mikudagur 25. januar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Gáloysni í ferðsluni er ein
størri trupulleiki enn rús
drekkakoyring.
Tað kann staðfestast út
frá tølum, sum tey eru kom
in við á Ráðnum fyri Ferðslu
trygd
Ráðið fyri Ferðslutrygd
sigur, at gjølligar metingar í
londunum rundan um okk
um, vísa, at eini 30% av øllum
ferðsluóhappum henda tí at
bilførarin ikki ansaði nóg
væl eftir.
Brynhild
Høgnadóttir,
stjóri í Ráðnum fyri Ferðslu
trygd, heldur, at tað er ongin
orsøk at halda, at støðan er
øðrvísi í Føroyum. Annars
vísa hagtøl hjá løgregluni, at
í 2010 vórðu 732 ferðsluóhapp
fráboðað løgregluni.
Harafturat koma so øll
tey mongu óhappini, sum
ongantíð verða fráboðað løg
regluni.
Skulu vit fylgja metingun
um hjá Ráðnum fyri Ferðslu
trygd, henda sostatt væl yvir
200 ferðsluóhapp um árið av
berum gáloysni.
Harafturat vísa tølini hjá
løgregluni, at í 2010 vóru 99
bilførarar tiknir fyri rús
drekkakoyring, so eftir teim
um turru tølunum at døma,
er gáloysni eitt størri vandi
fyri ferðsluna enn rúsdrekka
er.
Sjálv vil Brynhild Høgna
dóttir, ikki skriva undir upp
á, at gáloysni er størri vandi
í ferðsluni enn rúsdrekka, tí
hon heldur, at ov fáar kann
ingar eru gjørdar akkurát um
tað.
– Men tað er ongin ivi
um, at óansni í ferðsluni
er ein ræðandi trupulleiki,
sum elvir til eitt stórt tal av
ferðsluóhappum hvørt ein
asta ár.
Koyra 89 metrar
í blindum
Hinvegin er júst gáloysni
í ferðsluni ein trupulleiki,
sum ikki hevur verið nógv
umrøddur, hóast hann er
álvarsligur.
Tí er Ráðið Fyri Ferðslu
trygd nú farið undir eitt
umfatandi átak fyri at fáa
okkum at ansa betri eftir í
ferðsluni.
– Hetta er eitt vandamál,
sum tað ikki hevur verið
hugsað so nógv um. Men tað
er eitt ovurstórt vandamál
og tískil eiga vit at varpa ljós
á tað, leggur hon afturat.
– Endamálið við átakinum
er at broyta hugburðin til
at koyra bil, sigur Brynhild
Høgnadóttir.
– Vit fara at royna at fáa
bilførarar at ásanna, at tá ið
teir koyra bil, krevur tað, at
fylgt verður við ferðsluni við
øllum sansum.
– Endamálið er at fáa bil
førarar ásanna, at tá ið teir
sita aftanfyri rattið, er tað
til stóran vanda fyri ferðslu
trygdina, at teir fáast við alt
møguligt annað samstundis.
– Koyrir tú 80 km/t og
hyggur at telefonini í fýra
sekund, hevur tú koyrt heilar
89 metrar í blindum.
– Koyrir tú 50 km/t og
hyggur at telefonini í fýra
sekund, hevur tú koyrt heilar
56 metrar í blindum.
Brynhild
Høgnadóttir
sigur, at hetta eru tvey dømi
um, hvussu ómetaliga vanda
mikið tað er at fáast við
ymiskt óviðkomandi, ímeðan
man koyrir bil.
Ímóti betri vitandi
Í hesum sambandi skal Ráðið
fyri Ferðslutrygd í øllum
Gáloysni er or
200 ferðsluóha
RÆÐANDI TØL Gáloysni í ferðsluni er orsøkin til
eini 30% av øllum ferðsluóhappum og teir størstu
syndararnir eru mannfólk í yngra endanum
Hendan talvan vísir, at 54% av bilførarum tosa í handhildnari fartelefon ímeðan
teir koyra bil. 9% av bilførarunum gera að dagliga og ein triðingur ger tað
minst einaferð um vikuna. Ikki óvæntað er tað mest teir yngru bilførararnir,
sum tosa í handhildnari fartelefon og mannfólk eru verri enn konufólk
Heili 51% av føroyingum
tosa javnan í handhildnari
fartelefon ímeðan teir koyra
bil.
Tað vísir kanningin, sum
Gallup
hevur
gjørt
fyri
Ráðið fyri Ferðslutrygd um
gáloysni í ferðsluni.
Kanningin vísir eisini, at
24% av føroyingum skriva
ella lesa javnan sms, meðan
tey sjálvi koyra bil.
Kanningin
vísir
eisini,
at størsti syndararnir eru
mannfólk í yngra endanum.
Tølini vísa, at orsøkirnar
til hetta kunnu vera ym
iskar, men ein orsøk kann
ver, at ein ella hugmynd hjá
bilføraranum um, at tað altíð
er neyðugt at vera tøkur á
telefon og sms.
Brynhild
Høgnadóttir
staðfestir, at mong royna at
bera í bøtuflaka fyri seg við
at seta ferðina niður ímeðan
tey senda sms, ella fáast við
okkurt annað.
– Nógvir bilførarar halda
eisini, at koyra tey á vegum
við lítlari ferðslu, ber saktans
til, at gera okkurt annað,
samstundis, sum tey koyra
bil.
– Men tað er ikki nóg
mikið at forða fyri vanda
støðum ella vanlukkum, tí
bilførarin metir skeivt og
yvirmetir síni evni at gera
annað samstundis sum hann
koyrir bil.
Mest yngri
mannfólk
Tað er ongin orsøk
at halda, at støðan er
øðrvísi í Føroyum