mikudagur 25. januar 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
rsøk til yvir
app um árið
Hendan talvan vísir, at heili 28% av bilførarum brúka enntá fartelefonina
til at skriva, senda, lesa sms ella teldubrøv ella spæla spøl ímeðan teir koyra
bil, hóast teir eru fullgreiður yvir, at tað er serstakliga vandamikið. Aftur her
heru tað teir yngru bilførararnir, sum eru nógv størstu syndararnir.
Hendan talvan vísir, at ikki færri enn 49% av bilførarum koyra bil, hóas teir vita, at teir eru so
linir, at teir eru í vanda fyri at sovna. 11% gera tað enntá minst einaferð um vikuna. Á Ráðnum
fyri ferðslutrygd halda tey, at hetta kann vera ungfólk, sum koyra um næturnar, ella fólk, sum
eru á veg heim av náttarvakt. Í eini av greinunum her á síðunum staðfestir stjórin í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd, at hvørki kaffi, kola, ella frísk luft hjálpir upp á hetta ræðand vandamálið.
Nøkur góð ráð
Ráðið Fyri Ferðslutrygd
hevur eisini góð ráð
til bilførarar, sum
fyribyrgja, at teir fara
at fáast við ymiskt,
sum ikki hevur verið
koyringina at gera.
Endamálið við tí er at
fyrireika seg so væl,
áðrenn bilurin verðru
settur ígongd, at tað
slepst undan at lata
seg orógva av ymiskum
Áðrenn tú fert at koyra:
• Stilla útvarpið ella
tendra fløguna.
• Ber so í bandi, at
børnini eru sissað og
ikki keða seg.
• Set telefonina
ljóðleysa, um so er,
at hon órógvar, tá ið
hon ringir.
• Stilla GPS’aran.
Ímeðan tú koyrir, kann
tað vera ymiskt, ið
órógvar:
• Ikki róta eftir lutum,
sum tú missir – finn
teir, tá tú ert komin
fram, ella koyr á
trygt stað fyrst og
steðga.
• Órógva børnini, koyr
so á eitt trygt stað,
steðga bilinum og
sissa tey, áðrenn tú
heldur fram.
• Ert tú ferðafólk,
skalt tú geva bilfør
aranum frið at koyra.
• Mótmæl um so er,
at bilførarin lesur
ella skrivar sms
ellar tosar í hand
hildnari telefon.
Men er neyðugt at
tosa í telefon, og er
talan um krevjandi
samrøðu, eigur tú at
steðga á tryggum
staði ímeðan tú
tosar.
førum ikki berjast ímóti fá
vitskuni.
Ein kanning, sum Gallup
hevur gjørt fyri Ráðið fyri
Ferðslutrygd, vísir nevniliga,
at næstan øll eru greið yvir
vandan.
Tað eru næstan øll, sum,
at tá ið tey koyra bil, er tað
vandamikið at fáast við far
telefon, at fáast við fløgu
spælara, at spegla sær og at
fáast við annað, sum einki
hevur við sjálva koyringina
at gera.
Kortini halda nógvir bil
førarar, at tað ber væl til at
fáast við alt møguligt, sam
stundis, sum hann koyrir bil.
Men tað er til stóran vanda
fyri ferðslutrygdina, tí skalt
tú koyra forsvarliga, krevst,
at allir sansar eru við.
Tí heldur Brynhild Høgna
dóttir, at tað, sum krevst
er ein áhaldandi upplýs
ing fyri at fáa fólk at skifta
hugburð, akkurát, sum upp
lýsingingarherferðin hevur
verið fyri at fáa fólk at brúka
trygdarbelti.
Eitt er at broyta hugburð
in hjá, men halda tit annars,
at revsingin fyri brot á
ferðslulógina er hóskandi?
– Tað kostar 500 krónur
í bót at tosa í handhildnari
fartelefon
ímeðan
man
koyrir bil. Eg veit, at summi
halda, at tað eigur at kosta
eitt klipp í koyrikortið. Men
revsingarnar fyri at slík
brot á ferðslulógina eru ikki
viðurskifti, vit hava viðgjørt
í Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
so tað fái eg ikki sagt so nógv
um, sigur Brynhild Høgna
dóttir.
Hinvegin leggur hon dent
á, at tað hevur stóran týdning,
at hetta nýggja átakið hjá
Ráðnum Fyri Ferðslutrygd
ikki fer at snúgva seg um
fartelefonir.
– Hetta er eitt átak ímóti
gáloysni í ferðsluni, sum
heild. Og gáloysni eru allar
støður, har tú hugsar um
okkurt annað enn sjálvt tað
at koyra bilin.
15 minuttir
Ein niðurstøða í kanningini hjá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, er, at heili 49% av okkum koyra
bil, hóast tey vita, at tey vilja ov illa sova til at
tey kunnu koyra trygt.
Av hesum eru tað 11% av bilførarum, um koyra
bil minst einaferð um vikuna, hóast tey vita, at
tey vilja ov illa sova og næstan ein triðingur
ger tað minst einaferð um mánaðin.
Brynhild Høgnadóttir heldur, at hetta er ein
ræðandi niðurstøða, tí at sovna aftanfyri rattið,
er ringasta gáloysni av øllum, tí tá eru allir
sansir sløktir.
– Tað eru nógv páhald um svøvn og bilkoyring.
Summi halda, at tað hjálpir at drekka kaffi,
onnur trúgva uppá cola og upp aftur onnur seta
sítt álit á, at renna tey nakrar ferðir runt um
bilin, verða tey aftur sum fiskurin.
– Veruleikin er at onki av hesum hjálpir tað allar
minsta. Tað einasta, ið hjálpir, er at seta bilin
við vegjaðaran og fáa sær ein lúr.
Brynhild Høgnadóttir sigur, at royndirnar vísa,
at bara tú fært ein lúr upp á 15 minuttir, er
tað nóg mikið, til at bilførarin sum oftast kann
koma so væl fyri seg aftur, at hann aftur kann
koyra trygt.
Ræðandi
– Óansni í ferðsluni er ein
ræðandi trupulleiki, sum
elvir til eitt stórt tal av
ferðsluóhappum hvørt
einasta ár, staðfestir
Brynhild Høgnadóttir,
stjóri í Ráðnum Fyri
Ferðslutrygd, sum her
stendur saman við Jón
Kragesteen, fyrrverandi
leiðara í Ráðnum Fyri
Ferðslutrygd
Koyrir tú 80 km/t
og hyggur at telefonini
í fýra sekund, hevur tú
koyrt heilar 89 metrar í
blindum