mikudagur 25. januar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Felagið Nótaskip hevur savn
að saman tilfar frá ymiskum
myndugleikum um makrel
fiskiskapin í fjør, og við
hesum
sum
grundarlagi
hevur felagið víst á, hvat
makrelfiskiskapurin
gav
í undanfarna ári. Nú ein
nýggj vertíð stundar til, held
ur felagið tað vera rætt at
gera støðuna upp. Framløga
hevur verið fyri politisku
myndugleikunum, og mána
dagin skipað felagið so eisini
fyri framløgu á Parnassinum
á Hotel Hafnia, sum var fyri
fjølmiðlafólki.
Tað var Jógvan Jespersen,
stjóri í Felagnum Nótaskip
um, sum hevði framløguna,
og saman við sær á Parnass
inum hevði hann tvey um
boð fyri felagið, Kristian
Martin Rasmussen og An
finn Olsen, sum báðir eru
nótaskipareiðarar.
Neyv greining
Jógvan Jespersen hevði í
síni framløgu eina neyva
greining av, hvussu kvot
urnar vórðu býttar millum
ymisku
skipabólkarnar
í
fjør, hvør keypti kvotur,
sum vórðu seldar, hvat hvør
skipabólkur fiskaði, hvussu
prísirnir lagaðu seg, og hvør
tók ímóti makrelinum –
ávikavist á landi og á sjógvi.
Talvur søgdu, hvussu nógv er
landað til móðurskip, hvussu
nógv er landað til matna
á landi, og hvussu nógv er
landað til ídnað í Fuglafirði.
Niðurstøðan hjá Felag
num
Nótaskipum
er,
at
samlaða avreiðingar-og sølu
virðið av makrelinum í 2011
var 736 miljónir krónur, og
leggja vit uppboðssølugjald
til
útlendsk
móðurskip
aftrat, sum var 53 miljónir
krónur, kemur talið upp á
tilsamans 789 miljónir krón
ur.
Skjótast gjørligt
Felagið
Nótaskip
kom
eisini
við
nøkrum
til
mælum ella ynskjum til
myndugleikarnar, og eitt av
hesum er, at tær samráð
ingar, sum nú verða millum
strandalondini um býtið av
felagskvotuni, eigur at verða
tað seinasta, áðrenn kvotan
verður ásett.
- Umráðandi er, at kvotan
verður ásett og útlutað sum
skjótast, so til ber at leggja
fiskiskapin til rættis.
Felagið heldur eisini, at
fiskiskapurin eigur at verða
lagdur soleiðis til rættis í
2012, at sum mest verður
fiskað av makreli fyri ein so
góðan prís sum gjørligt.
- Makrelurin eigur eisini
at verða fiskaður við skipum,
sum eru egnað til hesa veiði,
sigur Felagið Nótaskip.
Stuðla landsstýrinum
Jógvan Jespersen segði ann
ars í síni framløgu, at Felag
ið Nótaskip stuðlar Føroya
landsstýri og Fiskimálaráð
num í stríðnum um rættvís
an part av makreltilfeingi
num.
- Eftir, at Føroyar fyrstu
ferð ásettu sær eginkvotu,
hava
vit
stuðlað
Fiski
málaráðnum í strembanini
eftir einum frægari kvotu
parti enn tað, sum Føroyar
høvdu eftir gamla býtinum,
segði stjórin í Felagnum
Nótaskipum.
vilmund@sosialurin.fo
Eiga ikki at bíða meiri
- Samráðingarnar, sum nú verða millum strandalondini um býtið av makrelinum,
eiga at verða tær seinastu. Umráðandi er, at kvotan verður ásett og útlutað sum
skjótast, so til ber at leggja fiskiskapin til rættis, sigur Felagið Nótaskip
Vilmund Jacobsen
Í síni framløgu á Hotel
Hafnia mánadagin gjørdi
stjórin í Nótaskipum eitt
sindur burtur úr ymisku
- ella misjøvnu – umstøð
unum, ið vóru galdandi umb
orð á føroyskum og útlendsk
um skipum, sum høvdu
makrelvirksemi í føroyskum
sjógvi í fjør.
Jógvan Jespersen helt í
fyrsta lagi, at tað fer at bera
til at útvega neyðuga frysti
orku í Føroyum til makrel
vertíðina í summar og í
heyst.
Hann vísti eisini á, at
somu treytir mugu galda fyri
allar skipabólkar.
- Annaðhvørt eiga allir -
ella eingin - rætt til at fiska
og at taka ímóti makreli
við útlendskum skipum við
bíligari útlendskari manning.
Jógvan Jespersen legði
eisini aftrat, at annaðhvørt
eiga allir - ella eingin – at
fylgja avtalum á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Stjórin
í
Nótaskipum
nevndi eisini okkurt dømi
um hesar mismunir, sum
vóru galdandi í vertíðini í
fjør.
- Hesir mismunir mugu
ikki endurtaka seg í vertíðini
í ár, segði Jógvan Jespersen.
vilmund@sosialurin.fo
Neyðug frystiorka í næstu vertíð
- Annaðhvørt eiga allir ella eingin at fylgja avtalum á
føroyska arbeiðsmarknaðinum, heldur Felagið Nótaskip
Millum áhoyrararnar á framløgufundinum hjá Felagnum Nótaskipum
mánadagin vóru Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
Mynd: Vilmund Jacobsen
hesar samráðingarnar eiga at
verða tær seinastu
FELAGIÐ NÓTASKIP
- Makrelurin eigur eisini at verða fiskaður við skipum, sum eru egnað til hesa veiði, heldur Felagið Nótaskip
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kristian Martin Rasmussen og Anfinnur
Olsen, nótaskipareiðarar, stuðlaðu undir
framløguna hjá Jógvani Jespersen
Mynd: Vilmund Jacobsen