mikudagur 25. januar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Hon líkist flest øðrum 20 ára
gomlum gentum. Dámar væl
at vera saman við vinfólki,
gongur í biograf og er áhugað
í klædnamóta. Men Lív Holm
er tó ikki heilt eins og onnur
ung á hennara aldri. Hon
hevur eina sjúku, ið nevnist
asperger, og tí er hon farin
til Danmarkar at ganga í
einum serflokki á Midtfyns
Gymnasium.
Tolir ikki órógv
Lív Holm hevur tríggjar
ferðir áður roynt at gingið
í miðnámsskúla í Føroyum,
men tað hevur ikki riggað
serliga væl.
- Mær dámdi væl floksfe
lagarnar og lærararnar, men
eg kendi meg allatíð órógv
aða, av tí at vit vóru nógvir
næmingar í flokkinum, og
eg hoyrdi altíð onkran larm,
sigur Lív Holm, sum var
átjan ára gomul, tá hon fekk
staðfest sjúkuna asperger.
Hetta er ein sjúka, sum er eitt
slag av autismu og hevur ávís
sjúkueyðkenni. Hjá Lív vísir
sjúkan seg fyrst og fremst,
við at hon hevur trupult
við at konsentrera seg um
okkurt ávíst í longri tíð og
verður sera lætt órógvað.
Hevur nýggju
floksfelagar
Tá Lív Holm hevði fingið
sjúkuna staðfesta var tað
ein lætti, tí nú skilti hon og
familjan betur, hví tað hevði
verið so striltið hjá henni,
tær ferðirnar hon hevði
gingið í miðnámsskúla. Stutt
eftir at hon hevði fingið
staðfest asperger, frætti hon
um serligar skúlaflokkar í
miðnámsskúlum í Danmark,
sum vóru ætlaðir ungum við
asperger. Eingir tílíkir flokkar
eru í Føroyum, og tí avgjørdi
Lív Holm at søkja um pláss
at sleppa í ein serflokk á
Midtfyns Gymnasium, sum
liggur í Ringe.
– Eg var rættiliga spent at
vita, hvussu tað mundi fara at
gangast mær, tí higartil hevði
eg næstan bara keðilig minnir
frá miðnámsskúlanum. Har
afturat skuldi eg flyta til
Danmarkar og eisini tosa
danskt, greiðir Lív Holm frá.
Hon fall skjótt til í flokkin
um, sum einans telur nýggju
næmingar, sum allir hava
asperger í størri ella minni
mun.
– Nú dámar mær ordiliga
væl at ganga í skúla, og eg
havi eisini fingið onkra góða
vinkonu í flokkinum, sigur
Lív Holm.
Nýta elektroniskar
bøkur
Stovan, har aspergerflokkurin
heldur til, er innrættað á
ein heilt serliga hátt, tí um
hvørvið hevur stóra ávirkan
á innlæringina hjá tí einstaka
næminginum. Hetta merkir,
at aftast í skúlastovuni eru
níggju sitipláss við skilaveggi
ímillum. Nakað annað, sum
ger henda flokkin øðrvísi
í mun til ein vanligan mið
námsflokk, er, at næming
arnir hava sjálvdan bøkur
við í skúla.
– Tá mann hevur asperger,
kann tað verða torført, at
skula pakka skúlataskuna og
minnast til nógvar ymiskar
bøkur hvønn dag. Ístaðin
brúka vit elektroniskar bøk
ur, soleiðis at vit bara skulu
hava eina teldu við í skúla,
sigur Lív Holm, sum býr
fimm minuttir frá skúlanum
á einum ungdómssambýli við
starvsfólkum. Skúladagurin
byrjar hvønn morgun klokk
an tjúgu minuttir yvir átta
og endar vanliga klokkan
trý. Aspergerflokkurin hevur
tríggjar lærugreinar um dagin,
og so fáa næmingarnir eisini
hjálp til at gera heimaarbeiði.
–
Hvønn
dag
uttan
fríggjadag skulu vit til obliga
toriska lektiuhjálp, har onkur
hjálpir okkum við at gera
heimaarbeiði, og tað riggar
bara væl, sigur Lív Holm,
sum ynskir, at onnur ung í
Føroyum við asperger skulu
vita um møguleikan at fara
til Danmarkar í asperger
flokk.
– At koma í ein asperger
flokk hevur havt nógv at siga
fyri meg, tí nú havi eg hug til
at útbúgva meg enn meira,
sigur Lív Holm og leggur
afturat:
– Tað hevði verið stuttligt,
um onkur annar føroyingur
eisini gekk í flokkinum, sigur
Lív Holm.
Aspergerflokkur
er ein succes
– Nú dámar mær væl at ganga í skúla, og eg fái nógv burturúr. Tað sigur 20 ára gamla Lív Holm, sum
gongur í einum serflokki á miðnámsskula í Danmark. Flokkurin er ætlaður ungum við sjúkuni asperger.
Asperger syndrom
Asperger er ein sjúkugreining innan autismu. Sjúkan
vísir seg aloftast við, at persónurin ikki megnar at
samskifta á vanligan hátt við onnur. Harafturat kunnu
persónar við asperger hava rørslutrupulleikar, óvanliga
stóran áhuga fyri ávísum fyribrigdum og sermerkt
málbrúk. Hesi eyðkennini eru tó skiftandi, og tískil
kann tað vera torført, at staðfesta sjúkuna. Navnið,
asperger syndrom, kemur frá læknanum Hans Asperger
úr Eysturríki, sum í 1944 almannakunngjørdi eina
lýsing av børnum við omanfyrinevndu sjúkueyðkennum.
Frágreiðingin um hesi børnini fór í gloymskuna í endanum
av 2. Veraldarbardaga, men í 1980unum kom hon fram
aftur. Bretin Lona Wing gjørdi eitt stórt arbeiði við at
lýsa sjúkuna, og hon mælti til, at Hans Asperger skuldi
heiðrast fyri tað arbeiðið hann frammanundan hevði
gjørt, við at brúka hansara navn til sjúkuna. Asperger er
nýtt sum heiti á sjúkuni síðani 1992.
FAKTA
Í aspergerflokkinum brúka tey elektroniskar bøkur, og tí hava næmingarnir bara teldu við í skúla
Fotografur: Roland P