Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Tað leikar hart á hjá teim­ um svensku sosial­demo­ krat­unum í hesum døgum. Í langa tíð er flokkurin dott­ in longri og longri niður í veljarakanningunum, og fall­ið gjørdist uppaftur størri, tá Håkan Juholt segði for­manssessin frá sær um vikuskiftið. Nú siga bara 24 prosent seg vera sosial­ demokratar, og so fáir hava teir ikki verið í 45 ár. Håkan Juholt kom í polit­ iskt óføri í heyst, tá tað kom fram, at óskil var í hansara av­ rokn­ingum við­víkjandi koyri­ pengum frá Ríkis­deg­num, og hóast floks­leiðslan segði seg hava álit á honum, var einki at gera. Skriðan var lopin. Juholt sá skriftina á vegg­ inum og takkaði fyri seg. Men flokkurin hevur einki annað formans­evni. Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Pär Nuder hevur verið nevndur sum eitt boð, men hann sigur nei takk, og tað sama ger ein annar fyrrverandi ráðharri, Thomas Bodström. Sambært einari kanning hjá Expressen vilja teir flestu sosialdemokratarnir hava fyrrverandi ES-kommiserin Margot Wallström til floks­ formann, men hon vil heldur ikki. Eitt eru teir politisku eyg­ leiðararnir í Svøríki samdir um, og tað er, at sosial­demo­ kratiski flokkurin má fáa ein nýggjan formann skjótt. Tað seinasta valúrslitið var tað ringasta í 100 ár. Eingin vil vera formaður Sosialdemokratiski flokkurin í Svøríki er komin í eina trupla støðu. Formaðurin er farin frá, og eingin vil taka við Nógv flogfør á okkara leiðum í fjør Tað hava ongantíð verið so nógv flogfør í tí íslendska flogeftirlitsøkinum sum í fjør. Økið umfatar eisini tað føroyska luftrúmið Hóast Ísland er lítið á heims­ kortinum, er tað íslendska flogeftirlitsøkið eitt av teimum størstu í heiminum. Tað røkkur frá kanadiska markinum í vestri til Noregs í eystri og frá Norðpólinum suður á 61. breiddarstig. Í vídd er økið 5,1 milliónir fer­ kilometrar. Hetta er eitt øki við nógv­ ari flogferðslu, og í fjør vóru flogførini serliga tøtt. Upp­gerðin hjá íslendska eftir­litinum Isavia vísir, at 11.489 flogfør fóru ígjøgnum økið í 2011, og tað var níggju prosent fleiri enn árið fyri. Samstundis var hetta nýtt met. Tað gamla metið var frá 2008. Umleið 150 fólk arbeiða hjá Isavia, sum hevur høv­ uðs­støð í Reykjavík. Rakst­ urin kostar einar 150 milli­ ónir danskar krónur um árið, og tað rinda flogfeløgini, sum senda flogfør ígjøgnum eftir­ litsøkið. Isavia væntar, at umleið fýra prosent fleiri flogfør fara at flúgva ígjøgnum tess eftirlitsøki í ár enn í fjør. Sagt verður, at vøksturin í fjør hevði helst verið uppaftur størri, enn hann var, um øskan um Eyjafjallajøkli ikki hevði darvað flogferðsluni. Óskil við koyripengum kostaði Håkan Juholt formanssessin, og nú vil eingin taka við eftir hann Føroyskir politikarar hava av og á tosað um at yvirtaka eftirlitið í før­oyska loftøkinum (Kort: Morgun­blaðið) Banki krógvað svartar pengar Í Danmark er Sydbank komin í eldin, eftir at Jyllandsposturin hevur skrivað, at bankin hevur fjalt svartar pengar í einum dótturbanka í Sveis. Blaðið hevur fingið upp­lýsingarnar úr inn­ an­hýsisskjølum hjá bank­anum, og sambært blaðnum var málið hjá bankanum at hjálpa múgvandi viðskiftafólki at sleppa undan at rinda skatt og arvagjøld í Dan­ mark. Skrivingin fekk í gjár Fíggjareftirlitið at biðja Sydbank um eina frágreiðing um við­ur­ skiftini. Leiðandi løg­frøð­ ingurin hjá bankanum, Karin Sønderbæk, segði í gjár, at bankin hevur havt skil á sínum við­ urskiftum, men hun vildi ikki útiloka, at bankin kann hava gjørt okkurt mistak. Tørvur á grøn­ lendsk­um sjókortum Donsku myndug­leik­ar­ nir ásanna, at sjó­kort­ini, sum vísa viður­skiftini fram við grøn­lendsku strondini, hava ábøtur fyri neyðini. Tað sæst í einum svari, sum grøn­ lendska fólka­tings­ kvinnan Sara Olsen fekk frá danska umhvørvis­ mála­ráð­harranum, tá hon spurdi um hesi við­ ur­skifti. Sambært ting­kvinn­ uni vanta verulig sjókort fyri umleið 80 pro­sent av teirri grøn­lendsku strondini. Hon vísir á, at tey stóru ferða­ manna­skipini hava ofta áhuga fyri óbygdum leið­um, har at kalla ong­ar uppmátingar eru gjørdar, og tað ger vand­ an fyri einum óhappi uppaftur størri. Umhvørvis­málaráðið sigur í svarinum, at tess uppgáva er bara at kort­ leggja tær vanligu sigl­ ingarleiðirnar til tær grøn­lendsku havnirnar. Hinum uppmátingunum sigur ráðið seg ikki hava ábyrgdina av. Oslo ríkur býur Norski høvuðsstaðurin er sambært gransk­ing­ ar­stovninum Bookings Institution tann næst­ ríkasti stórbýurin í heim­inum. Bara tann amer­ikanski Hartford í statinum Connecticut er ríkari. Á teimum næstu plássunum eru San Jose í USA og Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum. Svenski høvuðsstaðurin Stockholm er á 8. plássi. Heimsins fátækasti stór­býur er egyptiski høvu­ðsstaðurin Kairo, og beint omanfyri eru Mum­bai í India og Alex­ andria í Egyptalandi. Tann stórbýurin, sum veksur skjótast, er Shanghai í Kina.