegi er fløskumóttøkan og ein minni goymsla og á Skála­trøð heldur um­sit­in­g­ in og líknandi virksemi til. Rúsdrekkasøla Landsins eigur ikki eitt einasta høli ella bygning, men leiðar seg inn allastaðni. Tilsamans er árliga húsaleiðan hjá Rús­drekkasølu Landsins 2,2 milliónir krónur. Hesir peng­ar hevði landskassin spart, um rúsdrekkasølan varð flutt út í handlarnar. Aftrat húsaleigu kemur so hiti, streymur, bilar, út­ gerð og annað, sum skal brúk­ast, umframt stjóra­løn og starvsfólka­kost­nað­ur. Bara lønir í fjør kostaðu 12,4 milliónir krónur. Tí eru tað fleiri av lesar­ um okkara, sum skjóta upp, at flyta rúsdrekkasøluna út í handlarnar kring landið. Soleiðis hevði tú spart húsa­leigu og landskassin kund­ið fingið inntøkurnar av avgjøldum. Rúsdrekka út í handlarnar SPARIUPPSKOT Jørð er ikki bara jørð. Tann privata jørðin verður kallað óðalsjørð og tann almenna verður rópt landsjørð. Við at selja landsjørðina, kunnu fleiri hundraðtals milliónir vinnast SPARIUPPSKOT Flyt rúsdrekkasøluna út í handlarnar. Soleiðis hevði landskassin spart góðar tvær milliónir krónur, sum er árliga húsaleigan hjá Rúsdrekkasølu Landsins Næstan 15 milliónir krónur kostaði Rúsan í húsaleigu og lønum í 2011